NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndir: KÍ – EB Streymur 3-0

28/5/2020

Comments

 
Billede
​Hóskvøldið spældi KÍ dyst ímóti EB Streymur og vunnu teir lættliga 3-0.

Tað var Ole Erik Midtskogen sum legði KÍ á odda í 16. minutti, Jóannes Bjartalíð økti til 2-0 í 33. minutti við einum vøkrum brotssparkið og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var spæli so sum so, nógv spæl ímillum spælarnar og fáa avsluttningar, men tó Patrick Johannesen rakti stongina einaferð og Páll Klettskarð var nær við tvær ferðir. Sami Páll bleiv útskiftir og Jonn Johannesen kom inn fyri hann og hann takkaði fyri álitið og skallaði bóltin í málið eftir horna í 83. minutti og KÍ vann dystin lættliga 3-0.

Her myndir frá dystinum hósdagin.

SáH

Comments

KÍ í Horisont í gjárskvøldið, sjá filmsklipp her

13/5/2020

Comments

 
Billede
Jóannes Bjartalíð var í Horisont á DR1 í gjárskvøldið, har eitt filmslið hevur verið í Klaksvík og tosað við familjuna, fjeppara, borgmeistaran, venjaran og onnur. Innleggið byrjar í 18:40 minutti.

Sjá filmsklipp her, "Horisont DR1"

​SáH

Billede
Comments

9. Simme Cup 2020

13/5/2020

Comments

 
Billede
Leygardagin 16. mai verður 9. Simme Cup kappingin, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup fyri trap og skeet í 2020.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum í báðum greinum. Endaplássini frá 1..6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2020.

Trap finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvir við einum skoti.
Skeet finalan í A-bólkinum, verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3,4 og 5.

Eftir finalurnar, verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap, frá innleiðandi trimum umførunum, skjóta eftir 25 dúgvum í part.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður lagt á grillina á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagið kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar limir, úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísir fyri kapping: 300 kr.
Prísir fyri ábit: 200 kr.

Tilmelding: https://bit.ly/simme_cup2020_tilmelding

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 14. mai. kl. 20:00.

​Byrsumúli Veiðufelagið

Comments

Tað bleiv eisini klemmast í øllum hinum dystinum

12/5/2020

Comments

 
Billede
Nú var eg bara til dystin í Djúpumýru leygardagin og tískil sá eg ikki hinar dystirnar, men nú havi eg hugt eftir 3-2 og har sæst, at tað bleiv gjørt akkurát tað sama í hinum dystunum, so tað var ikki bara B36arnir sum klemmaðust, tað gjørdi øll leygardagin, um tað er í ordan, tað kunnu tit sjálva hava tykkara meining um, men tá ið vit øll onnur ikki kunnu klemmast, so haldi eg tað ikki er í ordan.

Eini av leiðreglunum hjá Fótbóltssambandinum er at “Leikarnir heilsast ikki við lógvartakið áðrenn og aftaná dystin”, hví skulu teir ikki gera tað?

Í 3-2 í gjárskvøldið sást, at allir leikarnir klemmast í øllum dystunum, tá ið teir høvdu skotið eitt mál og har allir klemmast teir upp á tað harðasta? hvat er munurin á lógvartakið og at klemmast má ein spyrja FSF um?

Og hvar er fjarstøðan, hygg hvussu nógvir leikarar eru í útskiftingarrúminum og hygg so eftir áskoðarnum, har eru eitt stórt NULL, er tað í ordan?

Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss, at man hevði áskoðarnar, sum blivu skrásettir, tá ið teir keypti atgongumerkir og fingu sítt fast pláss á áskoðaraskýlinum, so kundi umleið 200-300 áskoðarar sloppi til dystirnar við 4 metrar fjarstøðu og so kundi man keypt bilettirnar via netið, so ongin slapp inn, um ein ikki var skrásettur, nú ongin smitta er í Føroyum.

Kemur smittan aftur, so má spurningurin um áskoðarnar takast upp beinanvegin, so smittan ikki spreiður seg.

​SáH

Comments

26.000 hugdi at dystinum NSÍ – TB

11/5/2020

Comments

 
Billede
TV2 Norra upplýsir, at tað vóru 26.000 sum hugdi eftir dystinum NSÍ – TB. 17.000 sóu dystin KÍ – B36 og 10.000 hugdi eftir dystinum AB-Víkingur og eru tey á TV2 væl nøgd við hyggjartalinum, les meira, klikk her: “Slik ble kampene frá Færøyene mottatt av tv-seerne”

SáH

Billede
Comments

Stong út hjá KÍ og taptu teir 2-0 til B36

11/5/2020

Comments

 
Billede
Fyrsti dysturin í landskappingini varð leiktur leygardagin á Djúpumýru.

KÍ fekk vitjan av B36 og tapti uppiborið 2-0, tó at KÍ bæði rakti bæði yvirleggjaran og stongina, men tað bleiv til tað, stong út og stigini fóru suður til Tórshavn.

Dysturin var alt annað enn góðir, einki flótandi spæl hjá báðum liðunum og reint út sagt ein sera keðiligur dystur. Tá eitt korter var eftir fekk KÍ gyltan møguleika at leggja seg framum, men Jóannes Bjartalíð misbrúkti risa málmøguleikan og rakti stongina frá stuttari fjarstøðu, har átti hann havt skorað og so hevði dysturin heilt sikkurt enda við sigri til KÍ, men eydnan var ikki við KÍ og bert fimm minuttir seinni, so hevði B36 lagt seg á odda, har málskorarin gjørdist danin Sebastian Pingel og tá dysturin næstan var liðugur økti B36 um leiðsluna, tá ið KÍ verjan als ikki var sína uppgávu vaksin og gav bóltin til Meinhard E. Olsen og hann kundi ótarnaður koyra bóltin í tóma málið til endaliga úrslitið 2-0 til B36.

Samanumtikið ein uppiborin sigur til B36, tað var lítið og einki skil á spælinum hjá KÍ og álopið var slett ikki til staðar í Djúpumýru leygardagin.

Nú leygardagin skal KÍ til Tvøroyar at spæla ímóti aldurforsetanum TB og tann dystin skal KÍ vinna, men tað er altíð torført at spæla við Stórá og ofta eru vit farin tómhent norður aftur.

Koyr á KÍ.

Her myndir frá leygardegnum.

Comments

Ítróttur Er Týdningarmikil Fyri Fólkaheilsuna

7/5/2020

Comments

 
Billede
Ítrótturin hevur sera stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki, og ítróttur er ein savnandi megi í samfelagnum. Ítróttur er eisini miðvís venjing og kapping, og tað er týdningarmikið ikki at forða hesum meir enn hægst neyðugt.

Tað svarar løgmaður Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, sum í einum § 52a fyrispurningi hevur spurt um ítróttarkappingar.

“Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til ber í mun til smittuvandan, svarar løgmaður millum annað”

Svar løgmans kann lesast her.

​Løgmansskrivstovan

Billede
Comments

Upptakt Til Dystin Leygardagin Klokkan 17:00

7/5/2020

Comments

 
Billede
Her upptaktin til dystin leygardagin klokkan 17:00 ímóti B36.

Rói Clementsen tosar við Mikkjal Thomasen venjara, sjá filmsklippið herundir.

Kelda: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

​SáH

Billede
Comments

​Fuglfirðingar endurvinna føroyameistaraheitið í billard.

6/5/2020

Comments

 
Billede
Um vikuskiftið vórðu ársins seinastu dystir avgreiddir í liðkappingini um føroyameistaraheitið í billard fyri 2019/20. Kappingin hevur ligið still síðan 13. mars vegna korona. Men eftir at billardsambandið hevði ráðført seg hjá koronaráðgevingini um at byrja varliga aftur, fingu billardfeløgini møguleika, at avgreiða teir dystir ið eftir vóru. 

Í 1. deild var sera stórur spenningur um bæði Føroyameistaraheitið, og um niðurflytingarplássið. Tey liðini sum bardust um fyrsta plássið vóru Tvøroyrar Billardfelag 1, Klaksvíkar Billardfelag 1, og Billardfelag Fuglafjarðar 1. Áðrenn vikuskiftið, lág Tvøroyarar Billardfelag á fyrsta plássi við 51 stigum fyri 10 dystir, og vóru teir liðnir við allar sínar dystir fyri árið. 
Klaksvíkar Billardfelag 1, ið so at siga hevði ligið á fyrsta plássið alt kappingarárið, hevði spælt 9 dystir, og skuldi leygarmorgunin til Havnar at spæla seinasta dystin móti Havnar Billardfelag 1. Klaksvíkingar høvdu 45 stig áðrenn dystin, og skuldu tískil hava minst 6 stig, fyri at yvirtaka fyrsta plássið frá Tvørámonnum. Hetta av tí at Klaksvíkingar høvdu betur samla miðaltal. Men soleiðis skuldi ikki verða. Havnarmenn gjørdu bart og fingu 4 stig, og tískil máttu Klaksvíkingar bíða til seinni á degnum fyri at finna útav, um hetta var nokk til at geva eitt 2. pláss, ella eitt 3. pláss.
Fuglfirðingar skuldu ikki spæla sín seinasta dyst fyrr enn Leygarkvøldið móti Klaksvíkar Billardfelag 2. Fugfirðingar lógu á triðja plássið áðrenn vikuskiftið við 43 stigum fyri 9 dystir, og skuldu teir tískil hava 8 stig av 8 møguligum, og samstundis halda eitt gott miðaltal, fyri at kunna tryggja sær Føroyameistaraheitið. Press var á, og tað var nógv uppá spæl. Fuglfirðingar vístu tó ongar veikleikar, og vunnu ein sannførandi 8-0 sigur, og kundu feiðra fjórða føroyameistaraheitið á rað.
Liðið hjá Fuglfirðingum varð í ár mannað av Jákup Baldvinsson og Dánial Paula Joensen. Hetta er fyrstu fer at Dánial Pauli gerst føroyameistari í billard.

Í hinum endanum endaði Klaksvíkar Billardfelag 2 á aftasta plássið, og mugu teir tískil spæla ein play-off dyst móti vinnarinum av 2. Deild, um at varðveita plássið í bestu deildini.

Úrslitini í 2. og 3. deild høvdu lagað seg soleiðis, at kappingin var at kalla avgjørd tá koronatiltøkini vórðu sett í verk. Tískil varð støða tikin um, at teir fáu dystir ið eftir vóru, ikki skuldu spælast.
Endaligu støðurnar í øllum deildum:

1. Deild: Stig
1. Billardfelag Fuglafjarðar 1     51 (Vunnu við betri miðaltali)
2. Tvøroyrar Billardfelag 1        51 
3. Klaksvíkar Billardfelag 1       49 
4. Havnar Billardfelag 1             44 
5. Havnar Billardfelag 2             25 
6. Klaksvíkar Billardfelag 2       20 


2. Deild: Stig
1. Billardfelag Fuglafjarðar 2      58 
2. Havnar Billardfelag 3              42 
3. Billardfelag Fuglafjarðar 3     40 
4. Havnar Billardfelag 4               33
5. Tvøroyrar Billardfelag 2          27
6. Klaksvíkar Billardfelag 3         24

3. Deild: Stig
1. Havnar Billardfelag 5                62
2. Skálafjarðar Billardfelag 1       50
3. Klaksvíkar Billardfelag 4          46
4. Havnar Billardfelag 6                44
5. Tvøroyrar Billardfelag 3           37
6. Billardfelag Fuglafjarðar 4        21
7. Skálafjarðar Billardfelag 2         12
8. Tvøroyrar Billardfelag 4             6

Enn manglar FM kappingin fyri einstaklingar, og Lions Cup Suðuroy. FM fyri einstaklingar verður eftir ætlan spælt í Havnar Klubba vikuskiftið 29. og 30. Mai, meðan kappingin um Lions steypið verður spælt í heyst, eftir summarferiuna.
​

Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly