NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ægir byrjar aftur eftir summarferiuna nú mikudagin

29/8/2017

Comments

 
Billede
​Ægir byrjar sítt virksemi aftur eftir summarferiuna mikudagin 30. august. Har børn, ung og vaksin vera tilmeldaði.

Tilmelding er nú mikukvøldið 30.08 kl 18 í svimjuhøllini.

Limagjald á 600,00kr (fyri alt svimjuárið)
Frá septembur til apríl/ Mai 
Hesi lið venja 1 ferð um vikuna.
Skal gjaldast við tilmeldingini.

Hini liðini:
Elite. 1500,00kr (2 ferðir um árið)
Tecnical. 1000,00kr (2 ferðir um árið)
Lið 5. 600,00kr (2 ferðir um árið)
Masters. 600,00kr (2 ferðir um árið)

Tikið verður ímóti við kontantum og gjaldskortið (tó minus Master Card).

Vit ynskja øllum at vera vælkomin og vónandi fáa vit eitt gott Ægir ár.

Við svimjikvøðu

Ægir

Comments

​FM og Føroya Cup í Skeet 2017 hetta vikuskiftið

26/8/2017

Comments

 
Billede
​Hetta vikuskifti, 26. og 27. August 2017, verður FM í Skeet skotið. Fyrri dagurin verður skotin á breytini hjá Sunda Byrsufelag. Seinni dagurin verður skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum.

Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.

Føroya Cup er ein kapping, ið hevur koyrt gjøgnum alt árið, og vinnarin er tann við besta úrslitið av trimum teimum bestu kappingunum í árinum lagt afturat úrslitinum á FM.
Møguligt er at síggja støðuna av Føroya Cup á https://goo.gl/t8AkQB, og verður dagført tá fyrri dagur er av.

Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting, og var fyrstu ferð skotin í 2016. Tá vann Marius F. Joensen við 209 + 71 dúgvum, nr. 2 gjørdist Sámal Debes við 200 + 67 dúgvum og nr. 3 gjørdist Tórur Fløtt við 200 + 65 dúgvum

Somuleiðis er FM-liðkappingin eisini ein kapping, ið hevur koyrt alt árið, og vinnarin verður funnin eftir fyrsta dagin av FM. Støðan á liðkappingini er at síggja á https://goo.gl/hVkbtL, og verður dagført tá fyrri dagur er av.

Sunnudagin verður vinnarin av FM vunnin. Í fjør vann Jóannis Joensen, nr. 2 gjørdist Tórur Fløtt, og nr. 3 Marius F. Joensen.
Møguligt er hjá øllum at fylgja við úrslitunum leypandi á https://goo.gl/hvGTqx

Øll er sjálvandi vælkomin at hyggja.

Skrá fyri vikuskiftið:
Leygardagin 26. August
Kl. 09:00 Byrja verður at skjóta
Kl. 12:30 Føroya Cup og FM-liðkapping av

Sunnudagin 27. August
Kl. 13:00 Byrja verður at skjóta
Kl. 15:35 Finaluskjóting
Kl. 16:30 Heiðusmerkjahandan

Sí annars tíðarætlan og tilmelding á https://goo.gl/8g2jKm og https://goo.gl/vsCyoq

Kelda: Skjótisamband Føroya

SáH

Comments

Svimjikapping á Vánni leygardagin kl. 15.25

16/8/2017

Comments

 
Billede
Á Sjómannadegnum verður svimjikapping á Vánni leygardagin kl. 15.25.

Svimjifelagið Ægir skipar fyri svimjikappingini tvørtur um Vánna.

Tilmelding fer fram hjá Ægir, Símun tlf. 273200 ella Rannvá 263376. Eisini ber til at melda til í svimjuhøllini ein tíma áðrenn kappingin byrjar. Eisini kunnu tit senda meyl á klips.fo@live.dk att: Svimjikapping Vánna.

Heiðursmerkir vera givin og á Sjómannadegnum í 2016 fingu allir vinnarnir ein flatskerm frá Elding til gávus.

Havsvimjarar úr Vági hava longu boða frá, at teir koma norður og væntandi koma eisini svimjarar aðrastaðni frá eisini. Havnin plagar at vera væl umboða og vónandi koma nógvir svimjarar frá Klaksvík eisini.

Hetta stendur á skránni hjá Sjómannadegnum:
15.25
Svimjikapping á Vánni
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.
Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

​SáH

Comments

​KÍ vann toppdystin

16/8/2017

Comments

 
Billede
KÍ vann toppdystin á Djúpumýri og liggur nú serstakliga væl fyri at vinna 18. FM heiti á rað.

Sera nógvir áskoðarar vóru til dystin í gjárskvøldið og stóð nógv uppá spæl hjá báðum liðunum, tí vinnandi liðið kundi leggja seg avgerandi á odda í stríðnum um FM heiti og við einum perlumálið frá Rannvu Andreasen í 62. min., har hon tippaði bóltin uppum ein verjuleikara hjá EBS/Skála og so heilflutaði hon bóltin við handaru stong, eitt sera vakurt mál og legði hon við hasum málinum KÍ  framum 2-0.

Í fyrra hálvleiki hevði Malena Josephsen lagt KÍ á odda 1-0 og í 86 min. minkaði Margunn Lindholm um munin við einum brotssparki, so endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ. 

Dysturin var javnur, har EBS/Skála hevði tað mesta spæli og KÍ hevði lagt seg aftur at verja og so lúrdi KÍ eftir kontra
og tað var nær við at tað eydnaðist Sofíu Purkhús Splidt at slíta seg leysan, men avleveringarnar vóru sum ofast óneyðar, so Sofía hevði tað sera torført í álopinum.

Spenningur kom í dystin aftur, tá ið EBS/Skála minkaði um munin í 86 min., men KÍ helt stand og vunnu uppiborið 2-1. Sera týdningarmikil sigur og stórt tillukku til okkara kvinnur.

KÍ er nú trý stig frammanfyri EBS/Skála við 39 stigum, EBS/Skála hevur 36 stig, men KÍ hevur munandi betur málmun, +61 og EBS/Skála hevur +41.

SáH

​

Comments

KÍ kvinnurnar vunnu stórsigur á ÍF/Víkingur, heili 13-0

6/8/2017

Comments

 
Billede
Seinna hálva byrjaði sera væl fyri KÍ kvinnurnar. Tær vunnu stórsigur á ÍF/Víkingini heili 13-0 og tað var ikki eitt mál ov lítið.

Eitt gleðiligt var eisini at síggja á KÍ liðnum ídag og tað var at Sofía Purkhús Spildt er komin aftur á KÍ liðið og hon hevði hópin av góðum uppleggum til KÍ álopsspælarnar og hon verður uttan iva ein stórur fongur fyri KÍ liðið. Vælkomin heim Sofía.

KÍ hevur nú 33 stig og við +53 í málmuni og væntandi hevur EBS/Skála vunnu á B68 ídag og áðrenn 12. umfar høvdu tær +37 í málmuni, so er at vóna at tær ikki hava vunnu ov nógv.

Her nýggjasta liðmyndin av KÍ kvinnunum.

Stórt tillukku við dystinum ídag og góða eydnu í seinnu hálvu.

SáH

Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly