NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Víkingur og KÍ spæla um Stórsteypið Kl. 19.00

3/3/2017

Comments

 
Billede
​Víkingur og KÍ møtast í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli í stórsteypadystinum, ið er sjálv byrjanin upp á kappingarárið 2017, samstundis sum pengar verða savnaðir til vælgerandi endamál

​Fyri ellivtu ferð á rað skipa Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum fyri stórsteypadysti í fótbólti, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar, sum í ár eru ávikavist Víkingur og KÍ, ið eisini vóru tey bæði fremstu í bæði lands- og steypakappingini í fjør.
 
Liðini møttust í steypafinaluni í fjør, sum endaði við javnleiki 1-1 eftir vanliga leiktíð og umdyst, og tað var ikki fyrr enn eftir níggju brotsspørk, at KÍ stóð sum vinnari. Og í landskappingini var Víkingur eitt stig framman fyri KÍ, tá øll 27 umførini vóru spæld.
 
Meðan hetta er fyrstu ferð, KÍ spælir stórsteypadyst, er talan um fimta dystin á rað hjá Víkingi, ið eisini hevur møguleikan at vinna steypið til ognar. Víkingur og EB/Streymur hava síðstu tíggju árini vunnið tríggjar ferðir í part, og tað liðið, sum megnar at vinna fýra ferðir, fær Stórsteypið til ognar.
 
Hini liðini, sum hava vunnið stórsteypadystir síðani 2007, eru HB við tveimum sigrum og B36 og NSÍ, sum hava vunnið hvør sína ferð.
 
Stuðla Team Rynkeby
Sum vant er talan um eitt vælgerandi tiltak, og Lions Club í Føroyum hevur gjørt av, at ágóðin frá Stórsteypadystinum hesaferð skal fara til Team Rynkeby Føroyar.
 
Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði, sum síðani 2002 á hvørjum sumri hevur súkklað stívliga 1.200 kilometrar til París fyri á tann hátt at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.
 
Tilsamans fevnir Team Rynkeby fevnir um 1.700 súkklarar og 450 hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi, og føroyingar hava síðani 2014 havt sítt egna lið, Team Rynkeby Føroyar.
 
Øll søla av atgongumerkjum og alt tað, sum annars kemur inn í sambandi við Stórsteypadystin, sum altso verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19, fer óskert til góða endamálið.

Kelda: www.fsf.fo

​SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly