NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Langhylurin er í tryggum hondum

19/2/2018

Comments

 
Billede
Tað hevur vakt ørkymlan, at langhylurin er útsettur nakrar mánaðir. Men havnaborgarar nýtast ikki at óttast, tí langhylurin er í tryggum og góðum hondum.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi meiriluta er langhylurin ein av fremstu raðfestingunum. Tað er tó ein sannroynd, at nógv virksemi er í gongd í løtuni, og okkara íløgukarmur er søguliga høgur í ár, 197 mió. kr. 

Tað, sum fyrst og fremst tyngir íløguætlanina, er byggingin av skúlanum á Fløtum fyri 383 mió. Tórshavnar Havn verður í løtuni útbygd fyri 465 mió,  og Musikkskúlan settu vit í meirilutanum í gongd í fjør fyri 100 mió.

Ein íløga, sum hevur bíðað eftir politiskari raðfesting í 10 ár.
Ásannandi, at okkara eldru borgarar hava tørv á umlætting og á búplássum, hava vit valt at raðfesta ein umlættingardepil á 25 pláss til okkara eldru fyri 25 mió, at byggja út Tjarnargarð til demensdepil fyri 25 mió, umframt at vit hava verið noydd at raðfesta bráðneyðugar íløgur í kloakkir, miðbýarætlan við meira.

Tá ið stórar verkætlanir liggja inni í karminum, í hesum føri serliga Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, er sera trupult fyri ikki at siga fíggjarliga ábyrgdarleyst, at seta í gongd verkætlanir fyri 100 tals mió kr samstundis.

Hetta hevði í ringasta føri bæði seinkað og dýrkað verkætlanina óneyðuga nógv. Umsitingarliga er tað somuleiðis ómøguligt at hava nøktandi eftirlit og fyrireika so nógvar verkætlanir, samstundis sum eisini nógv ferð er á búskapinum.

Tí hava vit avgjørt at útseta langhylin nakrar mánaðir, soleiðis at rúm er fyri hesari bygging, tá ið Musikkskúlin er liðugur í 2019. Tað er umráðandi at vit raðfesta neyvt og eru realistisk um tær verkætlanir, sum kommunan fremur, og eisini at vera erlig mótvegis borgarunum um, nær hesar verkætlanirnar verða framdar.

Ætlanin er tí at undirrita projekterinsavtalu seinni í ár við SNA. Vanligt er, at tað tekur eitt ár at projektera, og síðan kann farast undir sjálva byggingina.

Ført verður fram, at undanfarna býráð setti gongd á langhylin. Hetta er ein sannleiki við rættiliga nógvum modifikatiónum. Langhylurin hevur verið á dagsskrá í býráðnum síðani 2004, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr, annað enn eitt arkitektauppskot fáar vikur undan, at sitandi meirluti tók yvir í býráðnum í 2017.

Á fíggjarætlanini  hjá undanfarna býráði vóru 5 mió settar av til hesa verkætlan aftur í  2013, sum hvørki rakk til fulla projektering av hylinum, ei heldur til sjálva byggingina, ið er mett at verða áleið 100 mió.

Vit ásanna, at svimjingin í Tórshavnar kommunu eigur at fáa fremstu raðfesting, og tí verður langhylurin eisini fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu. Langhylurin er umráðandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og ikki minst verður hann føroyskari svimjing at frama.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.