![]() Ígjár tók eg myndir av okkara røsku svimjarum, sum vunnu stórt á JM/MU 2017. Hesar myndir eru einamest fyri at takka okkara sponsorum fyri teiira stuðul til Ægir. Uttan teirra stuðul, høvdu vit ikki megna hetta megnar avrik. Tit øll eru vælkomin at brúka myndirnar og ynskja til orginal myndina, sum vigar hampuliga nógv (sera stór), send ein meyl til klips.fo@live.dk Takk einaferð til okkara sponsorar og vónandi eru tit nøgd við úrslitið hjá Ægir og okkara arbeiðið í Ægir. SáH ![]() Her hava tit heiðursmerkjabýti fyri JM/MU 2017, har Ægir gjørdist klárt besta felag í Føroyum við heili 72 gull, nummar tvey gjørdist Havnar Svimjifelag, sum fekk 44 gull og nummar trý gjørdist Suðuroyrar Svimjifelag við 37 gull. Nr. Lið Gull Silvur Bronsa íalt 1 Ægir Klaksvik 72 32 26 130 2 Havnar Svimjifelag 44 46 37 127 3 Suðuroyar Svimjifelag 37 48 38 123 4 Fuglafjarðar Svimjifelag 11 11 10 32 5 Reysti 7 6 9 22 6 Svimjifelagið Flot 4 15 13 32 Stórt tillukku til allar venjarnar og svimjarnar hjá Ægir. Venjarnir hava gjørt eitt megnar arbeiðið og vónandi halda teir áfram, so vit eisini í 2018 kunnu vera fremsta svimjifelag í Føroyum. SáH ![]() Fyri løtu síðani gjørdist JM/MU 2017 í Klaksvík liðugt og eftir tríggjar harðar dagar, har nógv persónlig met og tvey Føroyskt met blivu sett, so er staðfest at Ægir gjørdist klárt besta felag í Føroyum. Havi ikki fingið fatur í endaliga heiðurmerkjalistanum, men leggja vit allar svimjarnar í SU Svim og Havnar Svimjifelag saman ímóti Ægir, so er tað um reppi, at tey ikki høvdu vunnið á Ægir, so sterkt er Ægir í løtuni. Eitt sum ein legði merki til, var at teir heilt ungu svimjarnir hjá Ægir kláraði seg avbera væl og tað er gleðiligt. og gott fyri framtíðina hjá Ægir. Fleiri svimjarar skaraði framum í Ægir, eitt nú Signhild Joensen, Rókur Trygvason, Rebekka Trygvadóttir og Marius Steinhólm. Rebekka vann 17 gull og eina silvur, Rókur vann 17 gull og Marius Steinhólm vann eisini 17 gull. Signhil Joensen slóð Føroyskt met í 100 metur rygg og flesti svimjarnir í Ægir forbetraði sínar tíðir munandi. Onkur hjá teimum ungu við heili 21 sekundum. Eisini fingu Ægir svimjarnir fleiri nálir, talentnál, bronsunál og silvurnál og eg haldi ein silvurnál við stjørnu fingu vit eisini. Samanumtikið ein fantastiskur sigur til Ægir, ein av teimum heilt stóru. Stórt tilllukku til venjaran og allar okkara framúr góðu svimjarar. Bert spell at tað bert var ein fjølmiðli til JM/MU 2017 og tað var Norðoya Portalurin, sjálvt svim.fo var ikki til staðar og tað er átaluvert. Super flott Ægir, vit øll eru sera stolt av tykkum. SáH ![]() Dysturin við Stórá er byrjaður og kunnu tit síggja dysin her, Klikk her ella klikk á myndina: "TB/FCS/Royn - KÍ" SáH ![]() Ein, ið skarar heilt framum allar aðrar svimjarnar í JM/MU 2017 er Maurius Steinhólm úr Ægir. Hann svimur í árgangi 2005-2006 og hevur hølva alt av og forbetra sínar tíðir sera nógv. Tað merkisverda er, at hann hevur forbetra seg í øllum svimjugreinunum, sum hann hevur luttikið í á JM/MU 2017. Higartil hevur hann vunnið 5 Føroyameistaraheitir, tey eru hesi: 200 metur frí, við tíðini 2:32.79, hevði áðrenn 2:39.70. 100 metur bringa, við tíðini 1:34.56, hevði áðrenn 1:35.52. 100 metur rygg við tíðini 1:24.45, hevði áðrenn 1:28.42. 50 metur firvald 0:38.46, hevði áðrenn 0:38.80 og 200 metur blandað við tíðini 2:55.30, hevði áðrenn 3:13.39. Her forbetraði hann seg heili 18 sekund. Fantastiska flott svomu Marius Steinholm, heldur tú áfram við hesum, so gerst tú ein av teimum heilt stóru svimjarnum í Føroyum, stórt tillukku. SáH ![]() Jana B. Thomsen og Sára R. Nysted svomu ein góðan 200 metur blandað, har stórsvimjarin Sára vann. Tíðin hjá Sáru var 2:21.75 og var tað 2.10 sekund verri frá hennara bestu tíð, men tað skal man ikki ganga so høgt uppí til JM/MU, tí svimjarnir svimja so nógvar kappingar og tað gongur út uppá, at fáa so nógv heiðursmerkir til sítt felag sum gjørligt. Jana B. Thomsen frá Ægir bleiv nummar tvey við tíðini 2:24.55 og Karin Midjord frá HS nummar trý við tíðini 2:35.75. SáH ![]() Sólvá A. Sigurðsson hevur klára seg gott í JM/MU 2017 og í 200 metur blandað vann hon gull og forbetraði tíðina hjá sær við 5.37 sekundum. Ægir fekk bæði gull og bronsu. Súsanna T. Justinussen gjørdist nummr trý við tíðini 2:40.60 og tað var eisini ein góð tíð, hon forbetraði seg 5.16 sekund. Super flott gentir SáH ![]() Tær eru bara heilt raskar, smáu Ægir gentirnar og tær vunnu eisini liðsvimjingina 4 x 50 frí, so hesar eru ikki fyri nothing. Eisini vann Sandra Kristin Stampe Niclasen 100 metur ryggsvimjing í morgun við tíðini 1:52,37, mynd niðanfyri, sum Elin Stampe hevur tikið og hon tók eisini hesa fittu myndina av okkara fittu gentum. Hjartaliga tillukku til tykkum allar. SáH |
Greinar
December 2019
Categories |