NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Mjølnir gjørdist eisini steypavinnarar hjá gentum G14

28/2/2021

Comments

 
Picture


Steypafinalur: Eisini næsti sigurin til Klaksvíkar 

G14 b: Mjølnir – B 71, 2 – 0 (25-18 og 25 - 19)

B 71 var í dag í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti, men hóast tær vóru á odda eitt skifti í 2. setti, so megnaðu tær ikki at vinna sett í dag, men taptu 2-0 móti Mjølni

Picture
Bestu leikararnir vóru:

Maria Teresa Vitalis, Mjølnir

Elsi Blástein, B 71
Picture
​Mynd: Mjølnir

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Rebekka Eysturskarð, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Lisa T. Venned, Eva Kallsberg Jacobsen, Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.

Flogbóltssambandi
Picture
Comments

​Mjølnir steypavinnarar hjá Gentum G12, stórt tillukku

27/2/2021

Comments

 
Picture Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari. Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.


Steypafinalur: Fyrsti sigurin til Klaksvíkar 

G12: Mjølnir – Dráttur, 2 – 1 (25-16, 21 – 25 og 15-6)

Fyrsta finalan gjørdist ein spennand 3-settari millum G 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1.

Picture
​Bestu leikararnir vóru:

Elisabet Norðoya Vilhelmsen, Mjølnir

Elisabet Nattestad, Dráttur 
Picture
​Mynd: Mjølnir

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.

Flogbóltssamband Føroya

Picture
Comments

Bleiv Ægir aftur gloymt nú?

26/2/2021

Comments

 
Picture
​Á Býráðsfundinum í gjárskvøldið bleiv einmælt samtykt at játtað Klaksvíkar Svimjihølli 1.575.331 kr. uttan mvg til liðugtgerð av vælverøkinum í Klaksvíkar Svimjihøll, hetta eru góðar 2. milliónir við mvg. Hetta er sanniliga positiv tíðindir og gleðiligt at tað bleiv einmælt samtykt.

Nú vóni eg fyri tykkara besta, at svimjifelagið Ægir er tikin við hesuferð. Ægir hevur serstakliga vánaligar umstøður, bæði við felagshølum og venjingarhølum og havi eg óteljandi ferðir gjørt vart við vánaligu umstøðurnar hjá okkara stolta svimjifelag.

Fekk lova at Ægir fekk norður endan av svimjihøllini, men tað endaði við at Judo felagið kom inn har.

Klaksvíkar Kommuna vísti mær einaferð eina tekning av Vælveruøkinum, har Ægir skuldi skuldi hava síni felagshølir, men tað bleiv av ongum, tí tað var ein betri loysn, at Ægir fekk norðurendan av Svimjihøllini til felagshølir og venjingarhølir, men sum sagt, so var tað ein góð telving hjá KK, tí tekningin bleiv gjørd um og Ægir fekk onki.

Nú er mín spurningur til samgonguna í Klaksvíkar Kommunu, hava tit nakað ætlan við okkara svimjifelag Ægir?

SáH

Her myndir tá ið Ægir fekk svimjiútgerð frá Klaksvíkar Rotary í vikun, har forsetin Jørgin Vágslíð handaði forkvinnuni Elsebeth Vilhelm útgerðina.
Picture
Comments

Rotary Klaksvík stuðlaði Ægir við svimjiútgerð

23/2/2021

Comments

 
Picture
​Í lítari samkomu í gjár, var forsetin í Rotary Klaksvík Jørgen Vágslíð í Svimjihøllini í Klaksvík og handaði forkvinnuni í Ægir Elsebeth Vilhem útgerðina.

Forkvinnan í Ægir Elsebeth Vilhelm var stak væl nøgd við stuðulin og eru umstøðurnar til venjingina nú gjørd munandi betri, bæði hjá ungu svimjarnium og venjarnum.

Her mynd av forsetanum í Rotary Klaksvík Jørgin Vágslíð og Elsebeth Vilhelm.

SáH

Comments

KÍ vann trygt 4-1 á EB/Streymi

21/2/2021

Comments

 
Picture
Klaksvíkskappingin er skotin ígongd og tveir dystir vóru leiktir í gjár. Víkingur vann 3-0 á HB og KÍ vann 4-1 á EB/streymi, sostatt tveir sannførandi sigrar til KÍ og Víking.

KÍ vann trygt 4-1 á EB/Streymi
Tað var Jóannes Bjartalíð, sum legði KÍ á odda við 1-0 eftir uppleggið frá Claes Kronberg.  Árni Frederiksberg økti til 2-0 og tað bleiv eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki legði Páll Klettskarð á odda 3-0, sjá myndir, EB/Streymur minkaði um munin til 3-1, har Niklas Kruse settið brotssparkið trygt í netið, Kristan fór til høgru og Niklas settið bóltin í vinstru, sjá mynd. Boris Dosljak slóð sigurin fastan, har hann bleiv spældur fríur av Árni Frederiksberg og plaseraði hann bóltin við handaru stong og skeyt bóltin í málið til endaði úrslitið 4-1 til KÍ og sosatt er KÍ komin í finaluna saman við Víking.

Dystirnir í dag eru hesir, um tað verður spælandi fyri nógva vindinum.

Kl. 13:00 dysturin um 3. plássið HB-EB-Streymur (dómari: Alex Troleis)

Kl. 15:15 Finalan KÍ – Víkingur (dómari: Kári á Høvdanum)

SáH

Her myndir frá dystinum KÍ-EB/Steymur í gjár.​

Picture
Comments

​Nú er hópurin full mannaður??⚽️

18/2/2021

Comments

 
Picture
Úr bestu svensku deildini til KÍ!

Sviin, Daniel Björkman, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við KÍ. Daniel er 28 ára gamal, og hevur royndir í bestu svensku deildini.

Björkman er verjukendur leikari, har hann fyri tað mesta spælir vinstri bakkur og miðverji. Tó kann Daniel eisini spæla sum verjikendur miðvallari.

Daniel er føddur og uppvaksin í Svøríki, har hann hevur spælt fótbólt alla yrkisleiðina fram til nú.
Seinnu árini hevur Daniel verið í Örebro SK, sum er partur av bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

Fyrr í vikuni skrivaði KÍ sáttmála við Claes Kronberg sum kann spæla á fleiri plássum, men fyri tað mesta kemur at røkja pláss á miðvøllinum.

- Tá Daniel og Claes eru komnir norður til Klaksvíkar, eru vit væl mannaðir á øllum plássum, og tí er Daniel seinasti leikarin, sum gerst partur av KÍ hópinum í vetur. Sigur Mikkjal Thomassen

Vit ynskja Daniel Björkman hjartaliga vælkomnum til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!

KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag

Picture
Comments

Maverick Barr vísir dystin Manchester United – Liverpool í dag klokkan 16:00

24/1/2021

Comments

 
Picture
Maverick Barr letur upp klokkan 16:00 í dag. Vit fara at hita upp til stórdystin í FA CUP ímillum arvafíggindarnar Manchester Untied – Liverpool.

Dysturin byrjar klokkan 17:00

Her skráin í dag:
​
Kl. 17:00 FA CUP Manchester United – Liverpool
Kl. 20:00 FA CUP Everton – Sheffield Wednesday

Vit síggjast til ein góðan dyst og lat okkum vóna at betra liðið vinnur   

​SáH

Comments

Mjølnir vann 3-0 á TB í gjár

24/1/2021

Comments

 
Picture
​Mjølnir vann dystin móti 3-0 á TB í Badmintonhøllini í gjár. Í fyrsta settið var eitt sindur av spenningini í, men hini bæði settini vann Mjølnir uppiborið og hevur nú Mjølnir fingið 3 stig í steypakappingin.

Settini vóru hesi: 25-23 25-20 og 25-19, sostatt vann Mjølnir 3-0

Í fyrsta dystinum tapti Mjølnir 1-3 móti Drátti, her stigtalvan dags dato.

Her nakrar myndir frá dystinum í gjár, sjá myndir her, klikk her ​Mjølnir vann 3-0 á TB

​SáH

Picture
Dysturin bleiv stroymaður á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandi Føroyar, sjá her:
Comments

Mjølnir vann 3-0 á TB í gjár

24/1/2021

Comments

 
Picture
​Mjølnir vann dystin móti 3-0 á TB í Badmintonhøllini í gjár.

Í fyrsta settið var eitt sindur av spenningini í, men hini bæði settini vann Mjølnir uppiborið og hevur nú Mjølnir fingið 3 stig í steypakappingin.

Settini vóru hesi: 25-23 25-20 og 25-19, sostatt vann Mjølnir 3-0.

Í fyrsta dystinum tapti Mjølnir 1-3 móti Drátti, her stigtalvan dags dato.

Her nakrar myndir frá dystinum í gjár, sjá myndir herundir.
​
SáH

Mjølnir vann 3-0 á TB

Picture
Comments

​25 ára gamli Jasper Van Der Heyden, hevur skrivað eitt ára sáttmála við KÍ.

3/1/2021

Comments

 
PictureJasper VAn Der Heyden og Tummas Lervig, mynd KÍ
Jasper kom til Føroya í farna kappingarári og var eitt av ljóspunktunum hjá AB.

Jasper er ein álopsinnaður miðvallari, men roynist eisini væl úti á veinginum.
Fyri AB spældi hann 26 dystir og skoraði trý mál.

Jasper Van Der Heyden er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur spælt fótbólt frá barnsbeini av.
Hann royndi seg í Íslandi, har hann møtti føroysku unnustuni og gjørdi av at flyta til Føroya.

Vit ynskja Jasper hjartaliga vælkomnan til felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!

Kelda: KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly