NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Billardfelag bleiv heiðra av Klaksvíkar Býráð

29/5/2015

Comments

 
Picture
Í lítari samkomu í gjárskvøldið bleiv Klaksvíkar Billardfelag heiðra av Klaksvíkar Býráð.

Tað var forðkvinnan í Mentunarnevndini Signhild V. Johannesen, sum handaði øllum leikarnum blómutyssið og ein kekk frá Klaksvíkar Kommunu uppá 8.000,00 kr. fyri teirra góða úrslit í hesum kappingar árinum, har Klaksvíkar Billardfelag gjørdi reint borð og vann allar deildirnar.

Forðmaðurin í Klaksvíkar Billardfelag var burturskaddur og tískil tók kassameistarin Urbanus Olsen ímóti kekkinum. Onkrir av spælarnum vóru eisini sjúkir, eitt nú, Kristian Suni Høgnesen og Hallur Joensen, so luttøkan kundi verið betur til hesa samankomu, men vit fingu eina ríka løtu saman.

Signhild V. Johannesen helt eisini eina góða røðu fyri Klaksvíkar Billardfelag. Røðan er prenta niðanfyri.

Norðoya Portalurin ynskir eisini Klaksvíkar Billardfelag hjartaliga tillukku við góða úrslitinum, betur kann tað ikki gerast.

SáH

Røða, Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini helt fyri Klaksvíkar Billiardfelag á samkomu í felagshølum teirra 28. mai 2015. 
 
Ein av undangongumonnunum í billiardspæli, Haldor Holm, var ikki hvør sum helst. Sum ungur maður var hann limur í DSU, Dansk Sosialistisk Ung. Har vóru aðrir mætir menn sum Viggo Kampmannn; teir komu at kennast og knýttu vinarbond. 
 
Haldor flytir til Klaksvíkar, og seinni gerst Viggo danskur forsætismálaráðharri. Forsætismálaráðharrin kemur á Føroyavitjan og ynskir at heilsa upp á Haldor, men tíðarætlanin helt av einhvørjari orsøk ikki, og teir sóust ikki á teirri vitjanini. 
 
Kampmannn var so forharmaður, at næstu ferð danski forsætismálaráðharrin kom á vitjan, hesaferð var tað Jens Otto Krag, heitti Kampmannn á Krag um at fáa Haldor Holm við á skránna. Tað eydnaðist, og kom forsætismálaráðharrin við fylgi til ábit, í dag kanska kallað brunsj. 
 
Við í fylginum vóru embætisfólk og løgmaður, Hákun Djurhuus. Haldor spyr forsætismálaráðharran: “Må jeg få lov at spørge Dem et spørgsmål?” “Gerne” svaraði forsætismálaráðharrin. “Hvad hed den danske statminister i 1920?” “1920? ... hmmm?” Allir at klóra sær í nakkanum, og fleiri nøvn vórðu nevnd, m.a. Zale, men nei Jens Otto Krag visti ikki. Løgmaður og onnur royndu at hjálpa forsætismálaráðharranum. Aftan á mikið høvuðbrýggj sigur Haldor: “Jeg mente, hvad hed De i 1920?” Hóast Haldor hoyrdi, at teir misskiltu spurningin, læt hann kjakið fara so langt, at tað bleiv pínligt. 
 
Nøkur ár seinni var Haldor í Danmark og hevði fingið avtalu við Jens Otto Krag at koma framvið at heilsa uppá, tá sigur Krag: “Ikki gloymi eg spurningin hjá tær, havi fortalt tað fyri fleiri av mínum vinum, helt tað ikki vera lítið frekt.” Soleiðis kenna nøkur av tykkum kanska Haldor Holm. 
 
Eitt lítið felag við stórum menningarmøguleikum og vilja. Tit hava virkuliga víst í verki, at tit kunnu og hava markerað Klaksvíkar Billiardfelag sum eitt felag við stórari framgongd. 
FM- vinnarar í 1. deild, vinnarar í 2. deild og vinnarar í 3. deild. 
 
Eisini hava tit met í at vinna Føroyameistaraheitið fyri lið og einstaklingar og met í at vinna Haldor Holm cup kappingina. 
 
Tit eru teir bestu í landinum.    
 
Smáir men knáir, sigur orðatakið, ikki kann sigast annað um eitt felag við 30 limum, sum kortini megnar at seta seg á heimskortið í Føroyum. 
 
Tað er altíð hugaligt at síggja fólk, sum brenna fyri sakini, og tað gera tit so sanniliga. Tit hava hugnað um og gjørt hesi hølini betri, og trivnaðurin er hareftir. Øll tann orkan og øll tann tíðin, tit brúka í felagnum og í húsinum, er gull verd. Kanska eru hvørki vit ella tit greið yvir, hvat tit gera fyri samfelagið, og hvat tit leggja eftir tykkum. Tit skapa virðing, trivnað og nøgdsemi, nakað sum onnur taka til sín og njóta gott av. 
 
Eg kann ikki annað enn fegnast um, at vit funnu eina nøktandi loysn við hesum hølunum. Eru tit nøgdir, eru vit tað eisini. Nøgdsemi og framgongd hjá felagnum smittar av sær í lokalsamfelagnum og slær ringar í sjógvin. 
 
Eg ynski tykkum hepna hond framyvir. Hjartaliga til lukku og takk fyri, at tit góvu tykkum stundir at líða á. 
 
So fari eg at biða FM-vinnarnar í 1. deild - Hallur og Kristian Suna - vinnarnar í 2. deild - Allan og Petur Joleiv - og vinnarnar í 3. deild - Hans Jacob og Rana - koma higar. Harumframt vil eg eisini hava formannin í felagnum at koma higar.  
 
Hjartaliga til lukku. 
 
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly