NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Høgni er føroyameistari – stórur dramatikkur hjá unglingunum

15/4/2022

Comments

 
Picture
Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki fyrr í dag, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið.

Og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn javnleikurin var í hús. Eftir bert 6 leikir samdust teir báðir um javnleikin, og so var tað longu tá greitt, at Høgni aftur í ár er føroyameistari í talvi. Føroyameistaraheitið bleiv grundlagt fyrstu fimm umførini, tá Høgni vann øll síni talv. Longu tá var hann 1 stig framman fyri evnaríka Luitjen Akselsson Apol, sum hann møtti í 6. umfari. Teir báðir telvaðu javnt í innanhýsis talvinum, sum gjørdi, at javnleikurin hjá Høgna ímóti Willa í dag var nóg mikið til at tryggja FM-sigurin.

Høgni hevur annars havt eitt fram úr kappingarár í vetur. Í FM-kappingini fyri lið vann hann øll 10 talvini, meðan hann nú í FM-kappingini fyri einstaklingar hevur vunnið 5 og telvað 2 jøvn.

Ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol hevur verið størsti kappingarneytin hjá Høgna Egilstoft Nielsen í hesari kappingini. Í dag var skjótt greitt, at hann fór ikki at fáa Høgna aftur í oddinum, tá Høgni og Willi tóku javnleik mest sum alt fyri eitt. Tí ráddi um hjá Luitjen at halda fast um 2. plássið, og tað kundi hann við einum javnleiki í síðsta talvinum í dag móti Rana Nolsøe.

Luitjen og Rani royndu eitt sindur longu enn Høgni og Willi í dag, men talan gjørdist ikki um nakað drúgt talv. Eftir 14 leikir samdust teir báðir um javnleik, og so var 2. plássið tryggjað hjá Luitjen. Hóast hann bert er 16 ára gamal, er hetta aðru ferð, at hann endar á einum 2. plássi í landsliðsbólkinum.

Hans Kristian Simonsen lá á 3. plássi í landsliðsbólkinum undan dagsins umfari. Hann var ½ stig framman fyri Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógvi Egilstoft, sum møttust í innanhýsis talvi. Hans Kristian sjálvur skuldi møta Torkil Nielsen við svørtum, men sjálvt um ½ stig var nóg mikið til at tryggja 3. plássið, so var eingin slingur í valsinum hjá Hans Kristiani í dag. Hann telvaði sannførandi allan vegin móti Torkil og vann at enda trygt.

Seinasta talvið í dag millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógva Egilstoft endaði við javnleiki.

Heðin vann fyrsta bólk
Heðin Gregersen hevur verið væl telvandi hesar dagarnar í páskavikuni. Undan dagsins umfari hevði hann vunnið sær 5 stig eftir fimm sigrar og eitt tap. Í dag kundi hann so tryggjað sær sigurin í 1. bólki við at fáa í minsta lagi ½ stig móti Boga Hansen Eliasen við svarta fólkinum.

Talan var leingi um eitt javnt talv millum teir báðar, men tá Bogi so var eitt sindur óneyvur eini tvær ferðir, bleiv hann beinanvegin revsaður av Heðini, og áðrenn Bogi visti av, hevði Heðin vinnandi fyrimun. Bogi gav skarvin yvir, og sostatt er Heðin Gregersen vinnari av 1. bólki.

Jón í Horni og Janus Skaale vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Heðini við einum stigi færri undan seinasta umfarinum. Júst teir báðir møttust í dag, og her var Jón stinnari. Við sigrinum tryggjaði ungi maðurin sær 2. plássi í 1. bólki.

3. plássi fór til Herluf Hansen, sum í dag vann á Heiðriki T. Jacobsen. Við sigrinum fór hann fram við Janus Skaale, sum jú tapti sítt talv móti Jón í Horni Nielsen.

Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen við svarta fólkinum móti Margar M. Berg.

Brandur endaði fremstur
Í almenna bólkinum gjørdist Brandur Højgaard vinnari. Hann var fremstur undan seinasta umfarinum og kundi tí tryggja sær sigurin við einum sigri í síðsta talvi. Her møtti hann Róa Vestergaard, og tað var sum so ongantíð nakar ivi um sigurin hjá Brandi.

Henrik W. Joensen endaði á einum 2. Plássi eftir sigur á Ingolf Debes í síðsta umfari, meðan Rógvi Mørkøre endaði á 3. plássi við einum sigri á Bergi Johannesen í síðsta umfari.

Jónas unglingameistari eftir umdyst
Kappingin hjá unglingunum bleiv ein sannur gysari. Undan seinasta umfarinum lógu fýra telvarar javnir í oddinum við 4½ stigi, og teir møttust allir í innanhýsis talvum. Her var Petur G. Magnusson tann fyrsti at vinna sítt talv móti Poul Thomsen, men tað var ikki nakar lættvunnin sigur hjá Peturi. Talan gjørdist nevniliga um eitt bæði javnt og dramatiskt talv, har báðir høvdu møguleikar í endatalvinum, men tað var Petur, sum at enda fann teir røttu leikirnar og avgjørdi talvið.

Tískil bíðaði hann eftir avgerðini í talvinum millum Áki Ingason og Jónas Sólsker. Her gekk eisini javnt á, men í endatalvinum vann Jónas ein rók frá Áka. Áki hevði tó møguleika fyri ævigum skáki, men tað var ikki einfalt, og hann mátti telva ógvuliga neyvt. Hann fann leingi røttu skákini, men at enda fekk Jónas goymt kongin í einum horni, samstundis sum hann fekk býtt frýrnar av, og so var liðugt.

Tískil skuldi umdystur til millum Petur G. Magnusson og Jónas Sólsker. Her skuldi teir telva tvey kviktalv á 25 minuttir við fimm sekundum eyka fyri hvønn leikin. Var eingin vinnari funnin, so skuldi teir víðari út í tvey snartalv og síðani eitt armageddon talv. Hetta bleiv tó ikki neyðugt, tí eftir kviktalini var ein føroyameistari funnin.

Fyrsta talvið, har Petur G. Magnusson hevði hvíta fólkið, endaði við javnleiki. Í næsta talvinum vann Jónas Sólsker rímiliga tíðliga ein kvalitet. Petur hevði tó ávísar álopsmøguleikar, og samstundis hevði Jónas ikki so nógva tíð eftir á klokkuni. Jónas telvaði tó neyvt allan vegin, og endin var, at Petur gav skarvin yvir.

Sostatt er Jónas Sólsker nýggjur unglingaføroyameistari í talvi.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7

Rógvi Egilstoft
Talvfelagið Rókur
Talvsamband Føroya

Picture
Lýsingarprísir News.fo og Norðoyar Portalurin
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.