NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Góðar tíðir á HS-stevnu

27/9/2017

Comments

 
Billede
Havnar Svimjifelag skipaði í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Gundadali, sum er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2017-2018. Og hóast vit ikki eru meira enn byrjað, so vóru tað nógvir svimjarar sum longu í gjár staðfestu sítt støði til altjóða stevnur í vetur.

Vár Eidesgaard (2001, HS) legði hart út við í 400 frí at svimja 4:28.65, har kravtíðin til NJM í Íslandi fyri hennara bólk er 4:37.52. Sára Nysted (2001, SuSvim) var ikki so langt aftanfyri heldur við 4:38.17, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) við 4:40.33 og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 4:40.61 svumu undir kravtíðina 4:47.09 fyri hesar yngstu í NJM-bólkinum.

Í 400 frí fyri harrar svam Johan N. Dam (2002, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at vinna kappingina í tíðini 4:14.49, har kravtíðin til NJM fyri hansara bólk er 4:24.28, og kravtíðin fyri tann eldra NJM-bólkin 4:15.37.

Í 50 bringu fyri harrar svam Róland Toftum (1998, SuSvim) seg somuleiðis trygt undir NM-kravtíð, við at vinna og svimja 28.94 har kravtíðin til NM er 29.55.

Í 50 rygg vann Signhild Joensen (2000, Ægir) kappingina fyri kvinnur við 29.46, har kravtíðin til NM er 29.90.

Í 100 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 58.11, har kravtíðin til NM er 58.83, meðan Alisa Vestergård (2003, SuSvim) við 1:00.69 og bronsu svam undir NJM-kravtíðirnar bæði fyri sín bólk á 1:03.04, og eldra NJM-bólkin á 1:00.93.

Hatta var um morgunin, og um seinnapartin vann Signhild Joensen (2000, Ægir) so aftur gull í 200 rygg við 2:13.27, har kravtíðin til NM er 2:18.42. Eyðrið Mortensen (2003, HS) svam eisini skjótt, 2:25.02 og silvur, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:28.31.

Í 100 firvald svam Vár Eidesgaard (2001, HS) seg trygt undir NJM-kravtíðina 1:05.73, við at vinna í tíðini 1:03.26, meðan Jana B. Thomsen (2000, Ægir) við 1:03.48 og silvur svam heilt nær NM-kravtíðini 1:03.46.

Í 200 frí vann Signhild Joensen (2000, Ægir) gull við 2:06.03, har kravtíðin til NM er 2:07.17, og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu við 2:11.83, har NJM-kravtíðin fyri hennara bólk er 2:16.25.

Og í 200 frí fyri menn svumu teir báðir Johan N. Dam (2002, HS) og Bartal Eidesgaard (2003, HS) seg trygt undir NJM-kravtíð, við at svimja 2:00.23 og 2:03.72 har kravtíðin fyri yngra NJM-bólkin er 2:04.04.

Nú seinnapartin verður aftur kappast, frá kl 14:00 í 12 kappingum íroknað okkara eftirhondini føroyagreinum 800 og 1500 frí. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se, og annars at síggja øll úrslit her. "SMS kapping Tórshavn"

Altjóða meistarastevnurnar í vetur eru Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan (NJM/NM 2017) í Íslandi hin 1. til 3. desember 2017, umframt EvropaMeistarastevnan á stuttgeil (EMS 2017) í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017.

Kravtíðirnar síggjast her, og eru tey væl at merkja onnur enn hesi nú sum hava klárað kravtíðir eisini, bæði til NJM/NM og EMS 2017, á stevnum innanfyri kravtíðarskeiðini. Vit skulu fara at lista upp seinni, og eisini gera upp hvussu varð við heiðursmerkjum millum svimjarar og feløg á hesari stevnu.

Sum nakað heilt nýtt í ár verður FM á stuttgeil í vetrarhálvuni, og enda kravtíðarskeiðini til NJM/NM og EMS tí eisini við hesari stórslignu og avgerandi meistarastevnu í Havn hin 3. til 5. november 2017. SSF er farið undir fyrireikingarnar til FM, umframt eftirfylgjandi landsliðslegu hin 17. til 19. november.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly