NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norður Korea ynskir at luttaka í OL aftur

30/3/2018

Comments

 
Billede
Norður Korea hevur boða frá, at teir ynskja at luttaka í OL í 2020 og 2022.

Leiðarin úr Norður Korea, Kim Jong Un hevur boða frá, at hann gleðir seg sera nógv til komandi OL leikir og er samstundis sera fegin um, at OL leikirnir í Suður Korea eydnaðust so væl sum teir gjørdu - har Suður Korea og Norður Korea enntá høvdu eitt lið saman í kvinnu íshockey.

JáH (y) 31.03.2018

Comments

​KÍ hølvaði TB/FCS/Royn av 9-0

25/3/2018

Comments

 
Billede
1. deildarliðið hevði KÍ vitjan av TB/FCS/Royn leygardagin á Djúpumýru og tað endaði við einum knúsandi tapi til TB/FCS/Royn við heili 9-0.

KÍ hevði alt spæli ígjøgnum allan dystin og kundi sigurin verið enn størri.

Nakrir spælarar frá Betri deildini vóru og spældu við 1. deild og tað má vera høvuðsorsøkin til at KÍ vann so stórt.

Hesir skutu málini: Hjalgrím Elttør 2 mál, Kristoffur Jakobsen 2 mál, David Langgaard 2 mál, Óli Eyðfinn Poulsen 1 mál, Henry Heinesen 1 mál og David á Roykheyggi 1 mál.

Her síggja tit fleiri myndir av dystinum, klikk her "Fótbóltur KÍ - TB/FCS/Royn 9-0"

SáH 

Comments

​Mjølnir vunnu spennandi dyst á TB

25/3/2018

Comments

 
Billede
Mjølnir vann spennandi dyst 3-1 á TB í Badmintonhøllini ígjár.

Mjølnir byrjaði betur og vann sikkurt fyrsta sett 25-21, í øðrum settið kom TB við aftur og vann 23-25 og so vann Mjølnir triðja settið 25-20 og í fjórða setti, sum gjørdist ein ordiligur gysari, vann Mjølnir akkurát 27-25 og tískil dystin 3-1.

Hetta var seinasti heimadysturin hjá Mjølni og nú hava tær tvær útidystir eftir, nú hósdagin ímóti Fleyr í Stórhøllini í Tórshavn og so 7. apríl ímóti SÍ í Sørvági.

Mjølnir hevur enn møguleika at vinna heiðursmerkir, so spennandi verður hvussu hetta kappingarárið endar við. Koyr á Mjølnir.

Her fleiri myndir, klikk her "Mjølnir - TB 3-1"

SáH

Comments

Róland Toftum nýtt føroyskt met í 50 metur bringu við tíðini 28.62

24/3/2018

Comments

 
Billede
Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012.

Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Stórt tillukku, flott svomi.

Kelda: www.svimjing.com

​SáH

Comments

Viðgera um stuðul til Ítrottarhøllir í Tinginum (Video)

21/3/2018

Comments

 
Billede
Í Tinginum nú verður viðgjørt, at innandura ítrottarhøllir verða stuðlaðar 50 % av Landinum og tað sær út til, at hetta er eitt uppskot, sum kemur at standa sína roynd - um hetta kemur ígjøgnum ella ikki.

Høvuðsspurningurin er hví uppskotið kostaði 60 - 100 milliónir til slíka íløgu í 2014, ímeðan tað kemur at kosta 40 milliónir í dag ..? Spurningurin kom eisini upp, um hetta varð rætta tíðin at byggja Ítrottarhøllir og um talan er um fleiri Ítrottarhøllir.

Helgi Abrahamsen helt, at her varð talan um valagn frá Jákup Mikkelsen og Bill Justiussen, sum hava sent uppskotið á Ting.

Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum helt - at hetta varð ein gongd leið hjá tí føroysku fótbóltinum. Sjá taluna hjá Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum niðanfyri:

​JáH (y) 21.03.2018

Comments

KÍ vann dystin ímóti NSÍ

17/3/2018

Comments

 
Billede
Tað bleiv bert tað eina málið við Løkin, sum Jóannaes Bjartalíð skoraði í 8 minutti fyri KÍ.

NSÍ hevði fleiri mál møguleikar í seinni hálvleiki - tó KÍ eisini gjørdi nógv um seg í mótvindinum.

Men í stuttum kann sigast, at hetta varð ein uppiborin sigur fyri KÍ.

JáH (y) 17.03.2018

Comments

Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda

17/3/2018

Comments

 
Billede
Nú fyrri hálvleikur er runnin ímillum NSÍ og KÍ, so er KÍ á odda 1 - 0 og varð tað Jóannes Bjartalíð, sum skoraði málið fyri KÍ.

Fylg annars við dystinum HER

KÍ hevur havt meiri mál møguleikar í fyrra hálvleikinum og í seinni hálvleiki koma teir at hava mótvind - so har fáa vit at síggja, um tað kemur at gera tann stóra munin.

JáH (y) 17.03.2018

Comments

Maverick og Bláa Bylgjan ganga nýggjar leiðir

16/3/2018

Comments

 
Billede
Maverick hevur í áravís verið Sponsor hjá Bláu Bylgjuni í Klaksvík og tað ætlar Maverick eisini at vera í framtíðini, men nú ætla Maverick og Bláa Bylgjan at ganga nýggjar leiðir, har vit fara at broyta sáttmálan, so at Maverick og Bláa Bylgjan gerast enn Bláari.

Ætlanin er tann, at Maverick ferð at geva øllum KÍ Fjepparnum, sum eru ílætnir okkurt Blátt, tilboð uppá leysligar drykkir, men tað krevst, at viðkomandi hevur okkurt  blátt plagg uppi á sær.

Á tann hátt ferð tað at loysa seg, at vera bláur og vónandi sæst tað aftur við Djúpumýru, har vit vóna at vit kunnu vísa leikarnum, at vit øll stuðla teimum og at vit øll eru blá.

Koyr á KÍ

Comments

Gilli Rólantsson Sørensen skrivað undir

14/3/2018

Comments

 
Billede
Gilli Rólantsson Sørensen hevur skrivað undir sáttmála við Brann og hetta skrivar Gilli á sín Facebook vanga fyri løtu síðani:
Eg eri ómetaliga fegin, at hava fingið greiðu á framtíðina, og at eg nú framhaldandi kann fokusera uppá tað, sum eg brenni fyri mest - at blíva tann besta útgávan av mær sjálvum á fótbóltsvøllinum. Havi ivast nógv, av tí orsøk, at umsboðsmaðurin hjá mær fekk fleiri fyrispurningar frá øðrum feløgum, men eg trívist so mikið væl í Brann og Bergen, so at halda fram her, var tann rætta avgerðin fyri meg.

Stórt tillukku Gilli.

SáH


Comments

​Signhild Joensen góða tíð í 100 metur rygg

11/3/2018

Comments

 
Billede
Signhild Joensen svam 100 metur rygg leygarmorgunin í 8° Trofeo Città di Milano í Italia og kom inn við einari góða tíð 1:04.01, sum er minni enn eitt sekund frá hennara føroyska metið. Føroyska metið er 1:03.38 og tað eigur hon sjálv, sum hon svam tann 3. apríl 2017 í Brønshøj í Danmark.

SáH

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly