NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir vann silvur í 100 metur bringa, gentir 14-15 ár

24/4/2016

Comments

 
Billede
Sólvá A. Sigurðsson forbetraði eisini tíðina hjá sær og fekk eitt flott silvurmerkið við tíðini 1:19:62.

Væntandi varð, at Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag fór at vinna, men nú eru bert 3 sekund upp til Sáru. Vinnandi tíðin var 1:16:62 og besta tíðin hjá Sáru er 1:16:33, so tað er ikki ómøguligt, um man venur hart. Sólvá A. Sigurðsson er eisini eitt ár yngri enn Sára, so tað er sera flott klára av Sólvu.

SáH

Comments

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir vann 100 metur bringu hjá gentum 12-13 ár

24/4/2016

Comments

 
Billede
Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam ein góðan 100 metur bringu.

Kappingin gjørdist sera spennandi, har Rebekka og Alisa Vestergård úr Suðuroar Svimjifelag kappaðust, men so setti Rebekka ein ordiligan endaspurt inn og hon vann við tíðini 1:23:26. Nr. tvey Alisa Vestergård 1:24:02 og Petra A. Nielsen, eisini úr Suðuroyar Svimjifelag fekk bronsu við tíðini 1:26:53.

Tíðin hjá Rebekku var góð og hon setti stórt persónligt met. Tillukku Rebekka.

​SáH

Comments

Bert 0,02 sekund ímillum Signhild og Janu í 200 metur frí

24/4/2016

Comments

 
Billede
Í 200 metur frí hjá kvinnum gjørdist kappingin grót hørð.

Kappingin var ímillum Signhild Joensen og Janu Thomsen úr Ægir. Tær góðu seg fult út, har tær skiftist um at vera nummar eitt og tá ið avtornaði var bert 0,02 sekund ímillum tær báðar, har Signhild Joensen gjørdist sigursharrin.

Nummar trý gjørdist Barbara Debes, eisini úr Ægir, bert 0,19 sekund frammanfyri Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.

Stuttligt at síggja eina so spennandi 200 metur frí og  sjálvandi gjørdist tað enn stuttligari, at Ægir var á øllum teimum fremsti plássinum, tað gjørdi tað ikki verri :)

Stórt tillukku Ægir, nummar 1, 2 og 3. Gott arbeiði av okkara góða venjara J. Jamie Arro.

SáH

Comments

Jana Thomsen úr Ægir vann 100 metur firvald 16 - 17ár og stórt persónligt met

24/4/2016

Comments

 
Billede
Jana Thomsen úr Ægir svam sín lívsins 100 metur firvald leygardagin. Hon forbetraði seg nógv sekund og kom á mál við bestu tíð 1:05:50, sum eisini er hennara besta tíð nakrantíð.

Signhild Joensen bleiv nummar trý, men hon hevði nógvan fepur og tískil var hennara tíð ikki serliga góð. Nummar tvey gjørdist Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við tíðini 1:07:19.

Super flott svomi Jana.

​SáH

Comments

​Ægir nýtt føroyskt juniormet í 4 x 100 metur frí ímorgun

23/4/2016

Comments

 
Billede
Ægir gentirnar setti eitt stórt nýtt føroyskt juniormet í 4 x 100 metur frí ímorgun og eru tær fyrstar at klára undir 4 min. fyri kvinnur í 4 x 100 metur frí.

Sera flott, tá ið hædd verður tikið verður fyri, at Signhild Joensen hevur nógvan fepur, men svimur fyri Ægir liðið álíkavæl.

SáH

Comments

Myndir frá stórari svimjikappingin JM/MU 2016 í Klaksvík

23/4/2016

Comments

 
Billede
Her nakrar myndir frá JM/MU 2016 í Klaksvík hetta vikuskiftið.

​SáH

Comments

JM/MU 2016: Martin Vágseið Sivertsen forbetraði seg 21 sekund og fekk bronsu

23/4/2016

Comments

 
Billede
Martin Vágseið Sivertsen úr Ægir hevur forbetra seg sera nógv í JM/MU 2016 hetta vikuskiftið.

Í 400 metur frísvimjing fobetraði hann seg 21 sekund og hevði hann sett spurtin eitt sindur fyrr inn, so hevði hann vunnið silvur, tí nummar tvey hevði tíðina 4:49:15 og tíðin hjá Martin var 4:51:21 og hann hálaði seg nógv inn á Bartal teir síðstu metrarnar, men Martin var væl nøgdir við bronsuna.

​Flott Martin.

SáH


Comments

Borgmeistarin Jógvan Skorheim var stoltir av Ægir

22/4/2016

Comments

 
Billede
Gott lag á borgmeistarin Jógvan Skorheim í morgun, tá ið hann var í Svimjihøllini og stuðlaði Ægir svimjarnum, tá ið teir kappaðust í JM/MU 2016.

Signhild Joensen, sum kláraði seg avbera væl í Danish Open fyri viku síðuni og sum júst hevði vunnið í 400 metur frí og Jana Thomsen, sum fekk silvur í somu kapping fingu klemm frá Borgmeistarnum og ynski hann Ægir góða eydnu.

Ja, ein av svimjarnum segði við meg, Símun "Borgmeistarin er her,  helgest tað er well" og so fingu eisini tveir svimjarar høvi at heilsa uppá borgmeistaran.

SáH
​

Comments

Rókur í Jákupsstovu formaður í SSF setti JM/MU 2016

22/4/2016

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Kommuna hevði sett tvær flaggstengur upp, har Merkið og FINA veitraðu. Reyðu løbarin var breiddur út í Svimjihøllini og byrjaði stevnan við, at allir svimjarnir og hjálparfólkini gingu skrúðgongu og síðani fekk formaðurin orðið.

Hann byrjaði sína røðu við ein minutt tøgn, fyri at æra tvær eldsálir innan svimjingina í Føroyum, sum vóru farnar í Harrans hendur fyri stuttum, nevnliga Herbjørg Eysturdal úr Klaksvík og Maria Jøkladal frá Fuglafirði.

Hann takkaði øllum fyriskiparnum og væntandi hann eina góða stevnu, tó kundi væntast at onkrir trupuleikar fóru at koma, nú JM/MU vóru løgd saman. Hann ynski øllum ein góða stevnu og endaði hann røðuna við at biðja Miriam Hjelm hjálpa sær at syngja tjóðsangin og sjálvandi tók øll høllin undir við teimum báðum. Sera hátíðarlig løta í Klaksvík ímorgun.

​SáH

Comments

So er JM/MU í svimjing 2016 farið ígongd í Klaksvík

22/4/2016

Comments

 
Billede
Í morgun blivu 9 kappingar svomnar og eftisum at JM/MU er lagt saman, so eru sera nógvir riðlar á hvørjari kapping.

Ægir hevur klára seg nøkulunda og nøkur gullmerkir eru komin til hús. Her eitt av teimum, har genturnar hjá Ægri í bólkinum 16-17 ár vunnu gull við tíðini 1:50:95.

Í løtuni er steðgur í kappingini og verður hon uppafturtikin kl. 17.30.

​SáH

Billede
Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly