NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Flogbóltur, hálvfinalur: Mjølnir favorittur móti KÍF

5/2/2020

Comments

 
Billede
​Flogbóltur, kvinnur: Tað eru nummar eitt og trý í landskappingini hjá kvinnum, sum hittast í fyrru semifinaluni í steypakappingini hjá kvinnum, og sjálvt um tað er longri síðan Mjølnir var í finaluni enn KÍF, so eru klaksvíkskvinnur favorittar til sigurin

Tað er bara tann eini dysturin, og tí kann alt henda. Men heilt so einfalt er tað tó neyvan, tá Mjølnir og KÍF byrja røðina av semifinalum í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin leygardag.

Dysturin millum Mjølnir og KÍF byrjar klokkan eitt, og tað sum stendur upp á spæl, er eitt pláss í sjálvari finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi leygardagin 22. februar.

Mjølnir hevur í ár prógvað, at tær hava fingið fótin fyri seg, og í landskappingini hava tær fingið góða byrjan. Liðið liggur nevniliga á odda í landskappingini við 19 stigum fyri átta dystir.

Mjølnir
Klaksvíkskvinnur hava altíð verið stinnar í flogbólti, men seinastu árini hava tær ligið heldur tungt í sjónum, tí sterkaru leikararnir eru farnir burturav, uttan at líka sterkir leikarar eru komnir inn í staðin.
Nú eru fleiri av teimum eldru leikararnir komnir aftur, við góðari ítróttarligari barlast úr t.d. Danmark, men harumframt hevur Mjølnir fingið styrk uttaneftir. Og hetta sæst á spælinum.

Bara tapt ein dyst
Eitt er, at Mjølnir bara hevur tapt ein dyst í landskappingini í ár, eitt annað er, at liðið í steypakappingini hevur ruddað borðið. Og tað hevur Mjølnir gjørt í einum bólki, sum var rættiliga sterkur.
Umframt Mjølnir vóru eisini Dráttur og Fleyr, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, í bólkinum, og tað endaði við, at Mjølnir vann sínar dystir, og endaði ovast, meðan Fleyr, sum í fjør eisini var í steypafinaluni, stóð eftir við ongum.

KÍF
Leygardagin er tað so KÍF, sum stendur fyri tørni, og spurningurin er so, hvussu reyða liðið úr Kollafirði fer at klára seg.
KÍF hevur hesi seinnu árini klárað seg rættiliga væl í landskappingini og í steypakappingini, um enn tað ikki hevur sæst so nógv eftir í steypum og gullmerkjum.

Tí er fyrra semifinalan nokk ikki avgjørd, um enn heimaliðið er favroittur til sigurin.

Kollfirðingar hava gott fólk, men tað sum spurningurin er í samband við fyrru hálvfinaluna er, um tær á útivølli klára at halda eitt nóg støðugt trýst, so tær klára at taka Mjølnir á bóli.

Tað er tann brennandi spurningurin, men her er tað serliga eitt, sum ger seg galdandi. Tað er, at talan er um eina hálvfinalu, har steypafinalan blunkar frammanfyri leikarunum. Akkurát tað er rættiliga spennandi, og tí kann væl vera, at tað gerst ein spurningur um, hvør er sterkastur og hvør hevur bestu nervarnar.

Kelda: Flogbóltsamband Føroya

SáH

Lýsing VARP.dk
Billede
Lýsing VARP.dk
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly