NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stórdysturin ímillum KÍ - NSÍ endaði 3-3

26/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Í sera ringum líkindum spældi KÍ og NSí ein ordiligan mannfólkadyst í kvøld, har nærkamparnir vóru sera harðir.

Dysturin endaði við 3-3, eftir at KÍ var fammanfyri 2-1 í Hálvleikinum. Heðin Klakkstein og Kenan skoraði málini fyri KÍ.

Fyrst í ørðum hálvleikinum javnaði NSÍ og løtu seinni legði teir seg á odda 3-2, men so vaknaði KÍ við aftur og í einum øgiligum pressið, eydnaðist tað teimum at javna eftir brotssparkið, sum Henry Heinesen hegnisliga trygt settið í netið.

Skuldi eitt lið vinna íkvøld, so var tað heilt sikkurt KÍ. Hetta var seinasti dysturin í fyrru hálvu, spennandi verður at fylgja við KÍ í seinni hálvi.

SáH

Kommentarer

Góð byrjan uppá svimjistevnuna í Baku

24/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Hetta skrivar svimjing.com ígjár frá Baku:

So var tað í morgun at føroysku svimjararnir sluppu at royna seg á Evropeiskum Leikum, og gekk tað bara heilt ókey. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt juniormet, Marius Gardshodn og Maria Antoft betraðu um síni persónligu met, og Lív og Ásbjørg svumu skjótt um enn ikki bestu tíðir.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir slapp at verða fyrsti føroyingur nakrantíð sum royndi seg í hesum høpi, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam teinin uppá 35.10 sekund. Eingin onnur føroysk kvinna hevur nakrantíð svomið skjótari enn tað, men 'tíverri' fyri Ásbjørg er hennara føroyska met niðri á 34.61 sekund, frá Reykjavík International í januar mánaða. So Ásbjørg svam skjótt, men ikki met.

Síðani royndi Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg í 100 metra frísvimjing. Tað sá fyri so vítt fínt út, men endaði tó nakað frá hennara persónliga meti á 1:01.51, nú hon svam 1:02.33 í Baku. Besta tíð hjá henni er frá Reykjavík International í 2013, sum hon í mars mánaða var nær við at betra um við tíðini 1:01.54 á Danish Open 2015.

So stóð Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag fyri túri, í 400 metra frísvimjing. Teir vóru tríggir í fyrsta riðli, og tann eini vísti seg at vera ein góð 'kanin', sum legði nakað harðari út enn Marius, og sum Marius síðani kundi heinta inn aftur og fara framvið, til stórt nýtt persónligt met á 4:10.00. Besta tíð hjá Mariusi var 4:19.95 áðrenn hetta, frá NMU í fjør, og eina løtu nú átti Marius enntá stevnumetið á Evropeisku Leikum.

Nú gekk ein góður tími, áðrenn tær báðar Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir skuldi royna seg í 200 metra ryggsvimjing.

Maria slapp at svimja í fyrsta riðli, og vann við tíðini 2:26.54 yvirbevísandi hendan riðilin, við nýggjum persónligum meti og stevnumeti á Evropeisku Leikum. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 2:27.61, frá Danish Open í mars mánaða.

At enda var tað so Signhild, sum við tíðini 2:25.14 setti nýtt føroyskt juniormet. Hon átti sjálv føroyska juniormetið, á 2:25.22 frá NMU í fjør.

Harvið høvdu allir 5 svimjarar roynt seg í kapping í Baku, undir LEN-flaggi og so framvegis :-)

Kelda og mynd: svimjing.com

SáH

Kommentarer

Signhild Joensen nýtt føroyst juniormet í Baku

24/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Signhild Joensen úr Ægir, sum var síðstu svimjarin, sum lúttók fyri Føroyar í Baku ígjár, gjørdi eina fína tíð.


Signhild Joensen, sum við tíðini 2:25.14 setti nýtt føroyskt juniormet. Hon átti sjálv føroyska juniormetið, á 2:25.22 frá NMU í fjør.


Kelda: svimjing.com


SáH

Kommentarer

Ásbjørg Hjelm úr Ægir, fyrsti føroyingur sum lúttók í Baku

24/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Ásbjørg Hjelm úr Ægir slapp at verða fyrsti føroyingur nakrantíð sum royndi seg í hesum høpi, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam teinin uppá 35.10 sekund. Eingin onnur føroysk kvinna hevur nakrantíð svomið skjótari enn tað, men 'tíverri' fyri Ásbjørg er hennara føroyska met niðri á 34.61 sekund, frá Reykjavík International í januar mánaða. So Ásbjørg svam skjótt, men ikki met.

Kommentarer

KÍ vann 1. deildardystin stórt ímóti NSÍ, heilið 5-1

21/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Hetta er 5 dysturin á rað at KÍ vinnur og liggja nú á einum flottum fjórða plássið.

Hesir skutu málini leygardagin, Jóannes K. Danielsen, Eivindur Sørensen, Steinbjørn Olsen, Jóanis V. Petersen og Gunnar Christiansen.

Stórt tillukku herfrá.

Næstið dystir verður í Tórshavn ímóti B36.

SáH

Kommentarer

KÍ vann lættliga oddadystin ímóti TB í 2. deild

21/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Toppdysturin ímillum 2. deildar liðini KÍ - TB endaði við stórsigri til KÍ heili 5-2.

Tað var ein javnur fyrri hálvleikur, men vit trimum skjótum málum í seinna hálvleiki legði KÍ seg framum 4-0 og tað punkteraði TB.

Málini skutu Lindi Gardar 2, Sølvi Fossadalsá 2 og Bjarki Vágstún 1. Fyri TB skutu Olivur Abrahamsen og so tann navnframi Kim Roest eitt.

KÍ liggur nú nummar tvey, sama stigatal sum HB við 26 stigum, men KÍ hevur verri málmun. 

Næsti dystir er ímóti B68 nú leygardagin í Klaksvík og venjarin Hans Kári hevur longu lagt taktikkin og tað er allir menn fram og so bóltin í málið, einkult og tað hevur virka higartil. KÍ liggur nummar eitt saman við HB.

SáH

Kommentarer

Petur Heðin sagt Ægir farvæl

20/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Venjarin hjá Ægir tey síðstu seks árini, Petur Heðin hevði seinastu venjingina við Ægir hósdagin.

Formaðurin  í Ægir Símun á Høvdanum, helt eina lítla røðu og takkaði Petur Heðin fyri gott samstarv og fyri hansara leiklut, at gera Ægir til eitt av fremstu svimjifeløgunum í landinum og handaði Petur Heðin eina gávu frá felagnum.

Alvi Hjelm takkaði eisini Petur Heðin fyri tíðina og fekk hann eisini eina gávu frá svimjarnum.

Til síðst tók Victoria Wigant Eysturdal orðið og ikki sørt, at hon var eitt sindur rørd og segði hon, at hon fór at leggja svimjidraktina á hyllina fyri eina tíð, tí hon fingið nýggjar avbjóðingar, men lovaði hon, at hon skuldi hjálpa Ægir, um Ægir høvdu brúk fyri henni og tað hava vit sjálvandi segði formaðurin.

Allir svimjarnir vildu hava mynd av sær og Petur Heðin. Niðanfyri síggja tit myndirnar frá lítlari samkomuni í Svimjihøllini hósdagin.
 

Kommentarer

U21 landsliðið vitjaði Klaksvíkar Svimjihøll og Ægir

15/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Tað er ikki á hvørjum degi, at Ægir fær vitjan av einum heilum fótbóltslandsliðið, men tað fingu vit so ímorgun, tá ið U21 landsliðið hjá Føroyum kom á vitjan og sjálvandi bleiv tikin ein mynd av hesum garpunum.

So er spurningum, hvør sær upp til hvønn annan, um svimjarnir síggja upp til fótbóltsleikarnar ella at fótbóltsleikarnir síggja upp til svimjarnar :), men stuttligt var at fáa vitjan av U21 landsliðnum.

SáH

Kommentarer

Klaksvíkingur vann sín fyrsta sigur

14/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Klaksvíkingur vann ein søguligan sigur á Sundalagsstevnuni leygardagin, tá ið teir í knall harðari kapping við Drekan Reyða vunnu uppiborið sín fyrsta sigur við nýggja bátinum. Klikk á Link her ella á myndina til vinstru "Video Sundalsstevan 10 M.R. 2015"

Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum

Kommentarer

Sera undirhaldandi dystir ímillum KÍ - GÍ

8/6/2015

Kommentarer

 
Picture
Nógv fólk vóru og hugdir eftir Legendinum leygardagin, har KÍ og GÍ spældi.

Tað var undirhald fyri allar pengarnar og dysturin endaði við 4-4. Brotsparkkappingina vann GÍ og sostatt fingu teir vakra steypið, sum Norðlýsið hevði givið, nú Norðlýsið er 100 ár.

Kendi Klaksvíkingur Todi Jónsson var eisini við á KÍ liðnum og var tað ein frægd fyri okkum áskoðarar, at síggja hann aftur á Djúpumýru.

Her hópin av myndum av dystinum.

Tillukku GÍ og vónandi verður aftur ein dystir næsta ár.

SáH

Kommentarer
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    April 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    August 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    September 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Januar 2014
    December 2013
    November 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    Marts 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    Oktober 2012
    September 2012

    Categories

    Alle
    Ítrottur

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim