NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vælveruøkið, At Skapa Nýtt Er Neyðugt Og Hoyrir Tíðini Til

11/12/2018

Comments

 
Billede
​Her røðan sum Signhild V. Johannesen helt ígjár, tá ið vælveruøkið í Klaksvíkar Svimjihøll lat upp.

​Vit renna og tuska, vit stremba og stressa, ja kanska ongantíð meira enn í jólamánanum. Hvat vit renna eftir, ella renna undan, vita vit helst ikki.

Vit hoyra um vinir og starvsfelagar sum ikki hóra undan, men fara niður við stress. 

Stress er eitt orð, sum ikki lá so frammaliga í mínum barnaárum. Kanska kemst tað av, at kappingin og avbjóðingarnar ikki vóru tær somu sum í dag.

Í dag hevur tað stóran týdning, at vit eru “on”. Arbeiðsplássið krevur tað, familjan krevur tað, og vit krevja tað av okkum sjálvum. Internetið, telefonin og allir hinir talgildu hentleikarnir gera, at vit allatíðina fáa innlit í, hvat hini gera og setur tað kanska krøv til okkum, um hvat vit áttu at gjørt. 

Soleiðis var tað ikki fyrr!
Eg veit at tíðin ikki stendur í stað, og at tað ikki ber til at bakka aftur. Sjálvt um tað er tað vit hoyra, vil eg mótmæla til eitt vist. 

Tað er okkurt vit kunna gera sjálvi, tí tað eru vit sum seta dagsskránna, og tí eisini vit sum kunnu seta mørk. 

Men tað krevur mót, tí vit kunnu ikki melda okkum út úr samfelagnum, vit eru ein partur av tí, og tí verða vit til tíðir drigin við - viðvørt meir, viðvhørt minni. 

Tá vit so av ymiskum orsøkum hava tørv á at seta ferðina niður, er tað gott við góðum aktivitetum sum tvinga okkum at vera still, njóta løtuna og bara hugsavna okkum.

Vit kunnu m.a. setaa bilin, far ein gongutúr, serliga nú tað er so hugnaligt at ganga og hyggja í handilsvindeygu. Avspáka í desember, baka eitt slag av smákøkun, heldur enn at keypa trý sløg.
Og tað kennist gott, minnir um fyrr, minnir um ommu sum gekk heima, stákaðist, nynnaði og bara var, uttan øll nútíðar krøv. 

Ein segði tað soleiðis, tá hann var spurdu um hví honum dámdi at svimja: “tá verið eg ongantíð avbrotin av einari telefon ella øðrum skermum. Tað er veruliga kvalitetstíð.”

Tí er hetta nýggja vælveruøkið avgjørt eitt spennandi og heilsugott tilboð. 

Góðu tit øll – starvsfólk og gestir

Í dag bjóða vit býnum inn til eitt vælveru øki, ein frístað, ið ikki finst aðrastaðni í Føroyum enn í Klaksvík. Hetta er nýtt og spennandi, og gevur avgjørt meining í dagsins samfelagið. Her fara vit at slappa av, hvíla heilan og mýkja vøddar. 

Eg eri sannførd um, at hetta tilboðið fer at gera mongum gott. 
At hava so íðin starvsfólk, sum deila dreymar við okkum politikkaranum, er bara so fantastiska gott. Tí tað er júst soleiðis, at starvsfólk kunnu vera við til at stýra rákinum, og somuleiðis vera við til at mynda býin. Tá ið báðir partar kenna vegin og vilja málið, so gongur ferðin væl. 

Hóast arbeiðið hevur drigið nakað út, so kunnu vit í dag fegnast um, at vælverudepilin nú opnar. 

Torkil hevur royndarkoyrt og klárgjørt vælveru depilin á besta hátt, og eigur tú, Torkil, eina stóra tøkk fyri tað.

Stóra takk til tykkum starvsfólk her í svimjihøllini, takk til borgarstjóran og umsitingina í býráðnum. 

At skapa nýtt er neyðugt og hoyrir tíðini til. Men tað merkir ikki, at vit ikki eisini skulu steðga á, hugsavna okkum, merkja eftir og njóta umstøðurnar, tí tað er nú vit hava tíð, og tað er nú vit skulu liva 

Hjartaliga vælkomin í vælveruøki í svimjihøllini. 

Gleðilig jól 😊

Signhild V. Johannesen

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly