NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Javnt í toppdystinum

14/4/2022

Comments

 
Picture
Høgni Egilstoft Nielsen hevði møguleika at tryggja sær FM-heitið, tá hann í dag møtti nærmasta kappingarneytanum, Luitjen Akselsson Apol, við hvíta fólkinum. Fyri at gerast føroyameistari skuldi Høgni vinna talvið, meðan Luitjen við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Høgna í oddinum.

Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men í einum rímiliga fløktum miðtalvi við nógvum fólki á borðinum var Luitjen óneyvir. Høgni vann sær fyrimun, men oddamaðurin megnaði ikki at finna røttu leikirnar í fløktu støðuni til at varðveita fyrimunin. Tí javnaði støðan seg skjótt út, og fáar leikir seinni samdust teir báðir um javnleik. Við hesum skal Høgni nú bert hava javnt í morgin fyri at tryggja sær triðja føroyameistaraheitið á rað. Luitjen hinvegin mundi helst hava eina vón um at koppa Høgni í dagsins dysti og harvið leggja seg undir liðina á honum í oddinum, men hinvegin man hann nokk eisini vera rímiliga væl nøgdur við at hava fingið ½ stig móti Høgna, tá alt kemur til stykkis. Við hesum varðveitir ungi maðurin eisini 2. plássið í kappingini.

Hans Kristian Simonsen liggur nú best fyri í kappingini at taka 3. plássið. Hans Kristian hevði í dag hvítt móti Willa Olsen, og talan gjørdist um eitt lívligt og skjótt talv. Hans Kristian fór heilt tíðliga í eitt øgiligt álop, har hann bæði lat finnur og menn fara. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð. Wille fann ikki røttu leikirnar til at verja seg, og eftir bert 19 leikir gav hann skarvin yvir.

Rógvi Egilstoft, sum ikki hevur havt sína bestu kapping, hevði í dag hvítt móti pápanum, Torkili Nielsen. Í dag riggaði væl hjá Rógva Egilstoft. Hann kom væl frá byrjan og vann sær skjótt ein lítlan fyrimun. Hesin fyrimunurin gjørdist bara størri og størri, og tá teir báðir feðgarnir fóru inn í endatalvið, hevði Rógvi tvær finnur fleiri. Her lat hann ikki við seg koma og vann seg upp á 3 stig í kappingini.

Í seinasta talvinum í dag samdust Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen um javnleik eftir bert 9 leikir.

Í morgin er seinasta umfar á skránni. Tá skal Høgni hava í minsta lagi javnleik við svørtum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær triðja meistaraheitið á rað.

Heðin aftur á beint
Sjálvt um Heðin Gregersen tapti sítt fyrsta talv í gjár eftir fýra sigrar á rað, so var hann tó enn á odda í 1. Bólki undan dagsins umfari. Hann var ½ stig framman fyri Jón í Horni Nielsen.

Men í dag bragdaði aftur hjá Heðini Gregersen við hvíta fólkinum móti Heiðriki T. Jacobsen. Tað gekk annars leingi javnt á, men tá Heiðrikur brádliga var óneyvur tvær ferðir innan fáar leikir, var Heðin Gregersen eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin Heiðrik, og so var sigurin heima.

Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen, Jón í Horni Nielsen, megnaði ikki at fáa fulla úrtøku í dag. Hann telvaði javnt móti Herlufi Hansen, og við hesum er Heðin Gregersen nú 1 stig framman fyri bæði Jón í Horni Nielsen og Janus Skaale, sum í dag vann á Boga Hansen Eliasen.

Í seinasta umfarinum í morgin kann Heðin Gregersen tryggja sær sigurin í 1. bólki. Fyri at gerast vinnari av 1. Bólki, skal hann í minsta lagi hava ein javnleik móti Boga Hansen Eliasen, sum enn ikki hevur fingið nakað stig.

Brandur er nú á odda
Í almenna bólkinum er Brandur Højgaard nú einsamallur á odda. Brandur hevði í dag svart móti Silas G. Hannesarson, og leingi líktist tað einum javnleiki millum teir báðar. Men brádliga var Silas G. Hannesarson óneyvur og gjørdi ein stóran feil, og Brandur Højgaard takkaði fyri.

Undan dagsins umfari var Brandur javnur í oddinum við Rógva Mørkøre, sum ikki hevði tapt ein talv, áðrenn hann í dag møtti Henrik W. Joensen við svørtum. Ein stóran part av talvinum í dag var heldur ikki líkt til, at Rógvi skuldi fáa sítt fyrsta tap. Hann telvaði nevniliga væl og hevði vinnandi fyrimun, tá hann brádliga gjørdist óneyvir. Tveir stórir feilir mest sum upp í slag blivu dýrir, og so vann Henrik W. Joensen. Við sigrinum er hann nú nærmasti kappingarneyti hjá Branduri Højgaard í oddinum. Hann er ½ stig aftanfyri.

Fýra javnir í oddinum
Tað man ikki vera ofta, at unglingakappingin hevur verið so jøvn, sum hon er júst í ár. Undan dagsins umfari var Jónas Sólsker fremstur, meðan Rógvi Heinason Olsen var nærmasti kappingarneytin hjá honum ½ stig aftanfyri.

Men hetta broyttist alt í dag. Bæði Jónas og Rógvi taptu nevniliga síni talv í dag. Jón tapti við hvítum móti Petur G. Magnussen, meðan Rógvi tapti við hvítum móti Áka Ingason. Tá Poul Thomsen samstundis vann sítt talv móti Emil Jacobsen Jamil, eru tað nú fýra telvarar, sum liggja javnir í oddinum við 4½ stigi. Teir fýra eru Jónas Sólsker, Petur G. Magnussen, Áki Ingason og Poul Thomsen. Rógvi Heinason Olsen og Rókur Davidsen eru ½ stig aftanfyri.

Í seinasta umfari í morgin møtast fýra teir fremstu innanhýsis. Áki Ingason hevur hvítt móti Jónas Sólsker, meðan Petur G. Magnussen hevur hvítt móti Poul Thomsen.

Úrslit frá FM-kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0

​Rógvi Egilstoft

Talvfelagið Rókur 
Talvsamand Føroya

Comments

Høgni er enn ósigraður

13/4/2022

Comments

 
Picture
​Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu.

Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil í kappingini, og áðrenn talvið móti Rana Nolsøe í dag, har Høgni hevði hvíta fólkið, hevði sandavágsmaðurin vunnið øll síni talv. Tí var talan um ein stóra uppgávu hjá royndu klaksvíkinginum við svarta fólkinum.

Og heldur ikki hann megnaði at fáa nakað burturúr móti Høgna í dagsins talvi. Tíðliga í talvinum gjørdi Rani nevniliga tvey mistøk innan heilt fáar leikir, og Høgna líkt, so var hann aftur í dag fullkomiliga eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin smáu mistøkini hjá Rana, sum hann hevur verið ógvuliga góður til alla kappingina, og eftir bert 21. leikir valdi Rani at gevast.

Stórur spenningur var um talvið millum Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen. Júst teir báðir vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Høgna undan dagsins umfari, og teir hava báðir telvað væl higartil í FM-kappingini. Á degnum var tað tó ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum var omaná. Eftir eina javna byrjan gjørdi Hans Kristian ein stórt mistak í 20. Leiki, sum kostaði honum kvalitet. Hann royndi at stríðast eina løtu eftir hetta, men fáar leikir seinni gav hann skarvin yvir, og Luitjen er nú einasta telvarin, sum hevur møguleika at hótta oddasessin hjá Høgna Egilstoft Nielsen.

Wille Olsen, sum bert hevði ½ stig undan dagsins umfari, fekk í dag sín fyrsta sigur í kappingini, og talan var um ein av teimum heilt góðu sigrunum. Hann hevði nevniliga hvítt móti Rógva Egilstoft, og á degnum var Wille greitt omaná. Hann telvaði væl og neyvt at kalla allan vegin og revsaði óneyvu leikirnar hjá Rógva. Støðan hjá honum var eitt skifti so góð, at hann hevði mát í fáum leikum. Hann fann tó ikki røttu leikirnar í hesi støðuna, men tað bilti minni. Fyrimunurin hjá honum var longu so stórur, at hann ikki slepti takið um sigurin.

Í seinasta talvinum møttust Torkil Nielsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Her hevði Torkil ein rímiligan fyrimun tíðliga í talvinum, men hetta broyttist alt við einum óneyvum rókaleiki. Brádliga hevði Carl Eli yvirtakið, og hetta slepti hann ongantíð.

Í morgin er veruligur toppdystur á skránni, tá Høgni Egilstoft Nielsen hevur hvítt móti Luitjen Akselsson Apol. Vinnur Høgni hetta talvið, so gerst hann eisini føroyameistari.

Janus koppaði Heðin
Heðin Gregersen hevur verið sera væl upplagdur í 1. bólki higartil í ársins FM-kapping, og undan dagsins umfari hevði hann vunnið øll síni talv.

Men í dag steðgaði sigursrøðin, tá hann rendi seg inn í Janus Skaale, sum hevði hvíta fólkið. Janus kom sera væl frá byrjan og vann sær ein rímiligan fyrimun alt fyri eitt, og hann var sera væl upplagdur í dag. Hann telvaði neyvt og væl allan vegin, og lat ongantíð Heðin koma inn aftur í talvið eftir eina minni góða byrjan. Eftir 31 leikum gavst Heðin, og harvið var fyrsta tapið veruleiki. Samstundis otaði Janus seg tættari oddinum og er nú bert eitt stig aftan fyri Heðin Gregersen.

Við tapinum til Heðin Gregersen kundi hinir telvararnir nú taka seg tættari oddinum, og tað vóru tað nakrir av teimum, sum gjørdu sær dælt av. Jón í Horni Nielsen vann m.a. sítt talv móti Herlufi Hansen, og við sigrinum er hann nú bert ½ stig aftan fyri Heðin Gregersen.

Heiðrikur T. Jacobsen blandar seg eisini í oddan, eftir at hann vann á Margar M. Berg. Hann hevur nú 3 stig í kappingini og er harvið 1 stig aftan fyri oddamannin.

Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen á Boga Hansen Eliasen.

Tveir javnir í almenna bólkinum
Í almenna bólkinum hevur Rógvi Mørkøre ligið fremstur teir báðar síðstu dagarnar, men nú hevur hann fingið ein undir liðina á sær í oddinum. Eftir ein javnleik í gjár telvaði Rógvi Mørkøre aftur javnt í dag móti Silas G. Hannesarson. Hetta gjørdi, at bæði Brandur Højgaard og Ingolf Debes við einum sigri høvdu møguleika at leggja seg undir liðina á Rógva í oddinum.

Júst hesir báðir møttust í innanhýsis talvi, og talan gjørdist um drúgvasta talvið á degnum. Brandur Højgaard hevði eitt skifti rímiliga greiðan fyrimun, men eftir nakrar óneyvar leikir javnaði støðan seg út, og leingi líktist talvið einum púra greiðum javnleiki. Men Ingolf gjørdi ein feil, og so takkaði Brandur fyri.

Tí eru tað nú Rógvi Mørkøre og Brandur Højgaard, sum liggja fremstir í almenna bólkinum. Kappingin er tó hørð, tí Silas G. Hannesarson og Henrik W. Joensen eru bara ½ stig aftanfyri.

Jónas einsamallur á odda
Í unglingabólkinum er ein nýggjur maður nú einsamallur á odda. Undan dagsins umfari vóru Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker javnir í oddinum, men eftir talvini í dag er Jónas Sólsker einsamallur á odda.

Jónas fekk í dag ein góðan sigur við svarta fólkinum móti Markus Jacobsen. Samstundis telvaði Rógvi Heinason Olsen javnt við svarta fólkinum móti Poul Thomsen. Við hesum hevur Jónas Sólkser nú 4½ stig í oddinum, meðan Rógvi Heinason Olsen er ½ stig aftanfyri.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0

​Rógvi Egilstoft

Talvfelagið Rókur
Talvsamband Føroya

Comments

Høgni stýrir móti triðja FM-heitinum á rað

12/4/2022

Comments

 
Picture
Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan dagsins talvum hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum tó ikki megnaði at vinna sær úrtøku í dag.

Hans Kristian Simonsen, sum eisini hevur havt eina sera góða kapping higartil í ár og bert var ½ stig aftan fyri Høgna og Luitjen undan dagsins dystum, var í dag mótstøðumaðurin hjá Høgna Egilstoft Nielsen. Hans Kristian Simonsen hevði hvíta fólkið, og talan gjørdist um eitt spennandi talv, sum eisini varð tað seinasta, sum bleiv liðugt á degnum í landsliðsbólkinum. Leingi var støðan millum teir báðar sera jøvn, men út á talvið var tað Høgni, sum vann sær ein rímiliga greiðan fyrimun. Í 42. leiki gjørdi Høgni tó ein feil, sum javnaði støðuna fullkomiliga út, tá hann ofraði ein rók inni á f2. Í staðin fyri at taka rókin við konginum valdi Hans Kristian tó at flyta kongin undan í staðin, og tað var ein stórur feilur. Fáar leikir seinni hevði hann lagt kongin, og Høgni er í stórum stíli á veg móti triðja FM-heitinum á rað.

Argasti kappingarneytin hjá Høgna, Luitjen Akselsson Apol, hevði í dag eina torføra uppgávu, tá hann skuldi royna at koppa Rógva Egilstoft við svarta fólkinum. Rógvi hevur ikki havt eina so góða kapping við bert einum stigi eftir trý umfør, men í dag var Rógvi greitt omaná. Byrjanin millum teir báðar var jøvn, men við neyvari telving vann Rógvi sær spakuliga ein fyrimun. Tá hann so í 30. leiki vann ein mann, var støðan ikki góð hjá Luitjen. Ungi maðurin royndi at stríðast eina løtu, men Rógvi lat ikki við seg koma og koyrdi ein tryggan sigur heim.

Rani Nolsøe, sum lá javnur við Rógva Egilstoft við 1 stigi undan dagsins talvum, hevði í dag hvítt móti Torkili Nielsen, sum hevði ½ stig. Her telvaði Rani Nolsøe sannførandi at kalla allan vegin, og hvørja ferð Torkil var eitt sindur óneyvur, fann Rani rætta leikin. Tí vann hann sær rættiliga skjótt greiðan fyrimun, og eftir 33 leikir valdi Torkil at gevast.

Í seinasta talvinum hevði Carl Eli Nolsøe Samuelsen hvíta fólkið móti Willa Olsen. Her stóð Carl Eli heldur betri tíðliga í talvinum, men tá so Wille longu í 16. leiki gjørdi ein ordiligan bukk, var leiðin løgd fyri einum sigri til Carl Eli. Hann tók eisini av møguleikanum og vann fáar leikir seinni.

Í morgin møtast argastu kappingarneytarnir hjá Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen, í innanhýsis dysti. Rani Nolsøe skal við svarta fólkinum vita, um hann verður tann fyrsti, sum megnar at koppa Høgna í ársins FM-kapping.

Eingin steðgar Heðin
Í 1. bólki var Heðin Gregersen einsamallur á odda undan dagsins dystum við fullum stigatali. Í dag skuldi hann royna seg við hvítum móti Margari M. Berg, men heldur ikki hann megnaði at steðga Heðini Gregersen. Longu í 9. leiki fekk Heðin fyrimun, tá Margar valdi at fara í longu borg, og Heðin var ómetaliga neyvur restina av talvinum. Hann telvaði mest sum feilfrítt, og endin var, at Margar gav skarvin yvir longu eftir 26 leikir.

Heiðrikur T. Jacobsen var nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen undan dagsins talvdystum, men hann megnaði ikki at fáa nakað burtur úr í dag. Hann hevði annars hvíta fólkið móti Jón í Horni Nielsen, men Jón telvaði væl og endaði við at koppa Heiðriki. Við sigrinum hevur Jón í Horni Nielsen nú lagt seg á 2. plássi í 1. bólki saman við Herlufi Hansen, sum í dag vann á Boga Hansen Eliasen. Teir báðir eru tó longu nú heili 1½ stig aftan fyri Heðin Gregersen, og nógv bendir longu nú á, at Heðin fer at gerast vinnari av fyrsta bólki. Um hann megnar at halda fast um góða gongdina, so fer hann uttan iva eisini at taka eitt stórt lop rætta vegin í rating.
Í seinasta talvinum í dag vann Janus Skaale við svørtum á Andriasi Danielsen.

Rógvi enn á odda
Í almenna bólkinum er Rógvi Mørkøre enn fremstur, men í dag megnaði hann ikki at fáa fulla úrtøku fyri fyrstu ferð í kappingini. Hann hevði svarta fólkið móti Ingolf Debes, sum bert var ½ stig aftan fyri undan talvinum teirra millum. Talan var um eitt sera javnt talv, men í 30. leiki gjørdi Rógvi ein stóran feil, sum Ingolf tó ikki megnaði at gera sær dælt av, og so endaði talvið við javnleiki. 
Rógvi er tí enn fremstur, men í hølunum á honum eru Ingolf Debes, Brandur Højgaard og Silas G. Hannesarson bara ½ stig aftanfyri. 

Rógvi vann toppdystin
Hjá unglingunum var toppdystur á skránni í dag millum teir báðar hægst styrkismettu telvararnar. Markus Jacobsen, sum hevði fult stigatal, hevði svart móti Rógva Heinason Olsen, sum var ½ stig aftanfyri. Her gjørdi Markus ein stóran feil longu í 12. leiki, tá hann misti mann, og sjálvt um hann stríddist leingi, so lat Rógvi ikki við seg koma og vann ein tryggan sigur.
Við sigrinum er Rógvi nú fremstur í unglingabólkinum, men hann er tó ikki einsamallur. Jónas Sólsker vann eisini sítt talv í dag og liggur harvið undir liðini á Rógva í oddinum.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613228.aspx?lan=7&art=2&rd=4

Rógvi Egilstoft
Talvfelagið Rókur og Talvsamband Føroya

Comments

Óbroytt í oddinum

11/4/2022

Comments

 
Picture
Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176).

Tey flestu eyguni vóru í dag helst vend ímóti talvinum millum brøðurnar Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft, sum eru teir báðir hægst styrkismettu telvararnir í landsliðsbólkinum. Við hvíta fólkinum kom Høgni heldur betri frá byrjan, og leik fyri leik vann hann sær ein lítlan fyrimun. Tá hann so við góðari kombinatión fekk frúnna frá Rógva fyri ein rók og ein bisp, tóktist talvið avgjørt. Rógvi royndi at stríðast eina løtu afturat, men Høgni var neyvur, og endin var, at Rógvi gav skarvin yvir.

Luitjen Akselsson Apol, sum eisini hevði fult stigatal undan dagsins talvum, skuldi í dag royna seg við hvítum móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Luitjen hevur verið ógvuliga sannførandi í ársins FM-kapping, og tað var hann aftur í dag. Hann telvaði mest sum feilfrítt, bygdi sær róliga ein fyrimun upp, áðrenn hann setti endaliga álopið inn. Endin var, at Carl Eli stóð eftir við tveimum monnum í færri, og so legði hann kongin. 

Nærmasti kappingarneytin hjá teimum báðum oddamonnunum, Hans Kristian Simonsen, hevði í dag hvítt móti Rana Nolsøe. Hans Kristian og Rani togaðust í dag bæði væl og leingi í spennandi og jøvnum talvi. Eftir góðar 40 leikir hevði Rani vunnið sær greiðan fyrimun og stóð til at vinna, men so var hann óneyvur. Tveir stórir feilir uppá fáar leikir blivu dýrir fyri Rana, og Hans Kristian takkaði fyri.

Í seinasta talvinum hevði Wille Olsen hvítt móti Torkili Nielsen. Undan talvinum hevði hvørgin teirra fingið nakað stig, so tað var umráðandi hjá báðum at fáa okkurt burtur úr hesum talvinum. Talan gjørdist ikki um nakað langt talv, tí eftir bert 22 leikir samdust teir báðir um javnleik.

Í morgin er oddadystur á skránni, tá Hans Kristian Simonsen hevur hvítt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Hin oddamaðurin, Luitjen Akselsson Apol, hevur eisini eina trupla uppgávu, tá hann skal royna seg við svørtum móti Rógvi Egilstoft.

Heðin nú púra einsamallur
Í 1. bólki er tað klaksvíkingurin, Heðin Gregersen, sum hevur lagt sjógv millum seg og restina av feltinum. Heðin hevði vunnið bæði talvini undan dagsins dystum, og í dag var hann aftur omaná, tá talvið var liðugt.

Hesa ferð hevði hann svart móti Andrias Danielsen. Eitt skiftið tíðliga í talvinum sá einki út hjá Heðini Gregersen. Andrias hevði nevniliga vunnið sær greiðan fyrimun, men Andrias var óneyvur, og so lat Heðin ikki við seg koma. Hann revsaði óneyvu leikirnar, og tað gekk ikki long tíð, so hevði hann vunnið talvið.

Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen er nú Heiðrikur T. Jacobsen. Heiðrikur tapti annars fyrsta talvi, men síðani tá hevur hann vunnið tvær ferðir á rað. Í dag gekk tað út yvir Boga Hansen Eliasen. Bogi stóð annars betri, tá hann brádliga gjørdi ein risafeil, og tað bleiv beinanvegin revsað av Heiðriki. 

​Í teimum báðum seinastu talvunum í 1. bólki vann Herluf Hansen á Janus Skaale, meðan Jón í Horni Nielsen og Margar M. Berg telvaðu javnt.

Rógvi er nú á odda
Í almenna bólkinum var toppdystur millum Rógva Mørkøre og Brand Højgaard í dag. Talan var leingi um eitt sera javnt og spennandi talv, men brádliga gjørdi Brandur ein stóran feil. Rógvi takkaði fyri, avgjørdi talvið og hevur nú lagt seg einsamallan á odda.
Honum í hølunum eru nú Flóvin M. Tummasarson og Ingolf Debes við ½ stigi færri. Flóvin M. Tummasarson vann í dag á Sigurd Joensen, meðan Ingolf Debes telvaði javnt móti Silas G. Hannesarson. 
Í morgin verður toppdystur, tá Ingolf Debes hevur hvíta fólkið móti Rógva Mørkøre.

Markus einsamallur fremstur
Í unglingabólkinum er Markus Jacobsen nú einsamallur í oddinum eftir dagsins umfar. Markus hevði í dag hvítt móti Poul Thomsen, og har var eingin slingur í valsinum hjá unga kollfirðinginum. 
Hóast Markus nú er einsamallur á odda, so er kappingin tó hørð, tí í hølunum á honum bara ½ stig aftanfyri eru teir báðir Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker, sum í dag telvaðu javnt í innanhýsis dysti.
Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=1

Rógvi Egilstoft
Talvfelagið Rókur
Talvsamband Føroya

Comments

Høgni og Luitjen á odda

11/4/2022

Comments

 
Picture
Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið. Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð.

Sigast má, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur havt ein hendingarríkan dag. Talvið hjá honum móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen byrjaði ikki fyrr enn kl. 19.00, meðan hini talvini vóru byrjaði kl. 14.00. Grundin til hetta var, at Høgni skuldi spæla fótbólt í Betrideildini, har liðið hjá honum 07 Vestur vann 1-0 á heimavølli fyri B68. Og talan gjørdist um góðan dag hjá Høgna. Hann gjørdist nevniliga matchvinnari í dystinum móti B68, tá hann skoraði einsamalla málið langt inni í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Síðani gekk leiðin norður til Eiðis, har hann var sannførandi móti Carl Eli. Hann vann sær heilt tíðliga í talvinum ein greiðan fyrimun, og Høgna líkt, so helt hann rimmarfast um henda fyrimunin og telvaði ein tryggan sigur heim.

Luitjen Akselsson Apol, sum fekk ein góðan sigur í 1. umfari, skuldi í dag royna seg við svarta fólkinum móti Torkili Nielsen. Tað gjørdi hann eisini í síðsta umfarinum í landskappingini, tá hann vann sannførandi. Og júst sannførandi var ungi maðurin aftur hesa ferð. Hann vann sær ein lítlan fyrimun tíðliga í talvinum, og við neyvari telving gjørdist hesin fyrimunurin størri og størri. Luitjen gjørdi tó ein stóran feil á vegnum, sum javnaði støðuna út, men Torkil fann ikki rætta leikin, og so var Luitjen eirindaleysur og koyrdi sigurin heim. 

Rógvi Egilstoft hevði eisini møguleika at standa við fullari úrtøku eftir fyrstu tvey umførini, men í dag snávaði hann við hvíta fólkinum móti Hans Kristiani Simonsen. Eftir eina javna byrjan telvaði Rógvi annars leingi sannførandi, og eftir 30 leikir hevði hann vinnandi fyrimun. Her var Rógvi tó endaður í tíðarneyð, og tá gjørdist hann óneyvur. Fyrimunurin, hann hevði vunnið sær, bleiv nú púra útjavnaður. Men tá teir báðir telvararnir rundaðu 40 leikir og fingu meira tíð, megnaði Rógvi enn eina ferð at vinna sær greiðan fyrimun, men bert í fáar leikir. Tá sandavágsmaðurin í 48. leiki flutti finnu e7, reyk fyrimunurin. Hetta vísti seg at vera ein stórur feilur, og nú var tað kollfirðingurin, Hans Kristian Simonsen, sum var við yvirlutan. Hans Kristian takkaði fyri og telvaði trygt restina av vegnum. Við sigrinum hevur hann nú 1½ stig og er í hølunum á teimum báðum oddamonnunum.

Í seinasta talvinum hevði Rani Nolsøe hvíta fólkið móti Willa Olsen. Her var tað Rani, sum hevði fyrimun fyrstu rímiliga nógvu leikirnar, men tá telvararnir rundaðu 30. leik var støðan blivin púra jøvn. Í støðuni hevði Rani tó kvalitet, men henda kvalitetin hevði Wille møguleikan at fáa aftur fáar leikir seinni. Hann fann tó ikki rætta leikin, og so hevði Rani aftur greiðan fyrimun. Hesa ferð lat hann ikki við seg koma og vann trygt. 

Í morgin møtast brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft, sum vóru at meta sum favorittar undan kappingini. Luitjen Akselsson Apol, sum liggur fremstur saman við Høgna, hevur í morgin hvíta fólki móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Hans Kristian Simonsen, sum í løtuni er nærmasti kappingarneytin hjá teimum báðum oddamonnum, hevur hvíta fólkið móti Rana Nolsøe. Í seinasta talvinum Wille Olsen hvítt móti Torkili Nielsen.

Heðin er flúgvandi
Í 1. bólki er tað Heðin Gregersen, sum hevur lagt seg einsamallan á odda eftir dagsins talv. Í gjár koppaði Heðin hægst styrkismetta telvaranum, Herluf Hansen, við svarta fólkinum, og í dag var túrurin so komin til sera evnaríka Jón í Horni Nielsen, sum eisini hevði vunnið sítt talv í gjár.
Tað gekk javnt á fyrstu longu løtuna av talvinum, men brádliga var Jón í Horni Nielsen óneyvur tvær ferðir innan fáar leikir, og so hevði Heðin Gregersen stóran fyrimun við bispaparinum og eini finnu fleiri móti róki í endatalvi. Her var Heðin ísakaldur og telvaði ein tryggan sigur heim.
Bæði Andrias Danielsen og Janus Skaale kundu eisini enda dagin við tveimum stigum samlað, men hvørgin teirra fekk fulla úrtøku í dag. Andrias Danielsen fekk javnleik móti Herluf Hansen eftir 55 leikir í einum talvi, sum var sera javnt allan vegin, meðan Janus Skaale tapti fyri Heiðriki T. Jacobsen, sum fekk sín fyrsta sigur. Tað sama gjørdi Margar M. Berg, sum vann við hvíta fólkinum móti Boga Hansen Eliasen.  
Í morgin er toppdystur á skránni, tá Andrias Danielsen við hvíta fólkinum møtir oddamanninum, Heðin Gregersen. Andrias er bert ½ stig aftan fyri Heðin. 

Tríggir við fullum stigatali
Í almenna bólkinum eru tað nú tríggir av telvarunum, sum renna undan hinum. Rógvi Mørkøre, Brandur Højgaard og Ingolf Debes vunnu allir sannførandi í dag og liggja tí fremstir við tveimum stigum.
Ratingfavoritturin, Flóvin M. Tummasarson, snávaði og fekk bert ½ stig við svarta fólkinum móti Silas G. Hannesarson, men Flóvin skal vera glaður fyri hálva stigið, hann fekk í dag. Silas telvaði nevniliga sannførandi stóran part av vegnum og hevði fullkomiliga vunna støða, tá hann brádliga gjørdi ein stóran feil. Hetta javnaði talvið út, og lítla løtu seinni samdust teir báðir um javnleik. 
Í morgin hittast Rógvi Mørkøre og Brandur Højgaard í oddadysti.

Favorittarnir eru nú fremstir
Í unglingabólkinum eru tað nú teir fýra favorittarnir, sum liggja fremstir eftir dagsins talv. Rógvi Heinason Olsen, Markus Jacobsen, Jónas Sólsker og Poul Thomsen, sum eru teir fýra í unglingabólkinum við hægsta styrkitalinum vunnu nevniliga allir síni talv í dag, og tí koma teir at møtast í innanhýsis talvi í morgin.
Her hevur Jón Sólsker hvítt ímóti Rógva Heinason Olsen, meðan Markus Jacobsen hevur hvítt ímóti Poul Thomsen.
Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=1

Rógvi Egilstoft
Talvfelagið Rókur og Talvsamband Føroya

Comments

Favorittarnir væl frá byrjan

9/4/2022

Comments

 
Picture
​Fyrstu leikirnir vórðu í dag fluttir við 51. føroyameistarakappingina í talvi, sum í hesum døgum verður hildin á Eiði.

Í landsliðsbólkinum komu favorittarnir væl frá byrjan. Høgni Egilstoft Nielsen (2410), sum hevur vunnið føroyameistaheitið tvey tey seinastu árini, byrjaði verjuna við hvíta fólkinum móti pápanum, Torkili Nielsen (2136). Høgni vann sær tíðliga í talvinum lítlan fyrimun, og sjálvt um Torkil tóktist at fóta sær nakað, so var hann tó í onkrum førum nakað óneyvur, og Høgni dugdi væl at finna røttu leikirnar til at vinna sær greiðan fyrimun. Tá Torkil so í 28. leiki flutti Rig4, var leyst og liðugt. Í støðuni misti hann vinnandi leik hjá Høgna, og føroyameistarin lat ikki við seg koma.

Við hvíta fólkinum móti Rana Nolsøe (2068) kom Rógvi Egilstoft (2369), sum eins og bróðurin Høgni hevur vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir, eisini væl frá byrjan. Leingi var støðan annars rættiliga jøvn millum teir báðar, men í einum rímiliga fløktum miðtalvi gjørdi Rani Nolsøe ein feil, og so var Rógvi eirindaleysur. Við neyvum flytingum vann hann sær so greiðan fyrimun, at Rani endaði við at geva skarvin yvir.

Yngsti maðurin í landsliðsbólkinum, Luitjen Akselsson Apol (2160), sum fyri tveimum árum síðani var í umdysti móti Høgna Egilstoft Nielsen um føroyameistaraheitið, kom eisini væl frá byrjan. Í fyrsta umfari hevði hann hvíta fólkið móti Willa Olsen (2006), og har var eingin slingur í valsinum hjá unga manninum. Hann vann sær heilt tíðliga í talvinum ein fyrimun, og longu í 12. leiki vann hann frúnna frá Willa fyri tveir menn. Wille fekk tó rímiliga gott mótspæl, og í øllum rokanum kendi Luitjen seg helst so mikið trýstan, at hann ofraði frúnna aftur fyri rók og mann, og brádliga hevði hann bert kvalitet og finnu færri. Men Luitjen telvaði neyvt í endatelvinum, og so var sigurin heima.

Í seinasta talvinum hevði Hans Kristian Simonsen (2176) hvíta fólkið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2168). Hetta gjørdist drúgvasta talvið á degnum. Teir báðir togaðust í á leið fýra og ein hálvan tíma, áðrenn teir samdust um javnleik. Talvið hevði annars bylgja aftur og fram. Leingi hevði Hans Kristian lítlan fyrimun, og í tíðarneyðini hjá Carl Eli tóktist Hans Kristian at hava vunnið sær vinnandi fyrimun. Han var tó óneyvur, og áðrenn hann visti av, stóð Carl Eli brádliga við finnu meira í endatalvi. Carl Eli var tó enn í tíðarneyð, og tað endaði við, at teir báðir samdust um javnleik.

Í 2. umfari í morgin hevur føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, svarta fólkið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Rógvi Egilstoft hevur hvíta fólkið móti Hans Kristiani Simonsen. Spennandi verður eisini at fylgja Luitjen Akselsson Apol, sum hevur svarta fólkið móti Torkili Nielsen. Seinast hesir báðir møttust, var í seinasta umfari í landskappingini, tá Luitjen vann eitt sera avgerandi talv við júst svarta fólkinum. Seinasta talvið verður millum Rana Nolsøe og Willa Olsen.

Hægst rataðu taptu í 1. bólki
Í 1. bólki funnu øll talvini ein vinnara. Tað sermerkta var, at teir báðir hægst rataðu telvararnir báðir endaðu við at tapa. Heðin Gregersen (1860) fekk eina flúgvandi byrjan, tá hann við svarta fólkinum koppaði hægst rataða telvaranum í 1. bólki, Herlufi Hansen (1992). Eisini Janus Skaale (1893) fekk eina góða byrjan, tá hann við hvítum vann á Margar M. Berg (1985), sum er næst hægst rataði telvarin í bólkinum.

Andrias Danielsen (1893), sum fyri fáum árum síðani var við í landsliðsbólkinum, kom eisini væl frá byrjan við einum sigri móti Heiðriki T. Jacobsen (1849). Í seinasta talvinum endaði evnaríki sandavágsmaðurin, Jón í Horni Nielsen (1956), við at vinna móti Boga Hansen Eliasen (1832). Jón í Horni Nielsen hevur verið eitt stórt talent í fleiri ár, men í vetur hevur hann av álvara tikið stór fet, og í dag fekk hann eisini eina góða byrjan uppá 1. bólk.

Brestir við góðum sigri
Í almenna bólkinum vóru tað at kalla í øllum førunum favorittarnir, sum fór avstað við sigrinum. Flóvin M. Tummasarson, Brandur Højgaard og Rógvi Mørkøre, sum eru hægst rataðu telvararnir, vunnu allir, sjálvt um Brandur hevði ávísar avbjóðingar av Mortan Mørkøre.

Tað sama gjørdu Ingolf Debes, Silas G. Hannesarson og Henrik W. Joensen, sum kunnu gerast avbjóðarar í kappingini.

Mest óvæntaða úrslitið í hesum bólkinum stóð blaðungi Brestir Samuelsen fyri. Sjálvt um hann hevði á leið 500 ratingstig færri enn mótstøðumaðurin Johan E. Hansen, so telvaði Brestir bæði neyvt og væl og endaði við einum góðum sigri.

Allir favorittarnir vunnu
Hjá unglingunum var einki óvæntað úrslit á degnum. Favorittarnir vóru allir tryggir í sínum talvum, men í morgin verður helst meira spennandi, tá onkur teirra møtist í innanhýsis talvi.

Øll úrslitini frá kappingini kunnu annars síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0

Talvfelagið Rókur og Talvsamband Føroya

Comments

Harry Kane bleiv besti fótbóltsspælarin í mars mánaðinum

3/4/2022

Comments

 
Picture
Tað gongur gott hjá Tottenham fyri tíðina. Teir vunnu trygt í gjár 5-1 á Newcastle og liggja nú nummar 4 í ensku kappingini.

Ein spælari hjá Tottenham skarar framum hinar og tað er Harry Kane, hann hevur spælt sera væl tær seinastu vikurnar og hann er júst kosin besti spælarin í Onglandi í mars mánaðinum.

Ongin annar spælari í Premier League í søguni hevur vunnið so ofta “Player of the month” sum Harry Kane.
Her hæddarpunktini frá dystinum Tottenham – Newcastle,

klikk link herundir.

​SáH

Comments

Mjølnir Føroyameistarar 2022 í stórum stíli

2/4/2022

Comments

 
Picture
​Mjølnir sum var stórfavorittur at vinna FM 2022 gjørdu sína skyldu og vunnu teir finaluna 3-0 á ÍF í Ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn.

Fyrsta settið vunnu teir lættliga 25-12 og fólk hildu at hetta fór at vera ein lættur dystir at vinna, men í øðrum settið svaraði ÍF aftur og settið gjørdist sera spennandi, har Mjølnir vann tepurt 27-25. Í triðja settið byrjaði ÍF best og setti Mjølnir undir press, men tá ið Mjølnir hevði fingið skil á sínum spæli og uppstilling, so koyrdu teir settið heim og vunnu lættliga 25-16 í stórum stíli og sostatt kunnu kallað seg Føroyameistarar 2022.

Dagsins spælari bleiv liðskiparin hjá Mjølnir Thorvald Danielsen og tað hevði hann fult uppiborið at blíva, hann spældi serstakliga væl og vóru hansara servir sera góðar og eisini frammanfyri netið vísti hann hvør var best á tí økinum.

Stórt tillukku øll somul í Mjølnir.

SáH

Picture
Comments

22 finalur við fýra gullsettum

2/4/2022

Comments

 
PictureMyndin er av Mjøli, sum er verandi føroyameistari. Skal Mjølnir missa meistaraheitið, so skal ÍF gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr: Vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrsta finaludystin.
​ Í dag verða føroyameistaraheitini í Føroya Tele-deildini í flogbólti avgjørd, tá kvinnurnar úr Fleyr møta SÍ, og menninir hjá Mjølni møta ÍF.

Í fyrru finalunum, sum vóru mikudagin og hósdagin, vann Mjølnir á ÍF hjá monnunum, og hjá kvinnunum vann Fleyr á SÍ. Tað liðið, sum vinnur tveir dystir, verður føroyameistari. Vinna liðini hvør sín dyst, so verður meistaraheitið avgjørt við einum sonevndum gullsetti upp í 15. 

Í 2010 var fyrsta ferð, at finalur vórðu spældar um føroyameistaraskapin í flogbólti. Áðrenn ta tíð høvdu øll føroyameistaraheitini verið avgreidd við vanligari landskapping.   

Nógvar av finalunum hesi 12 árini hava verið minniligar, og sterkastar í minninum munnu tær frá í fjør standa, tá báðar vórðu avgjørdar við gullsetti.

Henda skipan var sett í verk í 2016, og longu fyrsta árið varð gullsettið brúkt, eftir at Fleyr og Dráttur høvdu vunnið hvør sína finalu. Gullsettið vann Fleyr 16-14.

Árið eftir var tað aftur gullsett sum avgjørdi føroyameistaraheitið, tá menninir hjá SÍ vunnu 17-15 á Fleyr.  

Áðrenn gullsettið varð tikið í nýtslu í 2016, varð ein triðja finala spæld, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst. Fyrstu ferð tað hendi, var fyrstu ferð, at farið varð at spæla finalur í 2010. Menninir hjá SÍ og Mjølni vóru í finaluni og vunnu hvør sín 5-settara. Tí varð neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti. Hann vann SÍ 3-0.

Bert eina aðra ferð eru tríggir finaludystir spældir. Tað var henda dag, 2. apríl, í 2015, at kvinnurnar hjá TB vunnu triðja finaludystin 3-0 á Drátti.

Enn er tað ongantíð komið fyri, at liðið, sum vann fyrstu finaluna, ikki er vorðið føroyameistari. Hagtalsliga mótbrekkan er tí brøtt hjá SÍ og ÍF, sum bæði noyðast at vinna fýra sett í dag fyri at vinna føroyameistaraskapin: Trý sett í vanliga dystinum, og síðani eitt gullsett. 

Fleyr og Mjølnir kunnu hinvegin vinna meistaraheitið við bara at vinna eittans sett – um tað bara er sjálvt gullsettið, sum verður vunnið. Men hetta er vágin strategi, og sjálvsagt verður øll orka løgd í heldur at vinna trý sett í sjálvum dystinum. So er føroyameistaraheitið tryggjað. 

Hvussu leikur fer, síggja vit kl. 16, tá kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ spæla, og kl. 19, tá menninir hjá Mjølnir og ÍF spæla. Báðir dystirnir eru í høllini á Hálsi í Havn.  

Báðir dystirnir verða eisini vístir beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.

Úrslitini, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010:


2021 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala: Dráttur - SÍ 0-3 (14-25, 18-25, 15-25)
Seinna finala 3. apríl: SÍ - Dráttur 2-3 (25-21, 20-25, 23-25, 25-21, 12-15)
Gullsett: SÍ - Dráttur 17-15 

2021 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra  finala: ÍF - Mjølnir 1-3 (14-25, 22-25, 26-24, 21-25)
Seinna finala 3. apríl: Mjølnir - ÍF 2-3 (25-21, 14-25, 23-25, 25-19, 17-19)
Gullsett: Mjølnir - ÍF 15-11 

--------  

2020 kvinnur: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: Dráttur
Nr. 3: KÍF

2020 menn: Mjølnir føroyameistari*

Nr. 2: SÍ
Nr. 3: Fleyr  

*Hetta árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á korunustøðuna, sum tá var. Avgørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá, skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið.   

--------  

2019 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl: Fleyr - SÍ 3-2 (23-25,25-20, 28-30, 25-23, 22-20)
Seinna finala 20. apríl: Fleyr- SÍ 3-2 (23-25, 25-23, 25-23, 29-31, 15-11) 

2019 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl: Mjølnir - Fleyr 3-1 (29-31, 25-23, 25-27, 25-19)
Seinna finala 20. apríl: Mjølnir - Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26) 

-------- 

2018 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl: Fleyr - KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)
Seinna finala 14. 2018: Fleyr - KÍF 3-0 (25-20, 25-23, 25-11) 

2018 menn: ÍF føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl: ÍF - Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)
Seinna finala 14. apríl: ÍF - Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12) 

--------  

2017 kvinnur: Dráttur føroyameistari
Fyrra finala 13. apríl: Dráttur - KÍF 3-0 (25-10, 25-21, 25-19)
Seinna finala 15. apríl: Dráttur-KÍF 3-1 (25-22, 19-25, 25-19, 25-23) 

2017 menn: SÍ føroyameistari

1. finala 13. apríl: Fleyr - SÍ 0-3 (22-25, 17-25, 22-25)
2. finala 15. apríl: Fleyr - SÍ 3-0 (25-18, 26-24, 25-22)
Gullsett Fleyr - SÍ 0-1 (15-17) 

-------- 

2016 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 24. mars: Dráttur – Fleyr 1-3 (20-25, 10-25, 25-13, 13-25)
Seinna finala 26. mars: Dráttur – Fleyr 3-0 (27-25, 25-23, 25-16)
Gylta settið: Dráttur – Fleyr: 0-1 (14-16) 

2016 menn: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 24. mars: SÍ – Fleyr 3-1 (18-25, 25-14, 25-22, 25-19)
Seinna finala 26. mars: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-19, 27-25)

======== 

2015 kvinnur: TB føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars: TB – Dráttur 3-2 (17-25, 15-25, 15-20, 25-17, 15-10)
Onnur finala 1. apríl: TB - Dráttur 1-3 (22-25, 25-19, 22-25, 23-25)
Triðja finala: 2. apríl: TB - Dráttur 3-0 (25-22, 25-18, 25-18) 

2015 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars: ÍF – Fleyr 3-1 (25-17, 25-11, 25-20, 25-10)
Onnur finala 1 apríl: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-22, 25-20) 

--------  

2014 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 30. mars: Mjølnir - Fleyr 3-1 (25-18, 25-14, 21-25, 21-19)
Onnur finala 5. apríl: Mjølnir - Fleyr 3-2 (25-11, 22-25, 25-19, 22-25, 23-25)

2014 menn: ÍF føroyameistari

Fyrsta finala 29. mars: ÍF – Fleyr 3-0 (25-21, 25-10, 25-23)
Onnur finala 5. apríl: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-15)  

-------- 

2013 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 13. mars: Mjølnir - SÍ 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)
Onnur finala 5. apríl: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-09)

2013 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 14. mars: ÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 26-28, 25-14)
Onnur finala 16. mars: ÍF – SÍ 3-1 (23-25, 25-19, 25-13, 25-17) 

-------- 

2012 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-27, 25-19, 25-18, 24-26, 15-08)
Onnur finala 24. mars: Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-14, 25-22, 26-24) 

2012 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-16, 25-14)
Onnur finala 24. mars: SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 20-25, 25-21, 25-13) 

-------- 

2011 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars: Fleyr – Mjølnir 1-3 (21-25, 24-26, 25-23, 21-25)
Onnur finala 27. mars: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-18, 23-25, 23-25, 25-06) 

2011 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars: ÍF – Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 21-25, 25-16, 20-18)
Onnur finala 27. mars: Mjølnir - ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21, 16-25) 

-------- 

2010 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars: SÍ – TB 3-1 (17-25, 26-16, 25-19, 25-22)
Onnur finala 21. mars: SÍ - TB 3-1 (25-21, 25-13, 25-27, 28-26) 

2010 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars: SÍ – Mjølnir 3-2 (19-25, 25-21, 28-30, 25-12, 15-09)
Onnur finala 21. mars: SÍ – Mjølnir 2-3 (17-25, 25-19, 25-20, 22-25, 13-25)
Triðja finala 27. Mars: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-22, 27-25, 25-16)

 

-------- 

Myndin er av Mjøli, sum er verandi føroyameistari. Skal Mjølnir missa meistaraheitið, so skal ÍF gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr: Vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrsta finaludystin.

Flogbóltssamband Føroya

Comments

Seinasta freist at melda til FM í talvi nærkast

1/4/2022

Comments

 
Picture
Í døgunum frá 9. – 15. apríl verður FM í talvi fyri einstaklingar á skránni, og fyri fyrstu ferð í 50 ára søguni hjá FM verður kappingin hildin á Eiði. Tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

Nú tað bert er ein góð vika til kappingarbyrjan, so merkir tað eisini, at seinasta freist at melda til kappingina nærkast. Seinasti dagur at melda til er týsdagin 5. apríl. Hóast tað enn er rímiliga góð tíð at melda til, so eru tað tó longu nú úti við 40 telvarar, ið hava melda til kappingina, men vónin er sjálvandi, at enn fleiri fara at melda til hesar seinastu dagarnar tilmeldingin er opin.

Sjey føroyameistarar longu tilmeldaðir
Av teimum, sum longu hava boðað frá luttøku, eru heili sjey telvarar, sum áður hava vunnið føroyameistaraheitið. Verjandi føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur vunnið FM tvey tey síðstu árini og tríggjar ferðir tilsamans, hevur boðað frá luttøku. Tað sama hava eldri bróðurin, Rógvi Egilstoft, og pápin, Torkil Nielsen, sum báðir eisini eru trífaldir føroyameistarar. 

Umframt teir hava eisini brøðurnir Rani og Eyðun Nolsøe boðað frá luttøku. Teir hava báðir roynt at verið føroyameistarar. Tað sama hava Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Hans Kristian Simonsen, sum eisini verða við í føroyameistarakappingini í ár.

Nýggjur bólkur
Tá boðað varð frá, at føroyameistarakappingini verður á Eiði í ár, var samstundis boðað frá, at ætlanin var at hava tríggjar bólkar: ein landsliðsbólk, ein almennan bólk og ein unglingabólk. Hetta er tó broytt, nú tað sær út til, at undirtøkan verður góð.

Ein nýggjur bólkur er nevniliga lagdur afturat kappingini. Tað er 1. bólkur, sum er ein bólkur við 8 teimum næst sterkastu telvarunum, sum verða við í kappingini. Tað vil siga, at landsliðsbólkurin og 1. bólkur verða mannaðir við 8 telvarum, meðan restin av vaksnu telvarunum verða við í almenna bólkinum. 

Talvfelagið Rókur

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.