NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fløsku og blikk innsavning hjá Ægir tann 2. januar 2020

31/12/2019

Comments

 
Billede
​Hósdagin tann 2. januar 2020 fara svimjarar og foreldur í Ægir at samla fløskur inn í Klaksvík fyri at fáa pening til felagið.

Hava tit fløskur ella blikk at lata okkum, so hevði tað verið gott at tit góvu Ægir tær.

Vit koma at avheinta fløskur 02.01.2019. Vit byrja á eystursíðuni og um onkur ynskir at vit skulu koma og avheinta fløskurnar/blikkini, so eru tit eisini vælkomin at ringja til Rannvu Sigfríðsdóttur á telefon 232808 ella leggja eini boð inn á hesa síðuna, klikk her: “Ægir Klaksvík”.

​Við tøkk fyri stuðulin.

Ægir ynskir øllum eitt gott nýggjár og takka vit serstakliga okkara stuðlum fyri teirra stuðul, uttan tykkum, so høvdu vit ikki klára at verið eitt av Føroya besti svimjifeløgunum.

ÆGIR

Comments

Ársins ítróttarNAVN Sverri Nielsen

28/12/2019

Comments

 
Billede

Comments

​Skýlið við Djúpumýru er nú reist

17/12/2019

Comments

 
Billede
​Í dag var reisugildið við Djúpumýru, har arbeiðstakarar, umboð fyri KÍ og kommununa vórðu boðin til ein døguraðbita á loftinum í KÍ høllini.

Í november 2017 varð spakin settur í arbeiðið at byggja nýggja skýlið við Djúpumýru. Í dag er arbeiðið komið so væl áleiðis, at flest øll eru spent at uppliva nýggja skýlið, tá ið leikt verður á Djúpumýru komandi kappingarár.

Nógv arbeiðið hevur verið kring vøllin seinastu tíðina, og samlaða verkætlanin spennir víða. Í summar varð nýtt graslíki lagt á vøllin, umframt at nýggjar ljósmastrar vórðu settar upp í heyst. Hetta er alt ein liður í arbeiðinum at fáa leikvøllin altjóða góðkendan. Sostatt fara bæði vøllur og kringumstøður at lúka krøv hjá UEFA, soleiðis at altjóða dystir kunnu spælast í Klaksvík komandi ár.

Til reisugildið seinnapartin segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nøkur orð, har hann millum annað takkaði arbeiðstakarum fyri tað megnar arbeiðið, sum nú er gjørt, og segði, at hann gleddi seg til endaliga úrslitið, tá ið landskappingin byrjar í summar.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Í dag vitja Neista kvinnurnar í Klaksvík

8/12/2019

Comments

 
Billede
Neistin og Stjørnan liggja ávíkavist nr. 4 og 5 í kappingini, og tí kunnu vit heilt sikkurt vænta ein góðan og spennandi dyst.

Í steðginum verða lutaseðlar seldir, har drigið verður um ymiskir vinningar, millum annað ein stór matkurv, virðið 1.000 kr,-.

Dysturin byrjar kl. 15.00 í dag.

Comments

​Stjørnan skipar fyri tombola uttanfyri Inn Klaksvík

6/12/2019

Comments

 
Billede
Leygardagin 7. desember kl. 11 skipar Stjørnan fyri tombola og lutaseðlasølu á parkeringsøkinum uttanfyri Inn í Klaksvík.

Umframt tombola verður eisini møguleiki at keypa lutaseðlar, har drigið verður um eina leskuliga matkurv, virðið 1.000 kr, umframt gávukort frá millum annað SPORT 24 og Vera Klipt. Lutaseðlanir kosta 5 kr,- stk.

Lutaseðlanir verða drignir eftir dystin Stjørnan – Neistin, sum verður sunnudagin 8. des. kl.15.00

So komið út til eina hugnaliga løtu uttanfyri Inn og stuðlið Stjørnuni!

Vit byrja kl. 11.

Hondbóltsfelagið Stjørnan

Comments

Mjølnir vann toppdystin ímóti KÍF 3-2

5/12/2019

Comments

 
Billede

Toppdystur var í Badmintonhøllini í gjárkvøldið. Mjølnir hevði vitjan av nr. 2 í meistaradeildini hjá kvinnum.

Dysturin gjørdist ein fimm settari og var sera spennandi.

Mjølnir byrjaði sera væl og vunnu fyrsta settið sikkurt 25-15, næsta settið gjørdist meira spennandi, har KÍF vann 21-25, triðja settið vann Mjølnir sera tepurt 26-24 og so kom KÍF fyri seg aftur og vann fjórða settið 25-22.

Sostatt skuldi eitt fimta sett til og tað vann Mjølnir 17-15 og sostatt dystin 3-2 og liggja nú einsamallar á odda við 11 stigum. KÍF hevur 7 stig og Dráttur og Fleyr 6 stig.

Næsti dysturin verður nú sunnudagin í Stórhøllini í Gundadali ímóti Fleyr.

Koyr á Mjølnir.

SáH

Comments

Langhylurin stendur liðugur í 2022

5/12/2019

Comments

 
Billede
Arbeiðið at leggja langhylin í Gundadali til rættis gongur væl.

Langhylurin verður bygdur uppí verandi svimjihøll, sum hevur tænt ítróttini og borgarunum væl og framhaldandi fer at gera tað, men sum nú er vorðin ov lítil til vaksandi býin.

Sjálvt byggiarbeiðið verður sett í gongd á heysti 2020.

Gamla ÍSF-húsið stendur á byggiøkinum, og tað verður tikið niður í næstum, so farast kann undir at gera økið byggibúgvið.

Altjóða langhylurin stendur liðugur í 2022. Settar eru 4 mió.kr í 2020 til at fyrireika byggingina. Á langtíðar íløguætlanini eru settar 120 mió.kr av til langhylin.

Tórshavnar Kommuna

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly