NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KÍ skrivar undir við nýggjan áleypara

25/12/2020

Comments

 
Picture
Bob Sumareh hevur undriskrivað ein eitt ára sáttmála við KÍ.

Sumareh kemur úr felagnum Egersund í 3. bestu norsku deildini, har hann hevur spælt síðan 2017.

Í síni tíð í Egersund hevur hann spælt 95 dystir og skora 56 mál.

Hann er 29 ára gamal og kemur úr Gambia. Vit gleða okkum at síggja Sumareh í KÍ blusuni komandi ár.

KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments

Hjartans takk fyri 4 góð

22/12/2020

Comments

 
Picture
​Hjartans takk fyri 4 góð, avbjóðandi, mennandi og spennandi ár.

Tað er við sorgblíðni, eyðmjúkleika og takksemi og alt har imillum, at eg takki fyri meg á Vaglinum á minum síðsta arbeiðsdegi, áðrenn farið verður i jólafrí.

Eg eri takksom og glað fyri alt tað, vit fingu igjøgnum hesi árini. Sera takksom eri eg fyri øll tey megnar stavfólkini i Tórshavnar kommunu, sum dagliga gera eitt megnararbeiði fyri, at vit kunnu hava heimsins besta høvuðsstað.

Tað er við sorgblídni eg sigi farvæl við tey deiligu menniskjuni á Vaglinum, sum mær untist at arbeiða so tætt saman við.

Takk fyri tykkara vala arbeiði hvønn dag. I dag var min síðsti dagur á Vaglinum, og eg haldi at okkara høvuðsstaður er i dag enn sterkari, ríkari og meiri spennandi enn nakrantið.

Ein høvuðsstaður, ið er skuldarfríur og við nógvum nýggjum nýbyggingum, ið peika inn i framtiðina.

Eg ynski nýggja býráðnum bestu eydnu og blíðan byr i arbeiðinum. Takk fyri meg og takk fyri hesa ferð 

​Annika Olsen

Comments

Copenhagen Sundays hevur samrøðu við okkara Toda

22/12/2020

Comments

 
Picture
Ein tíðindamaður frá Copenhagen Sundays hevur samrøðu við okkara Toda, hoyr samrøðuna herundir.
​​
​TODI - EN SAND FCK-LEGENDE


Fra salt-fisk til Champions League.

I disse tider er det nemt at blive rørstrømsk og storladen, men det er ikke for meget sagt, at Todi Jónsson er en meget markant F.C. København-profil.

Todi spillede 207 kampe og scorede 68 mål for Byens Hold. Den færøske angriber og kantspiller var i FCK i otte år og var med til at sikre københavnerne tre mesterskaber. Og hans meritter har sikret ham en plads i løvernes Legends Club.

Historien om Todi Jónsson er dog også historien om en spiller, der gennem hele sin karriere døjede med skader og som, særligt i staten af sin tid hos de hvidblusede, oplevede, hvordan psyken spillede ind, når tingene på banen ikke flaskede sig.

Vi besøgte Todi i forhaven i Vedbæk på en solbeskinnet forårsdag.

Se med her.

Video: Copenhagen Sundays.

Comments

Gilli Rólantsson Sørensen takkar av í Bergen

19/12/2020

Comments

 
PictureGilli Rólantsson Sørensen, júst skoti eitt mál fyri Bergen, mynd onkur myndamaður í Norra.







Hetta skrivar Gilli Rólantsson Sørensen á sín Facebook vanga tann 19. desember 2020:

 
"har en følelse av ubetinget takknemlighet for en uforglemmelig tid i Bergen, hvor alle har tatt imot meg med åpne
armer.

Jeg har prøvd å gi alt for klubben og byen hver eneste dag, og det har vært et privilegie å få lov til å være en del af denne flotte klubben.

Til alle spillere, trenere, ledere, fans, samt alle som har vært en del av Brann - takk for en fantastisk tid. Hold hodet høyt, og fortsett å tro på at det beste fortsatt ligger foran os. 

4,5 år - 111 kamper og mange andre fantastiske minner, oppturer som nedturer, tar jeg med meg videre nå! Tusen hjertelig takk alle."

❤️🙌🏻⚽️ 
G R 1 7

Spennandi at vita hvar Gilli Rólantsson Sørensen so fer at leika í 2021, eitt boð kundi verið KÍ, hvat halda tit?

SáH


Comments

​KÍ gjørt sáttmála við málmann

12/12/2020

Comments

 
Picture
Til kappingarárið 2021 hevur KÍ undirskrivað sáttmála við Mathias Rosenørn sum er málmaður og hevur umboða eitt nú Esbjerg FB.

Mathias er 27 ára gamal og 1,84 m høgur.

Hann hevur áður verið á danska U20 landsliðnum, umframt at hann hevur spælt við Esbjerg FB, Brabrand IF, Skive IK og Thisted FC.

Vit gleða okkum at bjóða Mathias vælkomnan til Klaksvíkar.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Picture
Comments

MP Teknik hevur handað KÍ videoskipan

10/12/2020

Comments

 
Picture
Í kvøld hava KÍ og MP Teknik undirskrivað eina langtíðar avtalu um uppsetan og hýsing av slóðbrótandi videoskipan.

- Vit eru sera fegin um avtaluna við MP Teknik sum inniber, at KÍ nú fær slóðbrótandi videoskipanina Pixellot, sum stórfeløg kring allan heim brúka, sigur Tummas Lervig, formaður.

KÍ fór tíðliga í ár undir eina royndartíð við slíkari videoskipan.

- Tað vísti seg, at tann fyrsta skipanin, sum vit royndu, ikki livdi upp til okkara krøv, og tí var leitað eftir einari nýggjari skipan, sum vit nú hava roynt og góðkent, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari.

Picture
Soleiðis sær sjálvt myndatólið út. Tað er ein eind, sum er fast monterað við Djúpumýru og klárar at filma allan vøllin í senn.
Picture
Skipanin verður í høvuðsheitum brúkt av Betri liðnum til taktiskar uppgávur. Venjaratoymið kann síggja upptøkur beinleiðis á beinkinum, og í hálvleikinum kunnu spælarar síggja endurtøkur.

Til venjing er skipanin eisini sera hent at hava, og verður hon tøk hjá øllum deildum í felagnum.

- Stroyming er eisini ein møguleiki við hesari skipanini. Serliga stroyming av ungdómsdystum og dystum hjá Betri kvinnum, sum í løtuni ikki eru at síggja aðrastaðni. Møguleikarnir eru nógvir, so vit fara at brúka skipanina, so gott vit kunnu, sigur Rói Clementsen, marknaðarsamskipari.

KÍ takkar MP Teknik, sum altíð hevur verið ein góður stuðul, fyri at gera tað møguligt hjá okkum at fáa so framkomna tøkni við Djúpumýru.

Myndir og filmsklipp, sjá filmsklipp herundir: KÍ

Klaksvíkar Ítróttarfelag
​
Picture
Comments

Gott lutakast fyri Føroyar til HM-undankappingina 2022

7/12/2020

Comments

 
Picture
Klokkan 17:50 kom kúlan upp við Føroyum og vit vóru heppin, tí vit endaðu í bólki F og har vóru Danmark, Eysturríki, Skotland, Israel og Moldova.

Tað kundi verið nógv verri, tí endaðu vit í bólki H, so høvdu vit fingið 4 eysturlendsk lið og so hevði tað verið ein fíggjaligur smeitur fyri Fótbóltssamband Føroya, H-bólkurin er hesin, Croatia, Slovakia, Rusland, Slovenia, Cyprus og Malta.

Spennandi verður at møta Danmark aftur og so Eysturríki, sum vit vunnu 1-0 í minniliga dystinum í Landskrona á sinnið.

Samanumtikið eitt gott lutakast fyri Føroyar til HM-undakappingina 2022.

SáH

Comments

​Páll hevur undirskrivað við KÍ

6/12/2020

Comments

 
Picture
​Í dag hava KÍ og Páll skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.

Páll Klettskarð er sjálv ímyndin av KÍ, og hann er leikarin við flest dystum fyri KÍ í hópinum.

Honum manglar heilt fá mál til at taka metið hjá Kurt Mørkøre, sum mest skorandi KÍ leikarin nakrantíð. Við einum tvey ára sáttmála er mest sannlíkt, at Páll tekur metið.

Vit eru glað fyri, at Páll vil vera verandi í KÍ, tí tað er sera umráðandi við slíkum lokalum flaggberarum í hópinum, sum kunnu føra KÍ mentanina víðari til ungar leikarar og teir leikarar, sum koma uttanífrá.

Vit gleða okkum til fleiri góðar løtur, har "Klettskarð" verður rópt úr hátalaranum við Djúpumýru.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments

El-In takkar fyri árið við hesum filmsklippinum

5/12/2020

Comments

 
Picture
El-In hevur altíð verið ein hollur stuðul hjá KÍ. Her ein stuttur filmur um samstarvið ímillum El-In og KÍ, sjá herundir. 

SáH

Comments

Liðskiparin hevur undirskrivað sáttmála

3/12/2020

Comments

 
Picture
Jákup B. Andreasen hevur í kvøld undirskrivað nýggjan sáttmála við KÍ.

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri 2021 og 2022.

​Vit eru sera fegin um at Jákup ynskir at halda fram í felagnum.

​Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly