NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KÍ víðari í Champions League

24/8/2020

Comments

 
Billede
UEFA hevur gjørt av, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava, sum skuldi vera mikudagin 19/8-2020 við Djúpumýru í Klaksvík.

Tað hevur tikið allan dagin at koma til niðurstøðuna, men stutt fyri klokkan 17 komu boð frá UEFA um, at KÍ er liðið, sum skal spæla móti Young Boys í Bern mikukvøldið. 

Í niðurstøðuni sigur UEFA stutt, at sambært Annex I.2.1, reglugerð fyri Champions League 2020/21, er Slovan Bratislava dømt at tapa dystin 3-0.

Eini forloysandi boð, tí KÍ hevur verið í bíðustøðu, síðan tað kom fram, at ein korunutilburður var staðfestur í fyrra hópinum hjá Slovan Bratislava, sum kom til landið fyri einari viku síðan. Hendan bíðistøðan er nú vekk, og KÍ hópurin heldur sostatt fram við fyrireikingunum til dystin móti Young Boys. Eini boð, sum komur á sjálvum 116 ára føðingardegnum hjá felagnum. 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at honum vantar orð, men sjálvandi fegnast felagið um rættvísu avgerðina hjá UEFA.

Føroyar eru á reyða listanum hjá Sveis vegna høga talið av smittutilburðum, men undantak er givið KÍ ferðalagið í sambandi við dystin. Fyrireikingar til ferðina til Sveis eru í hæddini, men enn er ógreitt júst, nær fráferðin verður. 

Dysturin millum Young Boys og KÍ verður spældur í Bern klokkan 20.15 lokala tíð mikukvøldið. 

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Billede
Comments

KÍ fyrireikar seg til dyst móti Young Boys

22/8/2020

Comments

 
BilledeTummas Lervig, formaður í KÍ
​Hóast ongin almenn fráboðan er komin frá UEFA um, at KÍ skal til sveisiska høvuðsstaðin, Bern, at spæla Champions League dyst móti Young Boys í næstu viku, ganga fyrireikingarnar hjá KÍ fyri seg, sum um at liðið skal avstað

Enn er ongin niðurstøða komin úr UEFA, sum staðfestir, hvør hevur vunnið ætlaða dystin millum KÍ og Slovan Bratislava. Og tí er tað enn óvist, um KÍ er komið víðari í Champions League kappingini. Felagið hevur fingið boð um, at støðan við avlýsta dystinum, verður skundviðgjørd á fundi í aganevndini hjá UEFA mánamorgunin. 

Í skrivi ger UEFA greitt, at úrslitið á heimasíðu teirra, sum vísir, at KÍ hevur vunnið dystin 3-0, er eitt mistak í teirra egnu skipan, tá dystir verða av ongum. Og tí undirstrikar UEFA, at ongin endalig støða er tikin í málinum enn.

- Vit kunnu ikki vænta greið boð frá UEFA fyrr enn mánadagin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. 

Kortini arbeiðir KÍ, sum um at liðið skal avstað, tí tað eru boðini frá UEFA. Millum annað hevur felagið sent umbøn um at útseta dystin í Bern eitt samdøgur. 

- Tað er gjørt eftir áheitan frá UEFA, men Young Boys skulu spæla steypafinalu sunnudagin, og tí var svarið frá teimum noktandi, sigur Tummas Lervig, formaður, og leggur afturat, at boðini frá UEFA eru, at bæði feløgini skulu halda fram við sínum fyrireikingum til at fara til Sveis. 

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Billede
Billede
Comments

Bløðini í Schweiz skriva eisini at KÍ vann í gjár

22/8/2020

Comments

 
Billede
Stóra blaðið í Sveis Nau skrivar eisini at KÍ vann dystin í gjár.

Teir skriva at BSC Young Boys skal spæla ímóti KÍ frá Klaksvík mikukvøldið í høvuðstaðnum Bern.

Teir skriva eisini um løgna dystin í Føroyum, har fyrsta liðið hjá Slovan Bratislava bleiv koyrt í sóttarhald vegna Korona og so bleiv eitt ungt eyka lið sent til Føroyar, men tað bleiv eisini koyrt í sóttarhald, tí tað hevði eisini Korona.

Dysturin skuldi leikast klokkan 17:00 í Klaksvík í gjár, men hann bleiv ikki spældur og tískil vann KÍ dystin.

BSC Young Boys kann spæla í Bern
Sjálvt um Føroyar er reytt í Schweiz, so hevur BSC Young Boys fingið loyvið til at dysturin kann leikast á Wankdoftvøllinum í Bern mikukvøldið. "Tað almenna hevur givið BSC Young Boys grønt ljós, so tað kann spælast í Bern, sjálvt um mótstøðuliðið skuldi vera Klaksvík" skriva hetta blaðið í gjárskvøldið.

Her mynd av leikvøllinum IM Wankdoft, sum tekur 31.120 áskoðarar, men til dystin mikukvøldið vera ongin áskoðarar.

Koyr á KÍ.

Billede
Billede
Comments

Ein ordans Blá/hvítur fjeppari, 97 ár og sær hvønn dyst hjá AIA Tranbjerg í Aarhus

22/8/2020

Comments

 
Billede
Eitt skifti var eg formaðurin innan allar ungdómsdeildirnar hjá AIA fótbóltinum og sat eisini  í høvuðsnevndini hjá AIA fótbóltinum.

Trúgvasti fjepparin hjá okkum tá  var Anton Pederesen, hann hugdi eftir hvørjum dysti hjá okkara besta liðið og nú síggið eg at DBU hevur gjørt eitt filmsklipp um Anton.

Væntandi at Anton Pedersen var givin at hyggja eftir AIA Tranbjerg, men tað hevur hann ikki, hann hyggur enn eftir hvørjum dysti og nú er góð 10 ár síðani eg gavst í AIA Tranbjerg og Anton er blivin 97 ár og hevur verið blá/hvítur fjeppari í 73 ár.

Her filmsklipp um AIA Tranbjerg fjepparan Anton Pedersen, tað var stuttligt at síggja mínar vinir aftur, sjá herundir:

SáH

Her myndir, har eg eri saman við Anton og Arne, umleið 12-14 ár síðani. Góð tíð í AIA Tranbjerg, eisini har var man bláur.
Billede
Comments

Avgerðin er tikin, KÍ vann 3-0 á Slovan Bratislava

21/8/2020

Comments

 
Billede
Á heimasíðuni hjá UEFA sæst, at KÍ hevur vunnið dystin ímóti Slovan Bratislava 3-0 og fingið 3 stig.

KÍ er sostatt komi víðari til næsta umfar í Champions League og skulu møta Young Boys í Schweiz. Tann dysturin skal væntandi spælast nú mikukvøldið tann 26. august klokkan 18:00 lokala tíð.

Hvar tann dysturin verður leiktir er ikki avgjørt enn, møguliga skal hann spælast á einum uttanveltaðum vølli, tí Føroyar er sett á reyða listan hjá Schweiz.

Hetta gjørdist ein sera løgin dystir og bert 5. min. fyri dystarbyrjan, hoyrdist í hátalarnum, har Kristian Joensen fortaldi okkum øllum, at dysturin ikki bleiv spældur og at UEFA skuldi avgera, hvat víðari fór at henda og hvør vann dystin.

Tað hava teir so gjørt í nátt, har teir á heimasíðuni hjá teimum hava avgjørt at KÍ vann dystin 3-0.

12. spælarin hjá KÍ var Korona, sera spell fyri fótbóltin, men tað var ov vandamikið at leika ein Chapions League dyst á Djúpumýru, har fólk á mótstøðuliðnum Slovan Bratislava hava Korona og allir spælarar, hjálparfólk og venjarar vóru sett í sóttarhald.

Stórt tillukku KÍ og nú síggja vit fram til dystin ímóti Young Boys frá Schweiz mikukvøldið, vónandi uttan Korona.

Her myndir og filmsklipp tikin av Sólarn Isaksen og Símun á Høvdanum í gjár, tann minniliga dagin 21. august, sama dag har Pól F. frá TB bleiv 53 ár.

SáH

Comments

Spenningurin er øgiligur í Klaksvík

21/8/2020

Comments

 
Billede
Var við myndatólinum á Djúpumýri klokkan 11:00 og tosaði við formannin í KÍ Tummas Lervig og borgmeistaran Jógvan Skorheim og visti teir einki, um dysturin verður leiktir ella ikki.

Teir fyrireika seg um at dysturin verður leiktir seinnapartin klokkan 17:00.

Tekniskur fundur var júst tá ið News.fo og Norðoya Portalurin vóru og kannaðu um dysturin bleiv leiktir og fekk eg mynd av teimum sum standa aftanfyri KÍ.

Spenningurin var øgiligur og nú er bert at bíða eftir  at landslækninLars Fodgaard Møller úttalar seg, um eykaliðið hjá Slovan Bratislava kann leika klokkan 17:00 í dag.

News.fo og Norðoya Portalurin eru klárir at fara at taka myndir og vera vit Sólarn Isaksen og Símun á Høvdanum, sum fara at taka myndir.

Her myndir tiknar klokkan umleið 11:00 í morgun. Børnini eru frá barnastovuni í Mylnuhúsinum, sjá filmsklipp og myndir herundir.

Koyr á KÍ, nú skal tað vera.

SáH
​ 

Comments

KÍ hópurin ímótir Slovan Bratislava

21/8/2020

Comments

 
Billede
Hettar er KÍ hópurin sum skal spæla ímótir Slovan Bratislava í dag

Sum tey flestu hava fingið við so er Champions League dystir við djúpumýru í dag kl. 17. Sjónvarpsendingin byrjar kl. 16 har vit hava eina upptakt til dystin.

Sendingin sæst her í dag.

KÍ hópurin er hesin.
Jákup B. Andreasen
Jóannes Bjartalíð
Jesper Brinck
Jóannes K. Danielsen
Boris Dosljak
Odmar Færø
Kristian Joensen
Meinhardt P. Joensen
Jonn Johannesen
Patrik Johannesen
Páll A. Klettskarð
Dávid Langaard
Ole Erik Midtskogen
Ólavur Niclassen
Steinbjørn Olsen
Deni Pavlovic
Børge Petersen
Ísak Simonsen
Túri Geza
Heini Vatnsdal

​Koyr á KÍ.

Klaksvíkar Ítrótturfelag

Her sæst dysturin, klikk link herundir:
Billede
Comments

FERÐSLAN Í SAMBAND VIÐ CHAMPIONS LEAGUE

17/8/2020

Comments

 
Billede
Í samband við, at Champions League dystur verður við Djúpumýru mikukvøldið 19. august, verða Bøgøta og Jógvan Waagsteinsgøta stongdar fyri allari ferðslu frá týsdegnum 18. august klokkan 15 til mikudagin 19. august klokkan 22.

Hetta tíðarskeiðið steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu, men bussleiðin verður umløgd og førd umvegis Uppsalagøtu.

Vitjandi í svimjihøllini verða í hesum sambandi biðin um at seta bilin við Badmintonhøllina.

Klaksvíkar Kommuna

Billede
Comments

Øll skulu síggja KÍ spæla Champions League

17/8/2020

Comments

 
BilledeJógvan Skorðheim, Borgarstjóri og Rói Clementsen, Samskiftisfólk hjá KÍ
Mikukvøldið 19. august kl. 19.00 verður søguligur dystur í Djúpumýru, tá ið KÍ á fyrsta sinni skal leika ein Champions League dyst á heimavølli ímóti Slovan Bratislava. Men íkomna koronustøðan ger tíverri, at dysturin verður leiktur uttan viðhaldsfólk. Og tó so!

Vit harmast sjálvsagt um, at viðhaldsfólk og onnur ikki kunnu uppliva dystin í Djúpumýru, nú endalig góðkenning er komin til heimadystir í samband við Champions League luttøku. Hóast vit ikki kunnu møtast í Djúpumýru, so verður møguligt hjá øllum at síggja dystin ókeypis umvegis eina Youtube leinkju, ið verður tøk seinni, sigur Rói Clementsen, samskiftisfólk hjá KÍ.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at so skjótt tað var avgjørt, at KÍ fekk heimavøll, so settu vit okkum saman við umboðum í KÍ fyri at finna eina loysn um, hvussu vit á besta hátt kunnu stuðla KÍ-hópinum og samstundis geva øllum fótbóltsáhugaðum møguleika at uppliva dystin. Og í góðum samstarvi við KÍ, aðrar stuðlar og Raclip, sum eisini stóð fyri norðoyastevnusendingini, hava vit gjørt tað møguligt at vísa dystin.

- Umframt at vísa dystin so verður eisini ein fótbóltssending,har samrøður, innsløg og upptakt til dystin verður víst ein heilan tíma áðrenn dystarbyrjan, soleiðis at øll kunnu koma í gott fótbóltslag.

Bláa Bylgja hevur eisini framleitt fløgg, sum øll áhugaði kunnu heinta seinnapart í morgin hjá teimum ymisku matvøruhandlunum í býnum. Talan er um fløgg, sum skulu litast, klippast og límast á ein flaggpinn. Vón okkara er, at nógv børn og barnsligar sálir fara at taka myndir meðan tey gera klárt, og vilja vit fegin fáa tær sendar umvegisfacebooksíðuna hjá kommununi, sigur Jógvan Skorheim.

Rói Clementsen, samskiftisfólk í KÍ, fegnast um, at dysturin kann verða vístur fyri øllum fotbóltsáhugaðum.

- Sjálvt um leikararnir ikki koma at merkja trúføstu áskoðarfjøldini í Djúpumýru, so hevur tað ómetaliga nógv at siga, at leikararnir áðrenn dystin merkja ein góðan stemning millum fólk, og tað eri eg sannførdur um, at ein slík upptakt kann gera. Eg vóni eisini, at fólk fara at fyrireika seg við fløggum og bláum búnum, júst sum tað hevði verðið gjørt, um farið var til dyst, sigur Rói Clementsen.

- Arbeiðið við at fáa endaliga góðkenning til heimadystir í Champions League hevur verið drúgt. Tí hevði tað verið ómetaliga stuttligt, um vit kundu savnast í Djúpumýru. Men eg vóni, at børn, ung og gomul fara at savnast í fjarstøðu og í minni bólkum, soleiðis at dysturin kortini kann upplivast, sigur Jógvan Skorheim, sum tó sær fyri sær, at fótbóltshugnin kemur inn í stovurnar kring um í kommununi.

Fótbóltssendingin, við samrøðum og fótbóltsprátið, byrjar kl. 18.00 og sæst dysturin á Youtube leinkju, ið verður kunngjørd seinni, og dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava byrjar kl. 19.00.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Billede
Comments

Stór viðurkenning til Kára á Høvdanum

15/8/2020

Comments

 
BilledeKári á Høvdanum er fluttur ein bólk upp í altjóða døming, og kann nú fáa møguleikan at døma dystir á hægri stigi enn higartil - Mynd: Hans Erik Danielsen

UEFA hevur avgjørt at flyta føroyska FIFA-dómaran, Kára á Høvdanum ein bólk upp, so hann nú er í bólki 2, sum gevur møguleika til at døma dystir á hægri altjóða stigi enn higartil

Hetta er sjálvandi stórt fyri okkum og føroyska døming, og vil eg hervið ynskja Kára á Høvdanum hjartaliga tillukku við hesi stóru viðurkenning. At verða bólkaður í “Men Second Class” kann geva møguleika til at døma dystir á hægri stigi enn higartil, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var seinnapartin fríggjadagin at boð komu frá UEFA, har kunnað varð um, at Kári á Høvdanum er ryktur ein bólk upp í samband við altjóða døming. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein føroyskur dómari er komin í bólk 2 fyri FIFA-dómarar.

Til allar altjóða dystir verða dómararnir eygleiddir, og síðan verður frágreiðing skrivað og støðumet givið. Hetta verður eisini brúkt í heimligu kappingini. Og fyri Kára á Høvdanum hevur støðumetið í seinastu altjóða dystunum verið so mikið gott, at hann nú er ryktur ein bólk upp.

– Dómsnevndin hjá UEFA, og ikki minst UEFA Referee Officers hava verið væl nøgdir við avrikini hjá føroysku dómarunum, og tað eru vit sjálvandi sera glaðir fyri og ernir av, sigur Lassin Isaksen.

Sambært faroesoccer.com hevur Kári Jóannessarson á Høvdanum dømt 259 dystir í føroyskum vaksnamannafótbólti síðan 2009. Hann bleiv kosin FIFA-dómari í november í 2017.

Skrivað hevur Hans Erik Danielsen.

Kelda: www.fsf.fo

SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly