NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016

30/8/2016

Comments

 
Billede
Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í hesum viðfesta skrivi, klikk her: "SSF-kravtíðir til NJM og NM.

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.

Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu, "Kravtíðir 2016".

Kelda: www.ssf.fo

SáH

Comments

Málið hjá Páll Klettskarð í steypafinaluni 2016

28/8/2016

Comments

 
Billede
Her er málið hjá Páll Klettskarð í steypafinaluni 2016, sum sjálvandi Norðoya Portalurin fekk beinleiðis í kassan, sjá niðanfyri.

Myndatakari svimjivenjarin hjá Ægir Jaime Arro.....

​SáH

Comments

Leingi er tað í væl skal vera

27/8/2016

Comments

 
Billede
Billede
Billede
Steypavinnarar 1999 og steypavinnarar 2016. Stórt tillukku KÍ.
Comments

Oluffa á Høvdanum og Álvi Hjelm frá Ægir svimja Christianborg runt um góðar 2 tímar

26/8/2016

Comments

 
Billede
Hetta skrivar www.svim.com

Óli, Alvi og Frans luttaka á Christiansborg Rundt 2016

Danska svimjisambandið skipar í morgin fyri árliga Christiansborg Rundt, við luttøku av eisini føroyingum. Hetta er 2 km kappsvimjing í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn, umframt at lið kunnu luttaka í sokallaðu Krüger-stafettini, á 4 ferðir 500 metrar.

Tey verða eini 3600 sum fara at luttaka, harav eini 3300 eru tilmeldað sum einstaklingar til teir 2 kilometrarnar, og hini umleið 300 luttaka í liðsvimjingunum. Og har eru í øllum førum 3 svimjarar úr Føroyum – nevniliga Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Frans Johannesen, sum allir eru tilmeldaðir til skjótasta riðli í 2 km svimjingini hjá harrum. Kappast verður bæði um at verða skjótast av øllum, og at vera skjótast í sínum aldursbólki: 18 ár og yngri, og síðani 5 árgangir bólkaðir saman (18-24 ár, 25-29 ár, osfr).

Fyrstu riðil byrjar kl 10:00, danska tíð, og svimja tey síðani í riðlum á umleið 65 svimjarar hvørja ferð, við 5 minuttir millum hvønn riðil. Teir tríggir føroyingarnir byrja sostatt fyrst væl út á dagin, eisini tí at Krüger-stafettin kemur ímillum kl 13:20 ella har á leið.

Har verður beinleiðis stroyming frá øllum hesum, umframt frá danska partinum av LEN Europan Open Water Swimming Cup, sum verður í somu kanalum frá kl 08:30, danska tíð. Hetta seinasta er væl meira ‘alvorlig’ kapping fyri havsvimjarar, sum evropeiska svimjisambandið skipar fyri, og har Keypmannahavn so eigur eina stevnu í røðini.

Sí heimasíðurnar her: svoem.dk, svoem.org og copenhagenswim.com

Svimjing.com hevur gloymt Oluffu á Høvdanum, hon svimur eisini ídag og ein annar Klaksvíkingur, sum hevur búð nógv Harrans ár í Danmark, Heidi Andreasen.

Tit kunnu fylgja live við her, klikk her: "Christinasborg rundt" og tey eru byrjaði at senda.

Kelda: www.svim.com

SáH

Comments

Vit vunnið

26/8/2016

Comments

 
Her eru orð fátøk, yeeeeeeees.
Comments

KÍ Steypavinnarar 2016

26/8/2016

Comments

 
Billede
Endiliga eftir 17 ár gjørdist KÍ Steypavinnarar aftur. Seinast KÍ vann steypið var í 1999 og tá var tað á ovari vøllið í Gundadali.

Nógv er broytt, nú hava vit ein tjóðarvøll, sum kallast "Tórsvøllur" við øllum hentleikum og har bleiv sett met leygardagin, ongantíð í søgu FSF hava so nógvir áskoðarar verið til ein fótbóltsdyst ímillum tvey føroyskt lið, Tórsvøllur var fullsettir og áskoðaratalið var omanfyri 4.700.

Man kundi gott gjørt eina langa grein, men har vóru næstan allir Klaksvíkingar í Tórshavn, so man behøvist ikki at skriva tað stóra, tí vit vóru øll har.

​Hjartaliga tillukku KÍ, tað var fantastisk allan leygardagin, leygarkvøldið og náttina við.

SáH 
Billede
Comments

Norðoya Portalurin til Steypafinaluna

25/8/2016

Comments

 
Billede
Tað skuldi bara mangla at Norðoya Portalurin ikki eisini fór til steypafinaluna at stuðla KÍ.

Ja, hesa mynd tók eg í 1999, tá ið KÍ gjørdist steypavinnarar og vónandi sleppi eg at taka somu mynd íkvøld, also við sama vinnarar, men ikki somu fólkum.

Norðoya Portalurin ynskir KÍ góða eydnu íkvøld. Nú skal tað vera.

Koyrá KÍ.

​SáH

Billede
Comments

Ægir byrjar aftur eftir summarferiuna

17/8/2016

Comments

 
Billede
​Ægir byrjar sítt virksemi aftur eftir summarferiu mánadagin 22. august. Har børn, ung og vaksin vera tilmeldaði.

Til ber at melda seg til frá kl. 18.00 og eru tað nýggir limir, sum tá blíva tilmeldaðir.

Kl. 19.00 eru tað svimjara, sum hava svomu við Ægir.

Kostnaðurin er hesin:
Børn frá 6 ár: 300,00 kr. pr. skeið (fyrsta skeið er til jólar)
2. lið: 1.000,00 kr. (fyri eitt svimjiár)
1. lið: 1.500,00 kr. (fyri eitt svimjiár)
Master: 600,00 kr. (fyri hálvt svimjiár)

Tikið verður ímóti við kontantum og gjaldskortið (tó minus Master Card).

Møguliga verður eisini babysvimjing og svimjing fyri fólk við breki, men har mugu vit finna venjarar fyrst.

Vit ynskja øllum at vera vælkomin og vónandi fáa vit eitt gott Ægir ár.

Við svimjikvøðu

Símun á Høvdanum, formaður

Comments

Pál: Tað eydnaðist ei heldur hesa ferð !!!

14/8/2016

Comments

 
Billede
Tað eydnaðist ikki hjá Pál Joensen at svimja seg víðari og sjálvur skrivar hann soleiðis á Facebook:

Í gjár endaði so mín onnur roynd at uppnáa mítt Olympiska mál. Synd at siga eydnaðist tað ei heldur hesa ferð. Nógv spyrja hvat gekk galið? Hví miseydnaðist tað so? Tað havi eg enn ikki funnið svar uppá og tað komi eg ei heldur til.

Eg havi lagt alla mína orku í hetta projektið og sera langa tíð. Mín kroppur hevur verið pressaður til markið viðvíkjandi skaðum og yvirvenjing í fýra ár. Eg havi eisini arbeitt sera miðvíst við mentalari fyrireiking, fyri at klára at halda fokus og útvega mítt potentiali heilt til fulnar. 

Eg havi einki svar uppá, hví alt ikki kundi kulminera í skjóta og vælútførda svimjing. 

Soleiðis er ítróttur bara onkuntíð. Tað er millum annað tað sum ger svimjing og annan ítrótt so vakran. 

Svimjingin hevur givið mær nógvar stórar løtur, sum eg ongantíð fari at gloyma. Men svimjing hevur givið so nógv meir enn tað afturat. Eg njóti at liggja í vatninum, eg elski at svimja langar teinar, uttan pausu, bara eg og vatni. Eg útfordri mín kropp og mítt sinn hvønn dag í hylinum við at royna at svimja eitt lítið sindur flottari ella at pressa meg eitt lítið sindur meir. 

Eg elski ikki bara at svimja; eg elski svimjing! Men svimjing, sum nógvir aðrir ítróttir, er náðisleys; hon elskar teg ikki aftur. Svimjing hevur givið mær góðar stundir, men eg fari aldrin at fáa kærleika frá svimjing. Men tað geri eg frá konu, familju og vinum! 

Bæði áðrenn og aftaná eg svam í gjár havi eg følt ómetaligan kærleika frá fólkið, ið halda av mær og tí eg geri. Eg veit ikki hvussu eg kann takka fyri allar tær heilsur og tey boð eg havi fingið frá fólki, ið hava ynskt mær góða eydnu og sum eisini hava víst samkenslu, eftir at tað ikki gekk eftir ætlan.

Men størsta takk fær kona mín Malan Vitalis Joensen, ið følir so nógv við mær, tá ið eg svimji, at hon ikki kláraði at síggja seinastu 400 metrarnir í gjár fyri tárum í eygunum. Nú treingja okur til eina langa, væluppiborna feriu.



Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly