Við tárum rennandi at mínum kinnum, skal eg boða tykkum frá, at elskaði beiggið okkara Jógvan á Høvdanum (yngri) og pápi til Eyðfinn, andaðist í London bert 39 ára gamal.
Hetta vóru tey ringastu boð eg nakrantíð hava fingið og at síggja øll tey nærmastu gráta og niðurpínd í sorg er ræðuligt. Hetta verður sera tungt hjá okkum øllum at koma ígjøgnum.
Beiggið var so glaður, tá ið hann fór til Londan hesaferð. Eg og mamma koyrdi hann til flogvøllin fríggjadagin og hann gleddi seg at fara í skúlan aftur. Vit fóru fyrst at vitja Mariu, Kent og Leif, har vit øll gjørdist sera glað, tí vit fingu boð frá Landssjúkrahúsinum, at framstig var at hóma hjá Petrinu, sum liggur har.
Fóru so niðan í flogvøllin at vinka honum farvæl. Hetta gjørdist okkara síðsta vink og farvæl, eftir standa vit øll og spyrja, hví, hví, hví Harrin tókst tú okkara lítla beiggja frá okkum, hví?
Má siga tað og eg veit tað er ikki rætt at siga, men í morgun bað eg ikki Faðir Vár. Vit skulu nokk royna at koma uppundan aftur, vit hava mist okkara elskaða beiggja. Takk beiggið fyri tíðina vit høvdu saman og takk fyri at tú júst var tú. Hvíl í friði, mítt hjarta er í sorlið, eg elski teg.
Símun á Høvdanum