NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Øgiligur endaspurtir tryggaði Páll Fanga sigurin á Ólavsøku 2015

30/7/2015

Comments

 
Picture
Man hevði hoyrt ígjøgnum alla seinastu viku, at á Ólavsøku vinna vit og tað gjørdi Páll Fangi sanniliga eisini. Við einum øgiligum endaspurti vunnu teir akkurát við 0.10 sekundum á Tvørábátinum. Fantastiska flott klára og frøðin tóktist ongan enda at taka.

Tíðirnar vóru hesar:
Nr. 1 Páll Fangi  04.38.09
Nr. 2 Tvørabáturin 04.38.19
Nr. 3 Smyril 04.41.12

Her sigurðsmyndirnar og tær siga alt.

Norðoya Portalurin ynskir Páll Fanga hjartaliga tillukku við sigrinum á Ólavsøku.

SáH

Comments

Fantastiskar myndir av sigrinum hjá Klaksvíkinginum á Ólavsøku

29/7/2015

Comments

 
Picture
Ja, tað var sum at vera  til svimjikapping, tá ið man sá gysaran ímillum Klaksvíking og Drekan Reyða á Ólavsøku og tað gjørdist eisini sera sera tætt og sjálvandi við rættað vinnarnum. Bert 0.05 sekund á muni, júst sum vit plaga at síggja til svimjikappingar, men hetta var also kappróður.

Tað vóru tveir langir minuttir, áðrenn tað ljóðaði í hátalarnum, at "Vinnarin av 10 mansfararóðrinum ídag gjørdist Klaksvíkingurin" og alt bleiv á gosið á kajuni. Fantastisk følilsi og blóðtrýstið hjá mær var í topp :) men skít við tí, vit vunnu.
 
Nr. 1 Klaksvíkingur 04.13.06
Nr. 2 Drekin Reyði 04.13.11
Nr. 3 Havnabáturin 04.20.16

Norðoya Portalurin ynskir Klaksvíking hjartaliga tillukku við Føroyameistaraskapinum.

SáH

Comments

Her síggja tit filmsklipp av 10 mannaróðrinum á Ólavsøku

29/7/2015

Comments

 
Picture
Ein gysari av teimum heilt stóru í 10 mannafarsróðrinum á Ólavsøku og við Klaksvíkinginum sum vinnara. Klikk á myndina ella klikk her: "Video. Ólavsøku 10 mf róðurin"

Kelda: KVF

SáH

Comments

KÍ liggur, sum tað sjálvt hevur reitt

27/7/2015

Comments

 
Picture
Sovorið eigur ikki at lata seg gera, at vera frammanfyri 4-1 og so sløsa alt burtur ímóti ringasta liðnum í EFFO deildini.

Ein dystir er 90 min. og sum oftast 93 min. og so er at stríðast allar 93 minuttirnar. 

Tit spæla super fótbólt í fyrra hálvleiki, har álopini skola yvir EB Streyma málið, raka stongina og ofta sentimetrar frá at skora, spæla gott saman og stríðast sum úlvar eftir hvørjum bólti og fáa eisini skorað heili 4 mál og høvdu tit hepni við tykkum, so kundi tit lættliga skorað 8 mál, men so dettur alt sundir í seinna hálvleiki og vit síggja eitt 2. deildarlið spæla á vøllinum.

Útskiftingarnar skeivar
Tvær tápuligar útskiftingar vera gjørdir tíðliga í seinna hálvleiki, har bæði Hjalgrím og Ivan vera skiftir út og tað førdi við sær, at vit mistu miðjuna og alt spæli datt sundir hjá KÍ. Teir báðir spældi ein super dyst, so eg forstandi slett ikki, at teir blivu skiftir út, kanska venjarnir kundi forklára okkum tað?

Innstilingurin skeivur
Spælarnir mugu eisini tola mótgang og bakka hvønn annan upp. Innstillingurin var heilt skeivur í seinna hálvleiki, spælarnir tímdi ikki at spæla saman, teir gjørdi seg ikki fríðan og sera seina verjan hjá EB Streymi, kundi bara standa still og so taka bóltarnar frá KÍ leikarnum. Har var einki at síggja til tað flótandi spælið, sum teir spældi í fyrra hálvleiki og so var verjan hjá KÍ alt ov ótrygg. Hetta førdi eisini til, at EB Streymur takkaði fyri og skoraði 2 mál og KÍ fekk einki mál og tískil fingu vit hetta katastofa úrslitið 4-4, tit liggja, har tit sjálvir hava reitt, tíðanverri.

Nú eru tveir sera truplir dystir fyri framman, Víkingurin úti og HB heima á Summarfestivalinum. Lat okkum vóna tað besta, Koyrá KÍ

SáH


Comments

Ægir fingið útlendskan venjara fyri fyrstu ferð í søgu felagsins

15/7/2015

Comments

 
Picture
Ægir, sum bleiv 40 ár fyrst í árinum, hevur ígjár fingið sín fyrsta útlendska venjara nakrantíð.   

Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo  kom við Atlantic Airways ígjár og longu í gjárskvøldið var hann og vandi Alva Hjelm í Klaksvíkar Svimjihøll.

Sjálvt um summarferian er uppá sítt hægsta, so vóru tað fleiri svimjarar, sum møtti upp til venjingina íkvøld og Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, vanliga nevndur Jaime, er sera væl nøgdir við umstøðurnar.

Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum er eisini væl nøgdir við venjaran, men tað er ov stutt tíð liðin, at siga hvussu góðir hann er, men spennandi verður tað, at fáa ein útlendskan venjarar fyri fyrstu ferð til felagið og er málsetningurin hjá Ægir er, at vit skulu liggja heilt har frammi í føroyski svimjing.

Hetta skrivaði www.svimjing.com um venjarna tann 8. juli:  

Meksikanskur doktari skal venja Ægir
Ægir hevur gjørt avtalu við Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, doktari í ítrótti við sergrein í svimjing, at verða høvuðsvenjari hjá svimjifelagnum í Klaksvík. Hann byrjar nú miðskeiðis í juli mánaða, til at hjálpa Alva Hjelm við síðstu fyrireikingunum upp undir HM í Kazan, og kemur so annars at yvirtaka venjingina fyri Petur Heðin á Fløtti, sum fór frá sum høvuðsvenjari nú aftaná Oyggjaleikir á Jersey.

Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo - ella Jaime, kallaður - er doktari í ítrótti sum í sínari ritgerð skrivaði um periodisering í svimjing. Periodisering er hátturin sum venjingin verður doserað yvir árið, har klassisk svimjivenjing byrjar við grundvenjing við fokus á úthaldni og grundleggjandi styrki, fyri síðani at skifta til meira intensa venjing, og tað sum svimjararnir nú einaferð skulu gera á týdningarmestu kappingum.

Jaime samanbar í doktararitgerð síni frá 2011 hesa klassisku periodisering við eitt hugtak kallað 'reverse periodization' (øvuta periodisering), har man í ein ávisan mun viðvendir nær tað ymiska skal gerast. Sum eg skilji tað, so leggur venjingin út við at vera ikki so drúgv men líka intens sum tað sum skal klárast í kapping, fyri síðani at gerast drúgvari so hvørt sum svimjarin klárar at halda støðið.

Út yvir sítt virki á lærdum háskúlum í Meksiko, Kuba, Týsklandi, Fraklandi og Spania, so hevur Jaime eisini virkað sum svimjivenjari síðani 1999, har hann millum annað hevur vant olympiskar svimjarar hjá Meksiko, Spania, Egyptalandi og Týsklandi. Hann hevur altjóða viðurkend svimjivenjaraprógv úr Meksiko, Spania, Týsklandi og USA (ASCA 5), og hevur eisini vant triatletar.

Hetta er sostatt nakað av eini kanón sum Ægir fær til Klaksvíkar, og sum vit í føroysku svimjingini fáa afturat okkara venjaratoymi. Handan øvuta periodiseringin er áhugaverd, um enn onkur av 'okkum gomlu' loyva okkum at vera eitt sindur skeptisk :-)

Jaime var á vitjan í Føroyum í mai mánaða, og sá tá millum annað FM í svimjing. Tað var har at omanfyri standandi mynd varð tikin.

Niðanfyri fleiri myndir av Jaime og aðrar myndir.

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments

Sára einastandandi í NMU í Svøríki

14/7/2015

Comments

 
Picture
Sára 2:07.54, NMU gull og føroyskt met í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted megnaði enn einaferð at vinna gull á norðurlendsku meistarastevnuni í svimjing, tá ið hon løtu aftaná at hava vunnið gull og sett føroyskt met í 400 metra blandað, gjørdi tað aftur í 200 metra frísvimjing. 2:07.54 og gull til Sáru, Suðuroyar Svimjifelag og Føroyar, frammanfyri donsku Amalie Søby Mortensen á 2:07.65 og Louise Back Andersen á 2:09.49, við eini tíð sum er nýtt føroyskt met og juniormet. 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard varð akkurát ov stutt til heiðursmerki, við 2:10.19 og einum fjórðaplássi

Systrarnar Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal áttu ávikavíst føroyska metið og føroyska juniormetið á teininum, Cecilia við 2:08.02 frá Reykjavík International í januar mánaða, og Victoria við 2:09.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012. 

Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta var 2:11.47 frá Danish Open í mars mánaða, og besta tíð hjá Vár 2:14.63 frá NMU í fjør.

Kelda og mynd: www.svimjing.com

SáH

Comments

Klaksvíkingur hølvaði alt av á Vestanstevnu

12/7/2015

Comments

 
Picture
Klaksvíkingur fekk eina heldur slaka byrjan á Sandavági, men so fór hann ímillum Havnabátin og Drekan Reyða og tað sæst tíðuliga, at hendan róðurin skuldi teir vinna.

Teir øktu bara um ferðina og hinar bátarnir kundi als ikki fylgja við og tá ið teir komu á málið, vóru teir heilar tvær bátslongdir frammanfyri Drekan Reya.

Tíðirnar vóru hesar, Klaksvíkingur 04.28.09, Drekin Reyði 04.32.09 og Havnabáturin 04:38:04.

Komnir norður til Klaksvíkar var stór móttøka í neystinum, har hópin av fólki var møtt upp. Hetta gjørdist ein góð Vestanstevan fyri Klaksvíkar Róðrafelag. Klaksvíkingur nr. 1, Tekla nr. 2, Fípan nr. 2 og Páll Fangi 2. Sera flott.

Nú er bert ein róður eftir og vinnur Klaksvíkingur á Drekanum Reyða á Ólavsøku, Ja, so gerast teir Føroyameistarar.

Vit vóna tað besta og stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.

SáH

Comments

Krista Mørkøre til HM í svimjing

10/7/2015

Comments

 
Picture
Heimsmeistaraskapið verður í Glasgow í døgunum frá tann 13. til 19 juli.

Krista Mørkøre úr Klaksvík ferð at luttaka fyri Føroyar og ferð hon longu avstað ídag.

Hon hevur vant sera nógv til kappingina, einar seks ferðir um vikuna og skal hon luttaka í fimm kappingum.

Hon væntar ikki at fáa nøkur heiðursmerkir, men vit vóna tað besta. 
Hetta er ein liður i at koma til aðrar stórar kappingar, eitt nú OL í Brasil. 


Kappingin í Glasgow er sera stór, har eru 80 lond sum luttaka við heili 600 svimjarnum.

Hetta skrivaði pápin hjá Kristi Mørkøre fyri 6 tímum síðani á Facebook síðu síni:

"So gjørdist ein dreymur til verðuleika fyri Kristu. Hon er sloppin við til HM, sum er hennara stórsta kapping higartil :) Góða eydnu góða".

Her kanst tú hoyra samrøðuna hon hevði við Kringvarpi ígjár. Klikk her: Krista Mørkøre til HM í svimjing

Fantastiska flott klára og ynskja vit á Norðoya Portalinum Kristi Mørkøre og venjarnum Torkil Mørkøre góða eydnu.

Kelda: KVF og Torkil

Myndina hevur Torkil Mørkøre tikið.

SáH


Comments

Nordisk Idrettsleir for unge - Svimjikapping

5/7/2015

Comments

 
Picture
Ímorgun var altjóða svimjikapping í Klaksvík, fyri fólki við breki, við luttøku frá Danmark, Island, Finland, Norra og Føroyum. 

Kappast var í 12 kappingum og Føroyar høvdu tríggjar luttakarar við til kappingina, Ey, Solveig og Signa Vár.

Norðoya Portalurin var og tók nakrar myndir av teimum í Svimjihøllini í Klaksvík ímorgun og har bleiv stríðst fyri hvørja gullmedalju.

Stuttligt at síggja, hvussu væl tey svomu, sjálvt um tey bóru brek.

SáH

Comments

Klaksvíkingur svaraði aftur við stórum stíli á Varmakeldu

4/7/2015

Comments

 
Picture
Á varmakeldu var lagt upp til ein harðan kappróður ímillum 10-mannaførini Klaksvíking og Drekan Reyða. 

Klaksvíkingur hevði gjørt tríggjar broytingar og har bleiv lagt nógv fyri.

Róðurin gjørdist sera spennandi, har bátarnir Klaksvíkingur, Havnabáturin og Drekin Reyði skiftist um at liggja fremst, men tá ið tað nærkaðist málinum, tá var Klaksvíkingur frammanfyri teir báðar Havnabátarnar og við einum góðum endaspurtið eydnaðist tað Klaksvíkingum at vinna.

Sera flott klára og nú liggja teir bara 2 stig aftanfyri Drekan Reyða og vinna teir báðar teir seinastu róðrarnar, so gerast teir meistara.

Fípan Fagra gjørdist nummar tvey og tað var ein flottur róður frá teimum.

Páll Fangi endaði á einum fjórða plássið og har gjørdist enn einaferð Tvørábáturin nummar eitt.

Í Klaksvík var stór móttøka í Kappróðraneystinum og eisini bleiv koyrt runt býin við fløggum. Norðoya Portalurin fekk eina liðmynd av manningini hjá Klaksvíkingi, men har manglaði tríggir. Frøin var stór, sum tit síggja á myndunum og sum siður er, bleiv bjóða suppa, kaffi og køkur.


SáH

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.