NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kallað rennibreytina upp eftir Guttorm

6/7/2021

Comments

 
Picture
Nú ein av okkara aller størstu ítróttarmonnum í Føroyum er farin um sýn, skjóti eg upp, at vit fara at kallað rennibreytina í Djúpumýru upp eftir hesum mæta manni.

Guttorm Sørensen hevur gjørt sera nógv fyri okkara bý ígjøgnum alt sítt lív og hava vit nógv at takka honum fyri. Einamest innan renningina og har hjartabørnini hjá honum vóru Treysti og rennibreytin.

Sjálvir havi eg ikki runnið nógv, men eg havi tikið hópin av myndum, har Guttorm og onnur góð fólk frá Treystinum hava fyriskipa rennikappingar og altíð havi eg fingið eitt hugnaligt prát við Guttorm, har hann sum oftast var primus motor og startari til hesar kappingar.

Seinast var í mai í ár, tá enn ein kapping fór av bakkastokkinum uttanfyri Norðoya Sparikassa og tá fingu vit eitt stutt prát og vit tosað um krabbamein og koppseting, nú eisini fleiri í mínari familju stríðast við hesu hervligu sjúku, men tú var við gott mót og ynski okkum alt tað besta og so fórt tú aftur at útvarpa, hvør kom fyrst á mál og hvat tíðirnar vóru hjá ymsu rennarnum.

Nú aftaná havi eg tonkt uppá okkara samrøðu umaftur og hon segði ikki so lítið um teg, tú tonkti fyrst uppá hinu og ikki teg sjálvan, sjálvt um tú vart í einum djúpum dali. Tað átti vit øll at lært nógv av, ikki bara at tonkja uppá seg sjálvan, men sanniliga eisini tonkja uppá hinu og gera sítt til at øll hava tað gott og føla seg heima í einum felagskapi.

Havi lisið tey mongu minningarorðini um teg hesa vikuna og tað hevur verið ein rørandi lesnaður og øll hava bara rósandi orð at geva tær og tað hevur tú sanniliga uppiborið. Onkur tár eru eisini farin niður eftir kinninum, tí mínir tankar leita eisini til lítla beiggjan hjá mær, nú hann eisini fór um sýn alt ov tíðliga og alt blussar uppaftur, tá ið ung fólk doyggja og alt tyktist so tómt og meiningsleyst.

Men títt lív hevur ikki verið meiningsleyst, tú hevur lagt stórar varðar eftir tær og nú haldi eg at vit skulu leggja ein varða eftir tær og kallað rennibreytinum upp eftir tær Guttorm Sørensen.

Hvíl í friði og Jesus pápi verður hjá tykkum sum eftir sita í tykkara sváru tíð sum nú kemur.

Símun á Høvdanum

Her ein grein eg skrivaði um teg, tá ið tú fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen í 2018., klikk link her: https://news.fo/roerandi-loeta-ta-guttorm-soerensen-fekk-handad-heidursskjal/

Her grein tá ið spakin bleiv settur í til rennibreytina, tá vart tú ein stoltur maður, klikk link her: https://news.fo/spakin-settur-i-til-rennibreytina/​

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.