NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Dreingirnir settu Ongland upp á pláss!

16/10/2019

Comments

 
Billede
U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar – Ongland 3-0 (25-17, 25-21, 25-20)

Føroysku dreingirnir hava havt eina trupla kapping hesaferð, men í morgun vístu teir rættiliga sínar dygdir, tá ið Ongland stóð hinumegin.
Spældu sera væl

Mótstøðan er altíð sera sterk, tá ið talan er um Nevza-kappingar. Og í ár er støðið rættiliga høgt, so hóast vit hava eitt gott lið, við royndum leikarum, hevur tað verið mótbrekka allan vegin. Inntil í dag, nú føroyska liðið frá byrjan tóktist koma á vøllin við sterkum vilja og trúnni uppá, at tað ber til. Og tað gjørdi tað.

Dreingirnir vóru undir trýsti í øllum settunum at byrja við, og øll settini vóru rættiliga jøvn langt uppeftir, men dreingirnir hildu seg sum oftast nakað frammanfyri, og Ongland mátti renna aftaná. Og felags fyri øll settini var eisini, at okkara dreingir høvdu loysnirnar til seinast og vunnu tí øll trý settini trygt. Nakað sum annars hevur manglað eitt sindur hesaferð.

Tað sást eisini á dreingjunum, at ein byrða var tikin at teirra herðum, nú fyrsti sigurin endiliga var har. So er bara at vóna, at uppskriftin nú er funnin, og at dreingirnir eisini megna at koppa Noregi kl. 18.00 í kvøld. Tann dysturin sæst her: https://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

Julian og Mattias
Sum hevari er Julian West Niclasen arkitekturin aftanfyri alt álposspælið hjá liðnum. Tað dugir Julian sum fáur, og í dag hevði hann í Mattiasi Nolsøe Isaksen eitt sera sterkt vápn. Mattias vann nógvar avgerandi bóltar fyri Føroyar og spældi sín besta dyst higartil.

Billede
Billede
Føroyska U17 landsliðið: Sandandi frá vinstru: Bjarni Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Hørður Joensen, Niklas Hallgren Niclassen, Hjørtur Joensen, Húkandi frá vinstru: Jógvan Kári Birgirsson, Julian Vest Niclasen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Mattias Nolsøe Isaksen,
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly