NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Team Klaksvík vann á STíF 28-23

30/11/2017

Comments

 
Billede
So er Team Klaksvík komi ígongd aftur. Sunnudagin vunnu teir á KÍF og í gjárskvøldið vunnu teir 28-23 á STíF í Skála.

Stóri spælarin hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti, sum skoraði heili 10 mál fyri TK.

Hálvleikstøðan var 10-13. til TK.

​SáH

Billede
Comments

95 myndir frá FS stevnuni

30/11/2017

Comments

 
Billede
Her 95 myndir frá FS stevnuni 2017, klikk link her "FS stevnan 2017".

SáH

Comments

Ægir vann kappingina í Fuglafirði

29/11/2017

Comments

 
Billede
Hetta er triðja kappingin í hesum kappingarárinum, at tey ungu í Ægir vinna, men hesaferð vann Havnar Svimjifelag líka nógvar kappingar sum Ægir, nevnliga 10 kappingar, Ægir vann tó fleiri silvurmedaljur og tískil vann Ægir kappingina.

Stóri svimjarnir í Ægir gjørdist Sofía Toftegaard og Marius Steinhólm. Sofía vann fýra kappingar og Marius Steinhólm tríggjar og tá skal sigast, at Marius var illa fyri, tí hann hevði júst verið sjúkur.

Her øll úrslitini í Fuglafirði, klikk her: "FS-stevnan november 2017"

Vit ynskja Ægir tillukku.

SáH

Comments

Kári avloysir Petur sum FIFA-dómari

24/11/2017

Comments

 
Billede
Petur Reinert gevst sum FIFA-dómari. Í staðin verður tað Kári á Høvdanum, saman við Alex Troleis, ið næstu árini skal umboða Føroyar sum altjóða dómari

Á hvørjum ári skal Fótbóltssamband Føroya innstilla verandi ella nýggjar dómarar og hjálpardómarar, ið kunnu átaka sær altjóða uppgávur úti í heimi. Síðani 2007 hevur Petur Reinert umboða Føroyar, men frá komandi ári verður leirvíkingurin ikki at síggja á listanum hjá FIFA.
 
- Eftir ellivu fantastisk ár sum FIFA-dómari, havi eg valt at takka fyri meg. Tað setir stór krøv at vera altjóða dómari, og eg havi nýtt hvørja løtu á vøllum kring alt Europa. Men seinastu trý árini havi eg havt trupulleikar í hælsinuni, og nú gongur ikki longur.
 
- Tíðin er nokk eisini komin har til, at onkur annar sleppur fram at, og eg fari at ynskja Kára á Høvdanum góða eydnu og alt tað besta sum FIFA-dómari, sigur Petur Reinert við heimasíðuna hjá FSF.
 
Kári Jóannesarson á Høvdanum hevur dømt í nógv ár, og í 2014 fekk hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá monnum. Tað sermerkta við tí dystinum var, at annar av hjálpardómarunum var pápi hansara, Jónannes Mikkelsen.
 
- Sjálvandi eri eg glaður fyri hendan heiður, og eg gleði meg til komandi uppgávur sum FIFA-dómari. Eg skal nokk eisini venja meg við, at nú fara spælarar, venjarar, áskoðarar og øll, ið fylgja við í fótbólti, at hava eitt serliga vakið eyga við mær. Men tað má eg bara liva við, sigur ein fegin Kári á Høvdanum.
 
FIFA-listin 2018, umboðandi Føroyar, sær soleiðis út:
Alex Troleis, dómari
Kári á Høvdanum, dómari
Andrew Christiansen, hjálpardómari
Dan Højgaard, hjálpardómari
Jan Hermansen, hjálpardómari

Billede
Comments

MM Mjølnir vann uppiborið 3-0 á SÍ

19/11/2017

Comments

 
Billede
Leygardagin leikti Mjølnir ímóti unga SÍ liðnum í meistaradeildini hjá monnum og Mjølnir vann uppiborið 3-0.

Mjølnir liggur nú einsasmalt á odda við 15 stigum og nummar tvey er Fleyr við 10 stigum, øll liðini hava leikt 6 dystir, so Mjølnir er heilt sikkurt uppá at liggja nummar eitt restina av árinum, tí har er bert ein dystir eftir og hann er nú leygardagin kl. 17.30 í Badmintonhøllini og hann verður ímóit Fleyr.

Tað hevur gingið serstakliga gott hjá Mjølnir í hesum kappingarárinum, teir hava vunnið allar sínar dystir higartil og vónandi heldur góða gongdin fram.

Her nakrar av myndum frá dystinum ígjár, klik her "MM Mjølnir - SÍ 3-0"

SáH

Comments

Føroyska svimjilandsliðið verið á legu í Klaksvík

19/11/2017

Comments

 
Billede
Svimjisambandið hevur í vikuskiftinum skipa fyri venjingarlegu í Klaksvík, legan var fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017.

Danski úrvalsvenjarin Bo Jacobsen hevur staðið fyri venjingini og tað hevur gingist avbera væl, eisini hevur ítróttarsálarfrøðingurin Jón Gregersen luttikið, saman við Ægir og HS venjarnum.

Her nakrar myndir frá venjingini, klikk her "Landsliðslega í Klaksvík"

Les meira um Bo Jacobsen, klikk her: "Bo Jacobsen Coaching"
Les meira um Jón Gregersen, klikk her. "Jón Gregersen"

SáH

Comments

MK Mjølnir vann 3-1 ímóti TB

19/11/2017

Comments

 
Billede
Fyrsta settið vann Mjølnir lættliga 25-14 og væntaði øll, at Mjølnir fór at hølvað TB av, men so var ikki. Í næsta settinum svaraði Tvørá kvinnurnar aftur, eftir at Mjølnir hevði broytt nógv uppá uppstillingina og tað gjørdi at TB kvinnurnar komu inn aftur í dystin og vunnu uppiborið settið 13-25 og støðan 1-1.

Í triðja settið spældi Mjølnir aftur við næstan sterkastu uppstilling og vann Mjølnir settið 25-17.

Í fjórða settið royndi venjarin Sofía Purkhús aftur aðrar uppstillingar og tað gekk sera gott í fyrstuni, har tær løgdu seg langt framum, men so byrjaði TB kvinnurnar at nærkast og so skiftið venjarin seg sjálva inn og tað gjørdi mun beinanvegin og við góðum spæli frá okkara kvinnum vann Mjølnir dystin 3-1.

Mjølnir liggur á odda við 14 stigum og tær skulu ikki leika aftur í landskappingini fyrrenn í 2018 og tað verður ímóti Drátti á Giljanesi tann 15. januar. Løgin kapping, har eitt lið kann halda frí í tvær mánaðar.

Støðan sæst her: "Landskapping meistardeild kvinnur"

Her síggja til myndirnar frá dystinum, klikk her "Flogbóltur Mjølnir - TB 3-1"

SáH 

Comments

Hesar, allar fýra frá Ægir eru úttiknar. Ægir væl umboða, sera flott

13/11/2017

Comments

 
Billede
Eyka úttøka til NM/NJM 2017
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017.

Barbara Debes (2000), Ægir
Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag
Hartil er Markus Joensen (1996) úttikin fyri kravtíð klárað á DM fyri lið hin 17. desember 2017, og prógvað aftur nú á DM á stuttgeil 2017. Markus hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men venur við Lyngby Svømmeklub.

Hinvegin hevur Marius Ihlen Gardshodn meldað avboð, vegna skúlauppgávu.

Samlaða svimjilandsliðið til NM/NJM 2017 er sostatt fylgjandi 21 svimjarar:

til NM 2017 (6 kvinnur og 5 menn)
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Ásbjørg Hjelm (1999), Reysti
Barbara Debes (2000), Ægir
Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
Markus Joensen (1996), HS
Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir

til NJM 2017 (6 gentur og 4 dreingir)
Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag
Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag
Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag
Martin Sivertsen (2002), Ægir
Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
Venjarar og ferðaleiðarar verða kunngjørdir sum skjótast.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Comments

Stjørnan tapti stórt

12/11/2017

Comments

 
Billede
Tað var ongantið nakar ivi um at VÍF fór avstað við sigrinum í KÍ høllini ígjár.

VÍF legði seg á odda frá byrjan av og tær spældi sera skjótt, har tað sást at Stjørnuspælarnir ikki kundi fylgja við, eisini brendu Stjørnuspælarnir sera nógv.

Hálvleiksstøðan varð 16-9 til VÍF.

Í seinna hálvleiki helt VÍF áfram at spæla teirra skjóta spæl og eftir at Tóra bleiv tikin dekan ov hart, har hon smekkaði høvdið harðliga í gólvi og mátti skiftast út, so var tað bara spurningurin, hvussu nógv VÍF fór at vinna og tá ið dómarin hevði brígsla fyri stíðstu ferð, gjørdist endaliga støðan 34-21 til VÍF, ein fult uppiborin sigur.

Í næsta dystinum skal Stjørnan møta StÍF á Skála.

Her fleiri myndir frá dystinum ígjar, klikk her: "Stjørnan - VÍF 21-34"

SáH

Comments

​Sólva A. Sigurðsson frá Ægir vann gull í 200 metur bringu í Køge Open

11/11/2017

Comments

 
Billede
Sólva A. Sigurðsson frá Ægir vann eitt flott gullmerkið í Køge Open ídag. 

Hon vann í 200 metur bringa við tíðini 2:50.38 og var tað 0.12 sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Malou Carlsen frá Nakskov Svømme Klub og nummar trý gjørdist Delphine Møller frá Vest Brøndy

Tíðin hjá Sólva var ikki tann besta hjá henni, men man hon vera sera glað at hon vann gull.

Myndina hevur Norðoya Portalurin lænt frá Ólavur Hansen.

Stórt tillukku Sólva A. Siðgurðsson, sera flott klára.

SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly