NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fremsta fótbóltsdeildin eitur nú Betri deildin hjá kvinnum og monnum

15/12/2017

Comments

 
Billede
Fremstu fótbóltsdeildirnar hjá bæði kvinnum og monnum verða næstu fimm árini róptar Betri deildirnar. Betri verður samstundis høvuðsstuðul hjá føroyska kvinnulandsliðnum og fer at stuðla menning av ungdómsfótbólti í Føroyum. Hetta er partur av umfatandi menningaravtalu, sum FSF og Betri í dag hava undirskrivað.

Fremsta deildin hjá kvinnum og monnum fer næstu fimm árini at eita Betri deildin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika. Harumframt fáa nú eisini feløg, sum ikki hava lið í bestu deildini, lut í stuðlinum, um tey hava skipaðan barna- og ungdómsfótbólt.

"Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskan fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini,  og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandsliðið og Betri deildina hjá kvinnum sjónliga" sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.

"Betri virkar kring allar Føroyar, og tí hóskar henda avtalan væl til Betri samtakið. Hetta er samstundis ein góður møguleika at vera við til at gera føroyskan fótbólt enn betri – uttan mun til kyn, aldur ella hvar í landinum, tú býrt" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum, sum fegnast um nýggju avtaluna við FSF.

Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum
Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri eisini verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum.

Føroyska kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár.

"Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin vera við til at gera føroyska kvinnufótbólt enn betri" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum.

Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.