NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Seinasta venjingin hjá Klaksvíkinginum áðrenn Ólavsøku

26/7/2014

Comments

 
Picture
Klokkan trý ídag fór Klaksvíkingurin so stoltir út eftir vánni til teirra seinastu venjing í ár. Teir vóru væl mannaðir og tóktist í sera góðum hýri.

Vinna teir á Ólavsøku, so verður tað eitt satt bragd, tí teir hava ikki vant tað heilt stóra og teir skulu rógva ímóti Drekanum Reyða, sum hava vant við fullum seglum síðani einaferð í januar.

Her nakrar myndir frá venjingini ídag. Norðoya Portalurin ynskir tykkum góða eydnu á Ólavsøku og vinna tit, so vera tit bodnir til Maverick Barr, har tit allir samlir skulu fáa ein stóran sjúss og eina góða øl frá Føroya Bjór sjálvandi. Koyri á og vit øll í Norðoyggjum vóna innarliga at tit vinna.

SáH

Comments

Klaksvíkar Svimjihøll latið hurðarnar uppaftur ímorgun

12/7/2014

Comments

 
Picture
Klokkan 10 ímorgun var móttøka í Klaksvíkar Svimjihøll. Stjórin Torkil Mørkøre bjóðaði øllum vælkomin og forkláraði okkum, um hvussu arbeiðið hevur gingist við at gera Svimjihøllin klára til júst hendan dagin, har hann rósti øllum arbeiðsfólkunum, sum høvdu gjørt eitt megnararbeiðið fyri at klára tíðina og kostnaðin. Umvælingin av høllini kostaði10. milliónir krónir.

Varaborgmeistarin fekk síðani orðið og rósti hann Torkil fyri hansara lut, at fáa høllini latna upp til tíðina. Hann kom inná  pápan hjá Torkil, sum hevði verið nakað stoltir ímorgun, tí tað var jú hann, sum var fyrsti fyristøðumaðurin í Klaksvíkar Svimjihøll í 1974, men tíðanverri doyði hann alt ov tíðliga, bert 44 ára gamalur.

Forkvinnan í mentunarnevndini í Klaksvíkar Kommunu fekk síðani orðið og segði hon eisini nøkur rósandi orð.
Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum fekk orðið, har hann forkláraði, at nú fór Ægir at royna at koma ovast á tindarnar aftur og handaði hann svimjihøllini ein máling, sum Livar Nysted hevði málað og var tað av einum svimjara, sum var á veg upp at fáa luft. Dann Hjelm segði eisini nøkur orð frá Ægir og til endast fekk Torkil Mørkøre orðið aftur og takkaði fyri góðu uppmøtingina og síðani bleiv snórurin kliptir av varaborgmeistarin Steinbjørn Jacobsen og Svimjihøllin bleiv opin aftur.

SáH


Comments

Virkandi borgmeistarin Steinbjørn O. Jacobsen floytaði liðið avstað til París

4/7/2014

Comments

 
Picture
Virkandi borgmeistari Steinbjørn O. Jacobsen floytaði liðið avstað til París.  Her vinka tey farvæl. Góðan túr øll, tit gera eitt megnar arbeiðið, góða eydna.

SáH


Comments

Liðmyndir av Team Rynkeby í Klaksvík

4/7/2014

Comments

 
Picture
Sjálvandi stillaði Team Rynkeby seg frammanfyri Rynkeby í Klaksvík og við familjuni Eyð Matras og Tummas Joensen í miðjuni. Haldi vit lata myndirnar tala.

SáH


Comments

Sigrun, Karl Martin, formaðurin í krabbameinsfelagnum, Steinbjørn og Elmar Ósa hildu røðu í Rynkeby.

4/7/2014

Comments

 
Picture
Sigrun Vágstún bjóðaði øllum at vera vælkomin.

Karl Martin Samuelsen sang tveir sangir og kom hann stak væl frá sínari framførðslu. Røðan hjá honum var rørandi og onkur av áhoyrarnum táraði.

Formaðurin í Krabbamansfelagnum takkaði fyri stuðulin og forkláraði um, hvussu Rynkeby-París túrurin var blivin til.

Virkandi borgmeistarn Steinbjørn Jacobsen helt eina góða røðu og takkaði hann Team Rynkeby, at teir valdi Klaksvík sum byrjunarstað. Steinbjørn fekk eisini heiðurin at floyta liðið avstað til París.

Til endast segði læknin Elmar Ósa nøkur orð og forkláraði hann um týdningin at stuðla og um granskingini. Hann segði at málið er, at fáa 5 børn staðfest krabbamein, so skuldi helst 5 børn blivu fríðsk í framtíðini.

SáH




Comments

Team Rynkeby farin avstað til París

3/7/2014

Comments

 
Team Rynkeby kom til Klaksvíkar kl. 11.00 hósmorgunin og har var hópin av fólki sum tók ímóti teimum. Har tey vísti súkklurnar fram og nógvar myndir vóru tiknar.

SáH

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly