![]() Í gjárskvøldið hevði svimjifelagið Ægir sín árliga aðalfund og var fundurin hildin á loftinum í KÍ høllini. Formansfrágreiðingin hjá Símun á Høvdanum var sera positiv, har hann staðfestið, at svimjiárið 2015/2016 var eitt avbera gott ár fyri felagið og har Ægir aftur gjørdist besta svimjifelag í Føroyum. Vit hava svimjarar sum hava luttikið í NM, NJM, EM og Para OL í Brasil og hava svimjarnir sligið hópin av metum. Ægir gjørdist føroyameistarar í stuttgeil og har bleiv Alvi Hjelm kosin ársins svimjari í Føroyum og eisini blivu Rókur Trygvason og Signhild Joensen kosin ársins stjørnuskot. Formaðurin var eisini sera glaðir fyri at tilgongdin hjá teimum heilt ungu endiliga er komi ígongd og sær framtíðin hjá Ægir gott út. Fíggjarliga hevði Ægir eitt lítið yvirskot, eftir at Ægir í 2014 hevði eitt lítið undirskot, men ynskiligt hevði verið við fleiri sponsorum, nú Ægir hevur ein útlendskan venjara fyri fyrsti ferð í søgu felagsins. Símun á Høvdanum endaði við at takka fyri seg og ynski nýggju nevndini góðan byr. Aftaná varð nýggj nevnd vald og í hana blivu hesu vald: Rannvá Sigríðsdóttir, forkvinna Agnes Vágseið Sivertsen, næstforkvinna Linda Kjærbæk Hansen, skrivari Símun á Høvdanum, kassameistari Gudmundur Danielsen, nevndarlimur Eykalimur: Elin Stampe Símun Michael Sørensen ![]() Úttøka til NM og NJM 2016 Kunning vegna SSF Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna 2016, sum verður í Kolding í Danmark frá fríggjadegi 9. til sunnudag 11. desember 2016: NM 2016 Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir Alvi Hjelm (1996), Ægir Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag Markus Joensen (1996), Havnar Svimjifelag Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag NJM 2016 Alisa Vestergaard (2003), Suðuroyar Svimjifelag Barbara Debes (2000), Ægir Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir Sólva A. Sigurðsson (2002), Ægir Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag Rókur Trygvason (2000), Ægir Ferðaleiðarar verða Sørin S. Djurhuus og Annika Næs Johannesen Venjarar verða Hálvdan Rúni Gaardbo og Rui Filipe Dos Santos Magalhaes Pál Joensen, Óli Mortensen og Sára Ryggshamar Nysted hava eisini klárað kravtíð, men hava valt at í staðin taka ímóti úttøku til HM á stuttgeil 2016, sum er um somu tíð. Vegna starvsnevnd SSF Rókur í Jákupsstovu ![]() Ægir-gentur settu í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið tær á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svumu teinin uppá 8:38.20. Ægir átti longu føroyska metið á 8:38.58 frá Ægir-stevnu í oktober 2014, og juniormetið á 8:47.37 frá Ægir-stevnu í november 2011. Splitt-tíðirnar vóru Signhild Joensen 2:06.67 Ásbjørg Hjelm 2:12.43 Barbara Debes 2:12.70 Jana B. Thomsen 2:06.40 Norðoya Portalurin ynskir Ægir stórt tillukku. Kelda og mynd: www.svimjing.com SáH ![]() Signhild Joensen úr Ægir gjørdi bart á HS-stevnuni ígjár. Hon hølvaði allir hinar kvinnurnar av í 200 metur rygg, var meira enn 10 sekund frammanfyri nummar tvey og kom inn við tíðini 2:13:11 og tað er stórt føroyskt met. Hon átti sjálv metið á 2:14:74 frá Ægir stevnuni í februar mánaðinum í ár. Stórt tillukku Signhild Joensen, sera flott klára. SáH ![]() Ein fantastiskur dagur Nú tá vit fylla 10 ár í ár , hildu vit at tað skuldi gerast okkurt spennandi fyri at hátíðarhalda dagin. Vit kenna næstan øll Joachim Boldsen, sum var við at tryggja Danska Landsliðnum tað fyrsta gullið í EM í 2008 og sum var ein fantastiskur spælari. Boldsen hevði eina venjing við dr.14 í høllini um dagin, har okkara limir og foreldur vóru boðin í høllina at hyggja og høvdu møguleikan at heilsa uppá Boldsen. Hann var bæði fyrikomandi, fittur, róligur, stuttligur og avslappandi at vera saman við og gav hann sær góðar stundir til øll. Seinni um kvøldið hevði ein stuttligan og lættan fyrilestur í skúlanum á Skúlatrøð. Vit eru sera væl nøgd við hesa vitjan og vilja vit takka øllum, sum hjálptu okkum við tiltakinum, Sponsorar, leikarar og hjálparfólk. Man plagar at siga: Eingin nevndur og ongin gloymdur. Men vit vilja gjarna nevna og takka okkara nr.23 Andrias Ellingsgaard fyri hansara ágrýtni. Uttan hann, so var hetta ikki veruleiki. Team Klaksvík hevur lagt myndir út á teirra heimasíðu, klikk her: "Joachim Boldsen á vitjan" Vit á Norðoya Portalinum ynskja Team Klaksvík hjartaliga tillukku við 10 ára degnum. Kelda: Team Klaksvík SáH |
Greinar
December 2019
Categories |