NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroysku gullgenturnar og Ægir eigur tríggjar av teimum, stórt tillukku

30/6/2017

Comments

 
Billede
Kringvarp Føroya skal hava rós fyri teirra luttøku til svimjiakappingina í Gotlandi og her innlegg um tey fýra gull, sum føroysku svimjarnir vunnu seinasta dagin. Klikk her "Føroyskar gullgentur"

​SáH   

Comments

KÍ spældu javnt ímóti AIK Stockholm 0-0

29/6/2017

Comments

 
Billede
Hóskvøldið spældi KÍ Europa League dyst í Gundadali ímóti stórliðnum AIK Stockholm frá Svøríki og eydnaðist tað okkara monnum púra óvæntað at spæla javnt.

KÍ spældi sera verjukendan fótbólt og tað merktist ígjøgnum allan dystin, har flestu av spælarnum vóru í hálvini hjá KÍ, men tó, so kom KÍ til onkrar málmøguleikar og einaferð í fyrra hálvleiki var heilt nær við.

Verjan hjá KÍ spældi ein brand dyst og tá ið dómarin floytaði dystin av, stóð á jøvnum 0-0 og enn eitt stig til KÍ í Europa League dysti.

Besti spælarnir hjá KÍ var heilt klárt Semir Hadzibulic, sum bardist sum ein úlvur ígjøgnum allan dystin.

Her myndir frá dystinum hóskvøldið.

SáH 
​


Comments

Klaksvíkingurin vann tepurt og hevur nú vunnið hattrick

28/6/2017

Comments

 
Billede
10 mannafar róðurin gjørdist ógvuliga spennandi. Ormurin Langi var fremstir allan vegin inneftir, men við einum øgiligum endaspurtið vann Klaksvíkingur í Hósvík og hevur nú vunnið allar teir fyrsti tríggjar róðrarnar í ár.

Stór frøði á øllum viðhaldsfólkunum hjá Klaksvíkingi.

Tíðirnar vóru hesar:

Nr. 1 Klaksvíkingur við tíðini 4:31.08, Nr. 2 Ormurin Langi við tíðini 4:31.41, Nr. 3 Drekin Reyði við tíðini 4:32.22 og nummar fýra Havnabáturin við tíðini 4:33.30.

Stórt tillukku Klaksvíkingur.

​SáH

Comments

Sundabáturin bleiv nummar tvey

28/6/2017

Comments

 
Billede
Tað eydnaðist ikki Sundabátinum at eyndurvinna sigurin frá Jóansøku, men teir høvdu ein sera góðan endaspurt og vunnu næstan eina heila bátslongd inn á Hvessing, men spurturin kom ov seint og teir endaðu á einum øðrum plássi.

Tiðirnar vóru hesar. Hvessingur nr. 1, við tíðini 4:51.45, nr. 2 Sundabáturin við tíðini 4.52.33 og nr. 3 Fortuna við tíðini 5.03.15.

​SáH


Comments

Fipan Fagra vann 5 manna róðurin í Hósvík

28/6/2017

Comments

 
Billede
Enn einaferð eydnaðist tað dreinginum á Fípuni Føgru at vinna, men hesaferð var munurin eitt sindur minni enn á Jóansøku. Fipan Fagra vann við tíðini 5:10.32, nummar tvey gjørdist Síli við tíðini 5:11.23 og nummar trý gjørdist Teistin av Argjum við tíðini 5:15.00

Stórt tillukku Fipan.

​SáH

Comments

Føroyar vann liðsvimjingina 4 x 100 metur frí í stórum stíli á Oyggjaleikunum í Gotlandi

28/6/2017

Comments

 
Billede
Seinasta kappingin í kvøld var liðsvimjingin hjá kvinnum 4 x 100 metur frí og har vunnu okkara kvinnur í stórum stíli. Tíðin var 3:51.66, sum eisini er landsliðsmet. Her vóru tíðirnar hjá teimum sum svomu fyri Føroyar:
Signhild Joensen, 58.59, Jana Bjartalíð Thomsen 57.57, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 57.99 og Sára Ryggshamar nysted 57.51.

​Ein kanon tíð og stórt tillukku Føroyar.

SáH

Comments

Signhild Joensen úr Ægir vann sannførandi í 200 metur rygg og enn eitt nýtt Oyggjaleikamet við tíðini 2:12.46

28/6/2017

Comments

 
Billede
Signhild Joensen úr Ægir er flúgvandi í Gotlandi. Hon vann sannførandi í 200 metur rygg við tíðini 2:12.46, sum aftur hesaferð er nýtt Oyggjaleikamet.

Nú hevur Signhild sligið oyggjaleikamet fýra ferðir á hesum leikunum og tað má sigast at vera sera flott.

Fantastiska flott klára Signhild og spennandi verður at fylgja tær í HM í Budapest í summar, tá ið tú helst skal toppa.

​SáH

Comments

Alvi Hjelm vunnið eina silvur og eina bronsu á Oyggjaleikunum í kvøld

28/6/2017

Comments

 
Billede
Alvi Hjelm hevur vunnið tvær medaljur í kvøld. Bronsu í 100 metur blandað, við tíðini 58.85 og í 200 metur rygg vann Alvi silvur við tíðini 2:06.16.

​SáH

Comments

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann 400 metur frí í Gotlandi

28/6/2017

Comments

 
Billede
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann fyrsta gullið til føroyska svimjarnar í kvøld, har hon í 400 metur frí vann við tíðini 4:20.42, nummar tvey gjørdist Gemma Atherley frá Jersey við tíðini 4:22.81 og Chloe Plater frá Isle of Wight bleiv nummar trý við tíðini 4:24.48.

Stórt tillukku Vár.
​
SáH

Comments

Alvi Hjelm vann endiliga í 400 metur blandað á Oyggjaleikunum í Gotlandi

28/6/2017

Comments

 
Billede
Eftir ein skuffandi 200 metur blandað, har hann fekk silvur, tók Alvi Hjelm hevnd og hølvaði alt av í 400 metur blandað og sigast skal at hann var garvvillur, tá ið hann kom á mál og rópti sín sigursrús út um alla høllina.

Alvi tapti 200 metur blandað við minsta marginali, nevnliga 0,01 sekundum og nærri kann ein ikki tapa. Hetta tap skuldi so ikki henda í 400 metur blandað og tað gjørdi tað so ikki, tíðin hjá Alva varð 4:22.01. Super flott Alvi Hjelm.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly