NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

HB omaná við tveimum málum ímóti ongum!!!

30/3/2014

Comments

 
Picture
KÍ tóktist eitt sindur bangi fyri HB og spældi HB meira kontant spæl enn KÍ og í álopinum bjóðaði ongin seg fram og tóktist okkara álopsspælara ov tungir ídag, men tó var ikki tann heilt stóru munurin á liðnum báðum. KÍ spældi til tíðir góðan fótbólt, men tá ið endaliga floytan hjá Lars Muller ljóðaði, ja, so hevði HB vunnið dystin 2-0 og er nú eitt stig frammanfyri KÍ, nú trý umfør eru leikt. Nummar eitt liggur NSÍ við 9 stigum.

Comments

KÍ tapti 2 - 0 ímóti HB !!!

30/3/2014

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Sjálvt um HB legði seg á odda nokkso tíðliga í dystinum (gott 16 min av fyrra hálvleiki), so megnaði KÍ at halda eitt megnar trýst á HB í seinna hálvleiki.

Men eftir eitt hornaspark (75 min) so skoraði HB enn eitt mál ímóti KÍ og tað vísti seg, at KÍ mennirnar misti eitt sindur av vónuni um at vinna. Og HB gjørdi nógv fyri at verja um mál leiðsluna (2-0).

Dómarin legði 5 min eyka til dystin, og sjálvt um KÍ gjørdi nógv fyri at skora mál - so megnaðu teir tað ikki. Dysturin endaði sostatt 2-0 til HB.

Mál: Fróði Benjaminsen (1-0 til HB, 16 min.)
Mál: Rógvi S. Holm (2-0 til HB, 75 min.)

JáH (y) 30.03.2014

Comments

KÍ kvinnurnar byrjaðu har tær sleptu

25/3/2014

Comments

 
PictureRannvá Andreasen skoraði tvær ferðir ímóti AB
KÍ kvinnurnar hava fingið eina góðan byrjar uppá kappingarárið 2014. Tær vunnu fyrsta dystin í steypakappingini og í gjárskvøldið vunnu tær trygt 3-1 á AB, eftir at hava verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum.

Tað var einki serligt fótbóltsveður at spæla ígjár og tað gjørdi at spæli var eitt sindur tilvildarligt, men KÍ var nógv betra liðið. Málini hjá KÍ skutu, Rannvá Andreassen 2 og Maria Thomsen 1.

Næsti dystur verður ímóti ÍF/Víkingur á útivøllið og hann verður leiktir hóskvøldið 27. mars.

SáH

Comments

 Páll Klettskarð skoraði fyrsta málið í ár í Djúpumýru!!!

25/3/2014

Comments

 
Picture
KÍ vann sín næsta dyst í ár og var tad málkongurin Páll Klettskard, sum skoradi fyrsta málid í Djúpumýru í ár.

Tad var ikki ein uppinborin sigur, tí Víkingur var betra lidid sunnudagin, men ein stórspælandi Meinhard Joensen bjargadi KÍ ferd aftaná ferd og longur tad leid út í dystinum, meira og meira var KÍ vid og til endan eydnadist tad Hjalgrími at seta eitt gott innlegg inn frá vinstru sídu og Páll setti fótin á og bólturin reyk í málid 1-0 og hetta bleiv eisini endaliga úrslitid.

Víkingur setti alt inn fyri at javnad, men tad eydnadist KÍ at halda tætt og KÍ hevur eftir tveimum umførum fult stigatal 6 stig.

Næsti dysturin verdur á Gundadali sunnudagin og tá verdur væntandi hópin av KÍ fjepparnum. Koyrá KÍ.

SáH


Comments

Sær nógv ljósari út nú, so væntandi verður spælt!!!!

23/3/2014

Comments

 
PictureDjúpumýra
Sær nógv ljósari út nú. Fyri tveimum tímum síðani sá eitt sindur ov hvít út, at tað kundi spælast á Djúpumýru ídag, men nú er veðrið nógv betur og sólin er komin fram, so væntandi verður spælt ídag.

Strikurnar á vøllinum síggjast og tað er vátikavi, sum er komin niður. Hann lovar eisini frá góðum veðrið seinnapartin við sól og sum tað sær út nú, so ferð veðurforsøgnin at halda.

Vit vóna tað besta.

SáH

Comments

Maverick Barr og Bláa Bylgjan gjørt samstarvsavtalu fyri 2014.

8/3/2014

Comments

 
PictureJaspur Jakobsen og Símun á Høvdanum
Bláa Bylgjan og Maverick hava endurnýggjað samstarvs avtaluna, so at hon eisini er galdandi fyri 2014. Til landskappingar dyst og dyst í steypakappingini fær gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni við at vísa limakort góð tilboð frá tveir tímar áðrenn dystar byrjan og fram til ein tíma eftir, at dysturin er liðugur.

Sjálv avtalan er óbroytt í mun til avtaluna í 2013.

Bláa Bylgjan takkar Maverick fyri gott samstarv í fleiri ár við vón um framhaldandi gott samstarv.

Comments

Auto Service høvðusstuðul hjá HB

8/3/2014

Comments

 
Picture
Auto Service er høvðusstuðul hjá Havnar Bóltfelag. Seinnapartin varð avtala millum risarnar báðar undirskrivað av Finnboga Arge formanni í HB og Pól Jákup Poulsen stjóra hjá Auto Service.

Finnbogi Arge og Pól Jákup Poulsen fegnast um avtaluna: "Eins og hjá HB er dygd, kontinuitetur og langtíðar planlegging  nøkur lyklaorð hjá Auto Service, og feløgini bæði síggja sum so eins uppá fleiri daglig viðurskifti."

Pól Jákup Poulsen sigur, at Auto Service hevur stuðlað fleiri ítróttargreinum seinastu árini, og nú var tíðin so komin til fótbóltin.

Finnbogi leggur afturat, at við avtaluni við Auto Service ið er eitt sera væl rikið felag við einum kvalitetsprofili ið hóskar seg sera væl til HB, kunnu vit nú hyggja frameftir og við spenningi taka móti avbjóðingunum sum tær koma.

Samstundis sum vit her á síðuni fara at markera, at Auto Service er okkara høvðusstuðul, kemur tað eisini at síggjast hjá Auto Service, at teir stuðla mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti.

Avtalan fevnir um tvey ár, og í hesum tíðarskeiði verður serliga við heimadystir  markerað, at feløgini samarbeiða.

Vit her á síðuni fegnast eisini almikið um avtaluna. Tilber at lesa meira um Auto Service við at trýsta her.

Myndirnar hevur Heðin Weihe tikið.

Kelda: Havnar Bóltfelag


Comments

Heimskendur málmansvenjari í Klaksvík um vikuskiftið

8/3/2014

Comments

 
Picture
Um vikuskiftið fer heimskendi málmansvenjarin Maarten Arts, at skipa fyri málmans-venjingarlegu í Klaksvík.

Maarten Arts hevur arbeitt sum málmansvenjari í nógv ár í fremstu hollendsku deildini, umframt at hann hevur vant onnur lið og hevur skipað fyri skeiðum og venjingarlegur fyri málmenn um allan heimin. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving (UEFA-A) og er útbúgvin ítróttarlærari. Hann er eisini kendur fyri at hava skriva fleiri bøkur og hevur útgivið fleiri DVD'ir um málmansvenjing.


Í Klaksvík fer Maarten Arts, umframt at hava 6 venjingar á Djúpumýru, at hava tveir almennar fyrilestrar í deildini hjá Eik. Leygardagin klokkan 17 fer hann at tosa um hvat Pro Goal er fyri nakað og um hvussu hann velur at skipa sínar venjingar. Hann hevur nøkur eitt sindur ørvísi sjónarmið uppá plasering og annað í samband við málmannspælið, í mun til tað vit eru von við at síggja og hoyra um. Eisini tosar hann eitt sindur um hvussu málmannsvenjing kann leggjast til rættis í feløgunum, tá talan er um børn og vaksin. Hvat og hvussu venja vit í pre-season, ímeðan kappingin er í gongd og hvat venja vit í off-season.

Fyrilesturin sunnudagin er um deyðbóltstøður, hvussu skipa vit okkum í deyðbóltstøðum og dystar analysa. Venjingardysturin sum verður ímillum KÍ og B68 leygardagin verður brúktur sum dømið.

Skráin fyri vikuskifti er annars hendan:

Fríggjadagur 7 Mars

11.00- 12.30 Venjing 

13.00 - 14.00 Døgurði – á sjómannsskúlanum 

15.00 - 16.30 Venjing 

17.00 Døgurði

Leygardagin 8 Mars

09.30 - 11.00 Venjing 

11.30 - 12.00 Døgurði 

Klokkan 12.00 er venjingardystur KÍ-B68. Tankin er at luttakarnir síggja hendan dystin, taka notatir um teir hava hug til tað. Undir fyrilesturin sunnudagin um deyðbóltstøður og dystar analysu, fer Maarten at gjøgnumganga nakrar støður frá dystinum.

15.00 - 16.30 Venjing 

16.30 - 17.00 Døgurði 

17.00 - 18.30 Fyrilestur í Eik um Pro Goal – øll eru vælkomin. 

Sunnudagin 9 Mars

9.30 - 11.00 Venjing

11.30 - 12.00 Døgurði 

15.00 - 16.30 Venjing 

16.30 - 17.00 Døgurði 

17.00 - 18.30 Fyrilestur í EIK um deyðbóltstøður og dystar analysu. Venjingardysturin leygardagin verður brúktur sum dømið. Øll eru vælkomin.

Til fyrilestranar er gjørligt at keypa ymiskt tilhoyr til venjara og málmannsútgerð, serliga handskar. 

Kelda: www.ki.fo


Comments

Koyrdi skít við soninum !!!

6/3/2014

Comments

 
Picture(Mynd: Lars Helsinghof Bæk)
Við í bilinum sat sonurin hjá Heine Fernandez, Sebastian. Nú, eftir dómin, so angrar Heine at hann tók bilin - og sonin við sær - tá hann eftir ein vátan føðingardag bestemmaði seg til at koyra frá Fjón til Keypmannahavnar.

- Tað gekk ikki so gott. Og eg hevði ongantíð verið fyrigivin av familjuni, um tað varð hent honum nakað. Tað er heilt ræðuligt, at eg tók tað valið at koyra. Heilt ófyrigeviligt, segði Heine Fernandez til Ekstra Blaðið. Heine hevði eina promillu uppá 2,57.

Les meira HER

JáH (y) 06/03-14


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly