NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Ímorgun fer Alvi Hjelm til EM á Suttgeil í Ísrael

28/11/2015

Comments

 
Picture
Kl. 10.00 ímorgun flýgur Alvi Hjelm frá Ægir, saman við Pál Joensen og Astrið Foldarskarð til Ísrael, har tey skulu kappast í Europa Meistaraskapinum á stuttgeil.

Spennandi verður at síggja, hvussu okkara svimjarar fara at klára seg. Norðoya Portalurin ferð at fylgja við kappingini og ynskja vit okkara svimjarum góða eydnu.

Startlisti til EM á stuttgeil 2015


Evropeiska svimjisambandið LEN hevur lagt út ein fyribils startlista til EM á stuttgeil 2015, sum verður í Netanya í Ísrael nú í næstu viku. Pál Joensen hevur styrkismeting sum nr 2 í 1500 metra frísvimjing, og sum nr 10 í 200 metra frísvimjing.

Føroyska luttøkan í Netanya er hendan:

Kapping 5, Menn 400 frí
Pál Joensen (1990), SuSvim 3:42.31 og nr 10 av 38
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3:55.66 og nr 34 av 38

Kapping 10, Menn 200 frí
Alvi Hjelm (1996), Ægir 1:52.96 og nr 39 av 44

Kapping 11, Kvinnur 50 firvald
Astrið Foldarskarð (1994), HS 28.02 og nr 32 av 40

Kapping 13, Kvinnur 100 frí
Astrið Foldarskarð (1994), HS 58.19 og nr 51 av 55

Kapping 16, Menn 400 blandað
Alvi Hjelm (1996), Ægir 4:24.25 og nr 24 av 26

Kapping 18, Menn 1500 frí
Pál Joensen (1990), SuSvim 14:26.54 og nr 2 av 28

Kapping 24, Menn 200 blandað
Alvi Hjelm (1996), Ægir 2:04.88 og nr 41 av 48

Kapping 30, Kvinnur 100 firvald
Astrið Foldarskarð (1994), HS 1:02.76 og nr 36 av 38

Kapping 34, Kvinnur 50 frí
Astrið Foldarskarð (1994), HS 26.22 og nr 52 av 63

Pál er eisini tilmeldaður í 200 frí, men fer mest sannlíkt ikki at svimja hesa grein, nú so tætt er millum 400, 200 og 1500 frí.

Hartil luttekur Magnus Jákupsson fyri Danmark, og hevur styrkismeting sum nr 18 av 50 í 50 rygg og 19 av 49 í 100 rygg.

Kappingin í 1500 metra frísvimjing verður hesuferð skipað við innleiðandi riðlum og finalum, heldur enn sum undanfarin EMS við beinleiðis finalu. Pál skal sostatt luttaka fyrst í innleiðandi riðlum týsmorgunin, til at royna at koma í finaluna mikukvøldið.

EM í Ísrael 2015 hevur heimasíðu www.isr2015ec.org

Kelda: svimjing.com

SáH 

Comments

Tottenham Hotspur víðari í Europa League

27/11/2015

Comments

 
Picture
​Aftur trý stig á kontoina hjá okkara monnum í gjárskvøldið og vit eru víðari í Europa League. Góðan fríggjadag til øll somul, ynskir Tottenham Hotspur. Takk fyri tað, tit eru óførir.

SáH

Comments

Seks svimjarar frá Ægir eru úttiknir til NM/NJM 2015

18/11/2015

Comments

 
Picture
Heili seks svimjarar frá Ægir eru úttiknir til Norðurlendsku Meistarastevnua og Junior Meistarastevnuna í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015. Teir eru Ásbjørg Hjelm, Barbara Debes, Jana Bjartalíð Thomsen, Signhild Joensen og Rókur Trygvason, sum fara at luttaka til NJM. Til NM er Jonna Bjartalíð Thomsen úttikin.

Alvi Hjelm kláraði eisini kravtíðina til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, men hann hevur valt aðrar avbjóðingar ístaðin. Hann ferð at luttaka í EM á stuttgeil í Ísrael.

Samanumtikið fyri Ægir, so má hetta vera eitt av størsta tali av svimjarum vit hava fingið við til NM/NJM nakrantíð.

Hetta skrivar SSF á teirra heimasíðu:

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.

NJM 2015

Gentur
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
Barbara Debes (2000), Ægir
Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

Dreingir
Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

NM 2015

Kvinnur
Beinta Debes (1997), Havnar Svimjifelag
Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag
Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Ægir

Menn
Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag

Fylgjandi svimjarar hava eisini klárað kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, men hava valt aðrar avbjóðingar ístaðin:

Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
Astrið, Alvi og Pál fara til EM á stuttgeil í Ísrael, meðan Óli ætlar sær á altjóða langgeilastevnu.

Ferðaleiðarar til NM/NJM verða Katrin Sørensen og Sørin S. Djurhuus.

Venjarar verða Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir, umframt ein seinni kunngjørdur venjari.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

​SU Svim vann SMS kappingina í Tórshavn

16/11/2015

Comments

 
Picture
​Eftir at Ægir hevði vunnið báðar tær fyrstu kappingarnar í ár, gjørdist SU Svim vinnarin av svimjikappingini í Tórshavn. Kappast var í 34 kappingum og vann SU Svim 15 gull, Havnar Svimjifelag 12 og Ægir 7 gull.

Tríggir svimjarar úr Havnar Svimjifelag megnaðu at svimja meira enn 700 Fina stig (altjóða standariserað styrkimát innan svimjing) Teir vóru Óli Mortensen, Marius Gardshorn og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

Róland Toftum megnaði at seta nýtt føroyskt juniormet, tá ið hann í 200 metra bringusvimjing svam teinin uppá 2:20.10. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag. 

​Fyri Ægir gekk eisini gott. Teir flestu av okkara svimjarnum forbetraði seg sera nógv og nú byrjað eisini okkara garvaðu svimjarar at forbetra seg. Signhild Joensen var skødd og ongar stafettir vóru í svimjikappingini í Tórshavn og tað spælir eisini inn uppá heiðursmerkjabýtini.

Krista Mørkøre og Sólva A. Siðursson vunnu bronsunál við stjørnu og tað er nakað heilt serligt fyri svimjarnar.


SáH

Picture
Comments

Myndir av SMS kappingini ígjár

15/11/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin var sjálvandi til stóru svimjikappingina í Tórshavn ígjár og har kláraði Ægir svimjarnir seg væl. Teir flestu av svimjarnum forbetraðu tíðirnar hjá sær sjálvum og 13 ára gamla Súsanna T. Justinussen forbetraði tíðina hjá sær í 400 metur frí við heilum 12 sekundum.

Spennandi at vita, hvussu ferð at gangast hjá Ægir ídag. NP ferð aftur til Havnar ídag.

Her hópin av myndum.

​SáH

Comments

​Stór svimjikapping í Tórshavn ídag og ímorgin

14/11/2015

Comments

 
Picture
Øll svimjifeløgini í Føroyum luttaka og verður tað svomi 34 kappingar tilsamans. Kappingin er ein úttøkukapping og er navni á kappingini "SMS kapping 2015".

Skráin fyri kappingin er hendan:
Leygarmorgun 14. november upphiting kl. 8.30 til 9.45 kapping kl. 10.00

Ólíkatøl: kvinnur
Líkatøl: menn

1 - 2: 200 blandað
3 - 4: 400 frí
5 - 6: 50 bringa
Pausa - 15 min.
7 - 8: 200 firvald
9 - 10: 50 rygg
11 - 12: 100 frí
Leygardag 14. november upphiting kl. 16.00 til 17.15 kapping kl. 17.30
13 - 14: 200 rygg
15 - 16: 100 firvald
17 - 18: 100 bringa
Pausa - 15 min.
19 - 20: 400 blandað
21 - 22: 200 frí
Sunnudag 15. november upphiting kl. 12.30 til 13.45 kapping kl. 14.00
23 - 24: 50 firvald
25: 800 frí (kvinnur) bert ein riðil
26: 1500 frí (menn) bert ein riðil
27 - 28: 200 bringu
Pausa - 15 min.
29 - 30: 100 rygg
31 - 32: 50 frí
33 - 34: 100 blandað

Spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast hjá Ægir í SMS kappingini, men í vikuni bleiv ein av okkara allerbesti svimjarum skødd, Signhild Joensen, sum hevur klára seg avbera væl, tær seinastu kappingignar er skødd. Hon kokti sær beini, eftir at hava spælt fótbólt, men kanska hon roynir álíkavæl, tí hetta er nevnliga ein úttøkukapping og tað kann álvarsligar fylgur fyri hana, um SSF bert tekur hesa kappingina sum úttøkukapping. Vit vóna tað besta.

SáH 

Comments

Michael Phelps: Eg vildi bert doyggja!

13/11/2015

Comments

 
Picture
Michael Phelps er nokk kendasti svimjari í heiminum og hevur vunnið 22 OL Gull medaljur - men maðurin hevur ikki havt tað lætt privat og hevur stríðst við rúsdrekka-trupuleikum.

- Eg varð veruliga einum myrkum staði og vildi bert doyggja, sigur Phelps við tíðarriti Sports Illustrated.

Phelps bleiv tikin fyri rúsdrekka koyring síðsta ár, og venjarin hjá honum, Bob Bowman hevur eisini verið bangin um heilsuna hjá honum.

Men í dag er Michael Phelps turrlagdur og trenar av øllum alvi til OL 2016, sum skal vera í Rio.

JáH (y) 13.11.2015. 

​

Comments

Putin: Ítrottur er bert áhugaverdur - um fólk eru erlig!

13/11/2015

Comments

 
Picture
Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin hevur sett sær fyri at fara kannað ítrottarheimin í Russlandi - nú fleiri ákærir eru reistir yvir Russlandi, at ítrottarfólk hava dopa seg í kappingum.

"Kampurin skal vera opin og erligur," segði Putin. "Ein ítrottarkapping er bert áhugaverd - um fólk eru erlig."

Fólk vilja hava Russland banna til Olympisku Leikirnir sum vera í Rio de Janeiro 2016 - men so verður ikki, sigur Thomas Bach, ið er forsetin fyri OL stovninum.

"Vit hava prógva, at vit spæla við reinum kortum," segði Bach. "Og vit fara at verja um okkara stofffríu leikarar."

Putin sum sjálvur hevur íðka nógvan ítrott sigur við fjølmiðlarnir, at hetta tekur hann í størsta álvara og ongin úr Russlandi fer at dopa seg til OL 2016, tí reglarnir innan ítrott vera strammaðar heilt ávorliga upp í Russlandi.

​JáH (y) 12.11.2015


Comments

​Føroya Opna Masters Meistarastevnan FOMM 2015 væleydna

11/11/2015

Comments

 
Picture
Eftir eitt sindur av tekniskum trupuleikum í byrjaði av kappingini, eydnaðist bara FOMM 2015 gott.

Svimjarnir stríddist alt tað teir vóru mentir og fingu roynt seg við sínum javnaldrum svimjarum.

Ægir fekk hópin av gullheiðursmerkjum og onkur kapping gjørdist sera spennandi ímillum teir gomlu svimjarnir. Ein var, har Klaksvíkingur Erling Høgnesen, sum tíðanverri svimur við HS, vann tepurt á stórsvimjarnum Jón Heystoy, sum eisini er úr Havnar Svimjifelag. 

Master kappingini er fyri svimjarar sum eru 25+.

Hugnaløta var í Tekniska Skúla fyri allar svimjarnar og eldru hjálparfólkunum aftaná svimjikappingina, har SSF var vertir og ungu hjálparfólkini fóru til Bakaríið hjá Jórun, at fáa sær Pizza.

Her nakrar myndir frá svimjikappingini leygardagin.

SáH

Comments

​Føroya Opna Masters Meistarastevna FOMM í Klaksvík ídag kl. 17.00

7/11/2015

Comments

 
Picture
​Svimjisamband Føroyar saman við Ægir fyriskipa sættu føroysku opnu master meistarastevnuna í Klaksvík ídag.

Kappingin byrjar kl. 17.00 og vera tað umleið 30 svimjarar úr øllum Føroyum, sum fara at kappast.

Master kappingin er fyri svimjarar sum eru 25+. Aftaná svimjikappingina verður hugnaløta fyri svimjarnar og hjálparfólk.

Her kappingarskrá:
Kapping 1: 200 frí kvinnur
Kapping 2: 200 frí menn
Kapping 3: 50 firvald kvinnur
Kapping 4: 50 firvald menn
Kapping 5: 100 bringu kvinnur
Kapping 6: 100 bringu menn
Heiðursmerkjahandan fyri kappingarnar 1 til 6
Kapping 7: 50 rygg kvinnur
Kapping 8: 50 rygg menn
Kapping 9: 100 frí kvinnur
Kapping 10: 100 frí menn
Kapping 11: 50 bringu kvinnur
Kapping 12: 50 bringu menn
Heiðursmerkjahandan fyri kappingarnar 7 til 12
Kapping 13: 100 blandað kvinnur
Kapping 14: 100 blandað menn
Kapping 15: 50 frí kvinnur
Kapping 16: 50 frí menn
Kapping 17: 4x50 frí mix (2 kvinnur og 2 menn) 

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly