NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Tað kókar í Klaksvík í løtuni. KÍ vann sannførandi á NSÍ 4-1

27/5/2016

Comments

 
Billede
Tað kókaði í Djúpumýrið íkvøld og tað kókar enn í Maverick Barr, barrin hjá Bláu Bylgju.

KÍ vann sannførandi á NSÍ 4-1, eftir at verið afturút 1-0, tá ið  7. min. vóru leiktir. NSÍ fekk horna í høgru síðu og har gjørdist Pól Jóhannus Justinussen púra fríður og stútaði bóltin í málið til 1-0.

Hetta tendraði KÍ og so bleiv tað eitt KÍ show restina av dystinum. Seimir Hadzibulic skoraði eitt flott mál í 15. min. til 1-1, Jóannes Bjartalíð skoraði til 2-1 í 26. min. og sami Jóannes Bjartalið skoraði eitt flott brotsspark í netið í 35. min. og tá átti NSÍ verjuleikarin at fingið reytt kort, men dómarin lat sum luft.

Í seinna hálvleiki økti Páll Klettskarð til 4-1 og so var tað, sum ikki mátti henda, David Langgaard fekk reyða kortið á miðjuni, tá ið góðir  tími var leiktir, eftir at Seimir Hadzibulic bleiv slakaður niður og dømarin, sum ikki var sína uppgávu vaksin í tí støðuni, dømdi einki, men tá ið David taklaði ein NSÍ leikara beint aftaná, tá dømdi dómarin og gav David reyða kortið, ikki gott nokk Petur Reinert.

KÍ helt støðuni og kundi væl økt um leiðsluna, men dysturin endaði 4-1 til KÍ og tað er langt síðani, at so nógvir glaðir áskoðarar hava verið við vøllin í Klaksvík.

Super flott KÍ.

SáH

Comments

Fer KÍ at vinna aftur í kvøld ?!?

26/5/2016

Comments

 
Billede
Kí skal spæla ímóti NSÍ í kvøld og talan er um ein branddyst. KÍ hevur nú vunnið 6 dystir á rað og NSÍ hevur vunnið 5 dystir á rað.

Men tað er bert annað av hesum liðinum, sum kemur víðari í steypafinaluna - spurningurin er so, um tað fer at vera KÍ ella NSÍ ..?

Hesin spennandi dystin verður spældur í Klaksvík kl. 18.00 í kvøld og roknast kann við, at til henda dyst so vera tað massar av KÍ fjeppararum, tí talan er jú um heimavøll.

JáH (y) 26.05.2016

Comments

​KÍ einsamalt á odda í Effodeildini

22/5/2016

Comments

 
Billede
Tað munnu vera nógv ár síðani, at KÍ hevur ligið á odda í Effo deildini aftaná 12 leikumfør eru leikt, men tað hendi ídag. Teir vunnu týdningarmikla dystin ímóti TB og eru nú einsamallir á odda við 26 stigum.

KÍ byrjaði stak væl og longu í fyrsta minutti legði Jóannes Bjartalíð KÍ á odda og var KÍ heppið, so skuldi tað staðið 3-0 eftir 5. min., men bólturin vildi ikki inn. Málmaðurin hjá TB stóð ein branndyst og bjargaði hann ikki, so rakti KÍarnir stengurnar.

KÍ hevur onkuntíð hug at sleppa dystinum og tað hendi eisini ídag. Fara so pillbýtt at spæla bóltin aftureftir, ístaðinfyri at spæla frameftir og í seinna hálvleiki var heilt galið. Haldi málmaðurin hjá KÍ hevði bóltin flest ferðir hjá KÍ, har KÍarnir ferð aftaná ferð spældi aftur til hann. Forstandi ikki handan taktikkin, men kanska er tað ein onkur góð forkláring uppá tað, men vakur fótbóltir er tað ikki.

Støðan helt sær allan dystin og vann KÍ uppiborið 1-0 og gjørdist Jóannes Bjartalíð dagsins maður.

SáH  

Comments

​Gekk ikki gott hjá svimjarnum í EM í London

22/5/2016

Comments

 
Billede
Vet ikki hvat er hent okkara svimjarnum í London, men har gekk bókstaviliga talt illa til hesa EM.

Onkur av okkara svimjarum svam niður á teirra bestu tíð, men ongin persónlig met vóru sett og tískil heldur ongin føroysk met.

Signhild Joensen tók pensilin undir kappingini, tí hon var sjúk, men hví hinir svimjarnir ikki megnaði at sláa sínar bestu tíðir, er ilt at meta um. Kanska teir hava toppa ov tíðliga, tí í Danish Open vóru fleiri met sett og eisini til Føroyameistarakappingini í Tórshavn fyri 14 døgum síðani.

Vit koma sterk aftur til NMU og EJM.

SáH

Comments

Páll A. Klettskarð verður KÍari eisini næsta ár

19/5/2016

Comments

 
Billede
KÍ er longu farið at tonkja uppá næsta kappingarár og í gjárskvøldið skrivaði Páll A. Klettskarð undir nýggjan sáttmála við KÍ, har hann hevur longt verandi sáttmála til kappingarárið 2016/2017.

Hetta skrivar KÍ á teirra heimasíðu:

​Páll longt sáttmálan
Í kvøld hevur sterki framherjin fest sína undirskrift á sáttmála við barndómsfelagið fyri komandi kappingarár.
Felagið er í ferð við at tryggja hópin framyvir, og í kvøld kunnger KÍ, at 26-ára gamli framherjin, sum higartil í ár hevur skorað 8 mál í 11 dystum, aftur verður at síggja í blá-hvítu blusuni komandi kappingarár.
​
Á myndini síggjast Páll A. Klettskarð og Tummas Lervig

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

SáH

Comments

​Vit eru nummar eitt

16/5/2016

Comments

 
Billede
Endaliga eydnaðist tað KÍ at gerast topplið aftur í Effodeildini.

KÍ vann Týdningarmikla dystin ídag á arvafíggindanum HB í Djúpumýru og var tað Páll klettskarð sum gjørdist dagsins maður, tá ið hann í fyrsta min. í seinna hálvleiki legði KÍ á odda 1-0. Hendan støðan helt sær allan dystin og nú eru vit oddalið í hvussu so er í tveir tímar afturat, tí í løtuni spælir hitt oddaliðið B36 ímótir B68 og er tað væntandi at B36 vinnur tann dystin og so koma teir ájavnt við KÍ aftur, men við betur málmuni.

Super KÍ, tað er langt síðani síðst, men tað følist sera væl.

SáH 

Billede
Comments

​So byrjar EM í svimjing um eina løtu, tit kunnu fylgja við her

16/5/2016

Comments

 
Billede
Hetta skrivar Rókur fyri góðum tíma síðani:

Góðan morgun úr London. Hetta er fyrsti kappingardagur, og í morgun eru tað Signhild sum skal royna seg í 200 rygg og Sára í 400 blandað. Óli skuldi svimja 400 frí, men hevur valt at spara seg til 1500

Her er programmi og tíðirnar tá ið  tey svimja sína grein í morgun, sjá niðanfyri.

Her kunnu tit fylgja við og stroyma svimjingina, klikk her:  "EM 2016 í London"

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Billede
Comments

1. deild: KÍ vann 2-0 á HB í Gundadali, yeees

15/5/2016

Comments

 
Billede
1.deildarliðið hjà KÌ hevur jùst vunnið uppiborið 2-0 í Gundadali à HB!

​Beint eftir steðgin legði Jòannes Kalsø Danielsen KÌ à odda, og miðskeiðis ì hàlvleikinum økti Aksel Bjartalìð Danielsen. Talan var um eitt framùr lið- og arbeiðsavrik við gòðum spælið.

Merkisvert var at ein gamal kenningur var aftur à liðnum; nemliga Steffan Kalsø ið gjørdi tað sera væl sum fremsti maður.

Við sigrinum kemur KÌ uppà 12 stig nù ein triðingur av dystunum er leiktur. Koyr à KÌ!

Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag

​SáH

Comments

​Seinasti møguleikin hjá dønum, at klára kravtíðirnar til OL í Rio

15/5/2016

Comments

 
Billede
EM í London er seinasti møguleikin hjá donsku svimjarnum at klára kravtíðirnar til OL í Rio.

Danmark luttekur við 10 svimjarnum og hava teir skriva ein tíðindastubba um luttøkuna, har tit eisini kunnu fylgja við donsku svimjarnum beinleiðis.

Í greinini eru fleiri neyðug link, sum tit kunnu klikka á, so tit kunnu fylgja við beinleiðis, klikk tíðinadstubba her: "Sidste chance for OL-kvalifikationer for Danmarks svømmere ved EM i London".

SáH

Billede
Comments

​Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2016

15/5/2016

Comments

 
Billede
Her er ein í so seinkað uppgerð frá FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. mai 2016. Saman um tikið vann Ægir flest heiðursmerki av øllum feløgum, har serliga Alvi Hjelm heintaði heiðursmerki heim til Klaksvíkar. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stóð fyri besta úrslit á hesum FM, tá ið hann í 1500 frí við tíðini 15:20.32 svam seg til 788 FINA stig.

Fyri at síggja øll hagtøl, klikk her "Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2016"

Kelda: www.svimjing.com

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly