NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Flogbóltur, FM yngri: SÍ A Føroyameistari hjá gentum 16

31/3/2019

Comments

 
Billede
Billede
Tað vóru tvey SÍ lið í finaluni hjá gentum 16, so lítil yvi var um hvaðar steypið fór. SÍ a vann dystin 3-0 við settúrlitunum 25-21, 25-17 og 25-9.

​SÍ b:
Aftast frá vinstru: Laura Skov Weihe, Anja Sólja Niclasen, Sofía Weihe Simonsen, Tóta Búradóttir.

​Fremst frá vinstru: Bára Jansdóttir, Fríða Haraldssen, Maria Magnusen, Rannveig Rós Joensen.



























SÍ a:
Aftasat frá vinstru: Inga Helena Henriksen, Turið Búadóttir, Hallgerð Tonysdóttir Haraldssen, Malan Maria í Haraldssovu Weihe.
Fremst frá vinstru: Janna Falkvard, Josefina Eliasdóttir, Rannvá Kambsgarð, Sólfríð Poulsen.

​Bestu leikarar:
SÍ a: Janna Falkvard
SÍ b: Tóta Búadóttir.

Billede
Comments

​Rebekka Trygvadóttir kláraði kravtíðina til Gibraltar

30/3/2019

Comments

 
Billede
Rebekka Trygvadóttir, sum hevði tilmeldingartíðina 5:10.81 til 400 metur blandað, gjørdu ikki mætari, at hon slóð sítt persónliga met við næstan 7 sekundum og tíðin var so góð, at hon kláraði kravtíðina til oyggjaleikirnar á Giraltar í summar og øll í Gundadalshøllini gjørdist sera glað hennara vegna.

Fantastiska flott svomi, kravtíðin var 5:05.27, so ongin hevði væntað, at hon fór at forbetra seg so nógv, men Rebekka er ein kempari av teimum stóru og nú kann hon taka saman við beiggja sínum Rókur Trygvason til Oyggjaleikirnar á Gibraltar í summar.

Stór tillukku Rebekka og Jamie Arro

Comments

​KÍ tíðindir: Undan dystinum ímóti EB/Streymi

29/3/2019

Comments

 
Billede
​Her er tað nýggjasta um hópin frá okkara venjara toymið.

Aksel
Venur aftur við fullari ferð aftaná ein langan steðg síðani september har hann skaddi sær krossbandið

John
við fullari ferð eftir at hann hevði ein lítlan snudd í gluteus. Er spælklárur.

Óli
Er í betring og væntast úti í uml. 3 vikur aftur við einum knæskaða

Torbjørn
Er í betring og er aftur á vøllinum eftir eitt strekk í baklærið. Hann verður møguligani spælklárur til vikuskiftið.

Ólavur
Er úti við einum snuddi í forlærinum. Væntast klárur um nakrar dagar.

Deni

Er skurðviðgjørdur í hondini aftaná eitt brot móti Víkingi. Hann venur sjálvstøðugt. Væntast spælklárur um 1-3 vikur.

Kristian
Venur við fullari ferð aftaná at lyskan hevur verið strongd. Er spælklárur.

Kelda: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments

​Flogbóltur: Føroyameistari í skúlaflogbólti fyri 3. flokkar finnast

25/3/2019

Comments

 
Billede
Mánadagin 25. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 3. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.

Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.


143 næmingar og 35 lið
Samanlagt verða tað 143 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 35 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.

Leirvíkar skúli hevði eisini tryggja sær rætt til finalurnar, men Leirvíkar skúli hevur givið avboð – tískil verða bert 7 skúlar við og ikki 8, sum upprunaliga ætlað.

Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 10,00, og spælt verður fram til klokkan 13,00, tá Føroyameistarin er funnin fyri 3. flokkarnar.

Skúlarnir verða hesir:
​

Billede
Comments

Myndir frá dystinum Víkingur – KÍ 2-2

21/3/2019

Comments

 
Billede
Sunnudagin var dystur ímillum Víking – KÍ. Dysturin endaði 2-2, her nakrar myndir frá dystinum, klikk her, “Víkingur – KÍ 2-2”.

SáH

Comments

Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Treysti

14/3/2019

Comments

 
Billede
Týsdagin 12. mars skrivaðu Norðoya Sparikassi og Treysti undir stuðulsavtalu. Avtalan hevur við sær at Norðoya Sparikassi heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ítróttarfelagnum Treysti komandi trý árini í 2019, 2020 og 2021.

Vit í Norðoya Sparikassa fegnast um avtaluna. Treysti er eitt sera virkið felag, og er við til at betra um bæði heilsu og samanhald í nærumhvørvinum. Hesum vil sparikassin fegin halda fram at stuðla.

FM í hálvmaraton heldur fram undir heitinum “NS hálvmaraton” og fer at hava start og mál við høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa. FM í hálvmaraton verður hildið í mai og er størsta einstaka tiltakið hjá Treysti. Eisini verður onnur árlig kapping fyriskipað.

Í Treysti fegnast tey eisni um avtaluna, sum m.a. ber í sær, at felagið kann halda fram at mennast og bøta um karmarnar hjá limunum. Limaskarin er fjølbroyttur og hevur ymsan tørv, og Treysti leggur dent á, at øll hava møguleika at íðka í felagnum.

Treysti leggur eisini stóran dent á at menna ungar íðkarar og vil halda fram at geva teimum so góðar umstøður, sum til ber, bæði til venjingar og kappingar her heima og uttanlands.

Kelda: ns.fo

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly