NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Føroyar nummar 19 av 31 tilmeldaðum londum í 4x100 Blandað mix

26/7/2017

Comments

 
Billede
Eitt heiðurligt 5. pláss í riðlinum, aftanfyri Australia, Stórabretland, Argentina og Suðurafrika, men við góðkendari tíð í mun til Svøriki og Ungarn. Endaðu sum nr 19 av 22 londum sum fingu eina tíð, nr 19 av 24 um vit telja kolldømingarnar við, og nr 19 av 31 um vit eisini telja tey við sum vóru tilmeldað men ikki møttu. Hopi at svimjararnir hyggaðu sær.

Annars gjørdist USA nummar eitt og slóð enn eitt heimsmet. Finalan verður svomin seinni og har vera tey átta besti sum sleppa við har.

Kelda: svimjing.com

SáH

Comments

​Róland Toftum hevði 30.16 sekund í 50 metur bringu í HM í Budapest

25/7/2017

Comments

 
Billede
Tað var ikki hansara besta tíð, men rakk til eitt 57. pláss av teimum 81 luttakandi.

Róland Toftum hevur føroyska metið og tað er 29.43, so higartil hava allar tíðirnar hjá føroysku svimjarnum verið verri enn teir persónligu metini hjá teimum.

Nú kl. 9.31 skal Óli Mortensen í hylin í 800 metur frí, so vónandi klárar hann at sláa sítt persónliga met.

Vit vóna tað besta.

SáH

Comments

Signhild Joensen fekk tíðina 1:04.50 í 100 metur rygg á HM í Budapest

24/7/2017

Comments

 
Billede
​Signhild Joensen hevur akkurát svomið 100 metur rygg á HM í Budapest. Tíðin bleiv 1:04.50 og tað kundi gott verið eitt sindur betur. Føroyska metið er 1:03.28 og tað eigur Signhild Joensen sjálv.

Nú vóna vit at Signhild slær føroyska metið í 200 metur rygg og tað verður fríggjamorgunin á Ólavsøku.

Tit síggja svimjingina hjá Signhild á linkinum herundir.
​
Í morgin svimja Róland Toftum í 50 metur bringu og Óli Mortensen 800 metur frí.

Vit ynskja okkara svimjarnum alt tað besta í Budapest.

SáH

Comments

Signhild Joensen úr Ægir svimur 100 metur rygg á HM í Budapest ímorgun

23/7/2017

Comments

 
Billede
Um hálvan tíma fer Signhild Joensen úr Ægir í hylin í Budpest, har hon skal royna seg í 100 metur rygg.

Tit síggja HM í Budapest beinleiðis á Eurosport.

Vit ynskja Jamie og Signhild góða eydnu.

Hetta skrivar svimjing.com
"Góðan morgun úr Budapest. Nú um ein hálvan tíma ella so kl 09:30 ungarska tíð ella 08:30 í Føroyum, skal Signhild Joensen royna seg í 100 metra ryggsvimjing. Hon er á geil 5 í næsta riðli"

SáH.


Billede
Comments

Heimasíður fyri havsvimjing í øllum Europa

23/7/2017

Comments

 
Billede
Openwaterswimmin in Europe, á hesari síðuni síggja tit tær flestu av heimasíðunum fyri havsvimjing í Europa, klikk á hetta linki: "Openwaterswimming in Europe".

SáH

Comments

Signhild Joensen frá Ægir svimur 100 metur rygg í morgin á HM í Budapest

23/7/2017

Comments

 
Billede
Tveir svimjarar úr Føroyum hava roynt seg í HM í Budapest í dag og teir vóru Sára Nysted og Róland Toftum frá SU Svim.

Sára svam 200 metur blandað og tíðin var 2:26.48 og Róland Toftum svam 100 metur bringu við tíðini 1:07.22 og eru tíðirnar eitt sindur frá teirra bestu tíð.

Í morgin skal okkara svimjari Signhild Joensen úr Ægir royna seg í 100 metur rygg. Spennandi verður at síggja hvussu Signhild fer at klára seg, vit vóna tað besta.

Svimjingin sæst beinleiðis á Eurosport og ídag tosaði Eurosport um evnaríka svimjaran úr Ægir Signhild Joensen, so teir halda eyga við hana uttanlanda.

Koyrá Føroyar.

​Her mynd av Signhild Joensen í Budapest.

SáH



Comments

Havsvimjing á Ólavsøku. Hetta er eitt opið tiltak - øll eru vælkomin!!!

21/7/2017

Comments

 
Billede
​HETTA ER EITT OPIÐ TILTAK – ØLL ERU VÆLKOMIN !!!

Vit vilja hava so nógvar luttakarar, sum gjørligt. Dugir tú at svimja og eigur ella kanst læna eina drakt, so er ikki at halda teg aftur. Hetta er ein fínur teinur fyri óroynd.

Tilmelding o.a.
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-1851103. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.

Kunning um trygd vm. og samleikaprógv
Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning (Um høvuðsinngongdin er stongd, fara vit inn gjøgnum síðudyrnar). Samleikaprógv, ið geva atgongd til kappróðrarøkið, verða latin tilmeldaðum luttakarum.

Skiftiumstøður
Til ber at skifta í hølum hjá Smyril Line Cargo frá kl. 15.00. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar har. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so klæðini eru trygg og vit sleppa altíð inn.

Kapping
Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters – menn sum eru 50 ár og eldri

Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi.

Svimjing
Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar. Startað verður í sjónum. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.

Trygd og ábyrgd
Lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.
Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskiftir á sjónum, ið vit ikki fáa stýrt, og sum kunnu vera vandamikil. T.d. kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin á sjónum.
Tá tú velur at luttaka, so gert tú tað undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum.

Steypa- og heiðursmerkjahandan og annað
Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Tá verða eisini bjór, vatn og okkurt sterkari.
…
Ólavsøkusvimjingin úr einum søguligum sjónarhorni
Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónumn á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.

HAVNAR SVIMJIFELAG

​Erling Eidesgaard

Comments

​Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara

20/7/2017

Comments

 
Billede
Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla ukrainan Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA. Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. "Master í Sports Management, Administration and Coaching" frá Henderson State University í Arkansas frá 2017.

Oleksii er uppvaksin í Ukraina, har hann var elitusvimjari og fleirfaldur junior- og seniormeistari. Svimjingin varð eisini hansara atgongumerki til útbúgving í USA, hagar hann flutti við fullum scholarship í 2008. Hann er giftur russisku Irinu, og saman eiga tey tvey ára gomlu Annu og eitt ára gamla Artemii.

Oleksii var partur av ukrainska landsliðsvenjaratoyminum frá 2012-2015, har hann, umframt at vera Commercial Director, serliga tók sær av tí teknisku venjingini. Í hesum tíðarskeiði vunnu ukrainar sjey heims- og Evropameistaraheitir, ellivu junior Evropameistaraheitir umframt onnur altjóða heiðursmerkir. Oleksii hevur í hesum sambandi eisini verið við til at vant olympiskar svimjarar. Av hesum er kanska serliga vert at nevna russiska ryggsvimjaran og tvífalda bronsuvinnaran Arkadiy Vyatchanin. Umframt hetta hevur Oleksii eisini royndir við at skipa ítróttarfeløg. Síðan 2015 hevur Oleksii verið "Assistant Swim Coach/Recruiting Coordinator" á Henderson State University.

Oleksii, ið umframt ukrainskt, russiskt, pólskt og týskt, eisini tosar flótandi enskt, sigur: "I am genuinely excited to become a new Head Swim Coach of the Torshavn Swim Club, and I honestly believe that I can contribute exceptional experience, excellent knowledge, and fresh breath into its development."

Familjan flytir við honum til Føroya, og hetta verður í løtuni fyriskipað. Nýggi høvuðsvenjarin byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

Nevndin, Havnar Svimjifelag

Comments

​Tað kiksaði hjá Klaksvíkingi

16/7/2017

Comments

 
Billede
​Stoltleikin hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag Klaksvíkingur kláraði heldur ikki at vinna á Vestanstevnu og tað má vera langt síðani at Klaksvíkingur hevur tapt tveir róðrar á rað og tað ringasta av tí heila, so bleiv Klaksvíkingur nummar trý og fekk bara 5 stig.

Klaksvíkingur er tó heili trý stig frammanfyri Ormin Langa, so tað skal illa til, um Klaksvíkingur ikki gerst Føroyameistari 2017 á Ólavsøku.

Nú verður eitt frí vikuskiftið og vónin er, at Klaksvíkingur brúkar tíðina til Ólavsøku optimalt og gerð tað sama, sum
teir so ofta hava gjørt fyrr, hølvar hinar bátarnar av á Ólavsøku.

Vit vóna tað besta og vit koma sterkt aftur.

SáH

Comments

​HM svimjarnir venja á Mallorca

15/7/2017

Comments

 
Billede
Signhild Joensen og Co. eru júst í løtuni á venjingarlegu á Mallorca, sum er ein liður í fyrireikinum til HM 2017 í Budapest seinni í juli.

Tey fóru avstað mikudagin í síðstu viku og vera á Mallorca til tann 21. juli og tá fara tey so víðari til Budapest. HM byrjar tann 23. juli, her kappingarskráin fryi Fina World Championships, klikk her: "17TH Fina World Masters Championships"

Óli Mortensen og venjari Øyvind Røsland fóru til Mallorca longu mánadagin, sum DM á langgeil var liðugt, meðan Signhild Joensen, Sára Ryggshamar Nysted, Róland Toftum og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo nú seinasta mikumorgunin flugu beinleiðis við Atlantic Airways úr Føroyum.

Talan er um venjingarlegu, sum Øyvind Røsland saman við Svimjisambandi Føroya og Norsk Svømmeforbund hevur fingið í lag, soleiðis at føroyingarnir kunnu venja saman við norska landsliðnum, ið eisini fyrireikar seg til HM. Øyvind hevur konu sína við á Mallorca, ið hevur játtað at vera okkara kvinnuligi leiðari hjá liðnum.

Sum skilst so er veðrið sera gott har suðuri í hesum døgum, um ikki ov gott.

Vant verður uttandura, har á BEST Swim Centre Mallorca, klikk her: "Best Swim Centre" ið er depil hjá fyrrverandi bretskum OL-svimjarum, ið hevur sum sergrein at skipa fyri venjingarlegum fyri svimjarum og triatletum.

Vit ynskja okkara svimjarum góða eydnu og eru tit vælkomin at senda hópin av myndum til okkum, send myndirnar á klips.fo@live.dk

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly