NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard bleiv nummar eitt, tíðirnar blivu rættaðar

24/2/2018

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin var ov skjótir. Tíðirnar blivu rættaðar, so Signhild Joensen og Barbara Debes blivu nummar tvey og trý øv. øv...., men hjartaliga tillukku til Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

​SáH

Comments

Ægir nummr eitt og nummar tvey í 50 metur frí

24/2/2018

Comments

 
Billede
Tað gekk avbera gott hjá Signhild Joensen og Barbara Debes í 50 metur frí. Tær gjørdist nevnliga nummar eitt og tvey, stóru favoritturin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdist nummar trý, so ikki kann sigast annað, at tað hevur gingist sera væl í Páls høll hjá Ægir.

Tíðirnar vóru hesar, Signhild Joensen nr. 1, við tíðini 28.04, Barbara Debes nummar tvey við tíðini 28.12 og nummar trý Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við tíðini 28.15.

Tað má vera langt síðani, at Ægir er blivin nummar eitt og tvey í 50 metur frí, men tað eydnaðist so í morgun. Stórt tillukku Ægir.

SáH

Comments

Rókur Trygvason bleiv nummar tvey, men hann nærkast

24/2/2018

Comments

 
Billede
Rókur Trygvason bleiv nummar tvey í 100 metur bringu, men hann nærkast stóra svimjarnum í Suðuroyar Svimjifelag Róland Toftum, sum er tvey ár eldri enn Rókur.

​Róland kom inn við tíðini 1:07.49 og Rókur kom inn við tíðini 1:08.26, sum er minni enn eitt sekund seinni. 

Gott kempa Rókur.

​SáH

Billede
Comments

Signhild Joensen vann stórt í 100 metur rygg og Barbara Debes vann bronsu og persónligt met

24/2/2018

Comments

 
Billede
Signhild gjørdist klárt nummar eitt í 100 metur rygg. Hon kom inn við tíðini 1:04.11, heili 6. sekund frammanfyri nummar tvey og tað var 0.73 frá sínum føroyska metið, so tað sær lovandi út til 200 metur rygg, sum verður svomið seinni ídag.

Barbara Debes bleiv nummar trý og hon settið persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 1:12.93 og tíðin í morgun var 1:11.51.

Super flott og spennandi at vita, um tíðirnar vera eins góðar seinnapartin.

​SáH

Comments

Rebekka Trygvadóttir vann stórt í 100 metur bringu og settið stórt persónligt met

24/2/2018

Comments

 
Billede
Fyrsta gullið er longu komi til Ægir í stóru svimjikappingini í Vági.

Rebekka Trygvadóttir vann stórt í 100 metur bringu og settið stórt persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 1:21.79 og tíðin í morgun var heili 3. sekund betri, 1:18.67. Nummar tvey gjørdist Beinta Poulsdóttir Debes úr Havnar Svimjifelag, við tíðini 1:19.22 og nummar trý gjørdist Sólva A. Sigurðsson við tíðini1:21.38 og tað er eisini persónligt met, gamla tíðin hjá Sólvu var 1:22.81.

Super flott Ægir, gull og bronsu og tvey persónlig met.

SáH 

Comments

Her síggjast úrslitini live í svimjikappingini í Páls Høll

24/2/2018

Comments

 
Billede
Her kunnu tit fylgja við í stóru kappingini suðuri í Vági ídag og ímorgin, Klikk her "Live Suðuroyar Sparikassa stevna 2018"

​
SáH

Comments

Suðuroyar Sparikassa Stevnu í Pálshøll í Vági í dag og í morgin

23/2/2018

Comments

 
Billede
Í dag verður stór svimjikapping í Vági. Her eru startlistarnar fyri leygardagin og sunnudagin 24. - 25. februar, klikk her "Suðuroyar Sparikassa stevna 2018"

Koyr á Ægir.
 
Leygarmorgun 24 feb. kl 09.30
1. 400m frí kvinnur
2. 400m frí menn
3. 100m bringa kvinnur
4. 100m bringa menn
5. 100m rygg kvinnur
6. 100m rygg menn
7. 200m firvald kvinnur
8. 200m firvald menn
9. 200m blandað kvinnur
10. 200m blandað menn
11. 50m frí kvinnur
12. 50m frí menn

Leygardag 24 feb. kl 16:30
13. 100m frí kvinnur
14. 100m frí menn
15. 200m rygg kvinnur
16. 200m rygg menn
17. 400m blandað kvinnur
18. 400m blandað menn
19. 50m bringa kvinnur
20. 50m bringa menn
21. 100m firvald kvinnur
22. 100m firvald menn
23. 4x100m frí kvinnur
24. 4x100m frí menn
​
Sunnudagur 25 feb. kl 13:30
25. 800m frí kvinnur
26. 1500m frí menn
27. 50m rygg kvinnur
28. 50m rygg menn
29. 200m bringa kvinnur
30. 200m bringa menn
31. 50m firvald kvinnur
32. 50m firvald menn
33. 200m frí kvinnur
34. 200m frí menn
35. 4x100m blandað kvinnur
36. 4x100m blandað menn

SáH

Comments

Klaksvíkskappingin byrjar ídag kl. 13.00

23/2/2018

Comments

 
Billede
Kl. 13.00 byrjar Klaksvíkskappingin ídag. Lutakasti hevur verið og skráin verður hendan:

Kl. 13:00: B36 – Víkingur
Kl. 15.30: NSÍ – KÍ

Sunnudagin 
Kl. 13.00: Dystur um 3. og 4. pláss
Kl. 15.30: Finala

Í samband við Klaksvíkskappingina, so letur Maverick Barr upp kl. 13.00, har áskoðarnir kunnu fáa okkurt leskiligt og heitt kaffi.

SáH

Comments

​Langhylurin er í tryggum hondum

19/2/2018

Comments

 
Billede
Tað hevur vakt ørkymlan, at langhylurin er útsettur nakrar mánaðir. Men havnaborgarar nýtast ikki at óttast, tí langhylurin er í tryggum og góðum hondum.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi meiriluta er langhylurin ein av fremstu raðfestingunum. Tað er tó ein sannroynd, at nógv virksemi er í gongd í løtuni, og okkara íløgukarmur er søguliga høgur í ár, 197 mió. kr. 

Tað, sum fyrst og fremst tyngir íløguætlanina, er byggingin av skúlanum á Fløtum fyri 383 mió. Tórshavnar Havn verður í løtuni útbygd fyri 465 mió,  og Musikkskúlan settu vit í meirilutanum í gongd í fjør fyri 100 mió.

Ein íløga, sum hevur bíðað eftir politiskari raðfesting í 10 ár.
Ásannandi, at okkara eldru borgarar hava tørv á umlætting og á búplássum, hava vit valt at raðfesta ein umlættingardepil á 25 pláss til okkara eldru fyri 25 mió, at byggja út Tjarnargarð til demensdepil fyri 25 mió, umframt at vit hava verið noydd at raðfesta bráðneyðugar íløgur í kloakkir, miðbýarætlan við meira.

Tá ið stórar verkætlanir liggja inni í karminum, í hesum føri serliga Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, er sera trupult fyri ikki at siga fíggjarliga ábyrgdarleyst, at seta í gongd verkætlanir fyri 100 tals mió kr samstundis.

Hetta hevði í ringasta føri bæði seinkað og dýrkað verkætlanina óneyðuga nógv. Umsitingarliga er tað somuleiðis ómøguligt at hava nøktandi eftirlit og fyrireika so nógvar verkætlanir, samstundis sum eisini nógv ferð er á búskapinum.

Tí hava vit avgjørt at útseta langhylin nakrar mánaðir, soleiðis at rúm er fyri hesari bygging, tá ið Musikkskúlin er liðugur í 2019. Tað er umráðandi at vit raðfesta neyvt og eru realistisk um tær verkætlanir, sum kommunan fremur, og eisini at vera erlig mótvegis borgarunum um, nær hesar verkætlanirnar verða framdar.

Ætlanin er tí at undirrita projekterinsavtalu seinni í ár við SNA. Vanligt er, at tað tekur eitt ár at projektera, og síðan kann farast undir sjálva byggingina.

Ført verður fram, at undanfarna býráð setti gongd á langhylin. Hetta er ein sannleiki við rættiliga nógvum modifikatiónum. Langhylurin hevur verið á dagsskrá í býráðnum síðani 2004, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr, annað enn eitt arkitektauppskot fáar vikur undan, at sitandi meirluti tók yvir í býráðnum í 2017.

Á fíggjarætlanini  hjá undanfarna býráði vóru 5 mió settar av til hesa verkætlan aftur í  2013, sum hvørki rakk til fulla projektering av hylinum, ei heldur til sjálva byggingina, ið er mett at verða áleið 100 mió.

Vit ásanna, at svimjingin í Tórshavnar kommunu eigur at fáa fremstu raðfesting, og tí verður langhylurin eisini fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu. Langhylurin er umráðandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og ikki minst verður hann føroyskari svimjing at frama.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Comments

Ægir Open, har kvinnurnar hjá Ægir fóru avstað við næstan øllum

12/2/2018

Comments

 
Billede
Seinasta vikuskiftið var stór svimjikapping í Klaksvík, har kvinnurnar hjá Ægir fóru avstað við næstan øllum.

Onkrar kappingar vóru tættar, men tíðirnar hjá svimjarnum vóru ikki av teimum bestu, men tó vóru tað fleiri Ægir svimjarar sum forbetraði seg sera nógv.

Í 200 metur bringu vann Rebekka Trygvadóttir á nógv eldra svimjarnum Ásbjørg Hjelm, har eru heili 5 ár á muni og Rebekka vann við næstan fimm sekundum og settið eisini persónligt met.  Gamla tíðin hjá henni var 2:48.11 og tíðin sunnudagin var 2:43.92 Sjá tíðirnar herundir.

Ægir byrjaði kappingina sera væl. har kvinnurnar hjá Ægir vunnu gull, silvur og bronsu í 100 metur blandað. Jana B. Thomsen vann gull, Barbara Debes silvur og Rebekka Trygvadóttir bronsu, har Rebekka enn einaferð setti Ásbjørg Hjelm uppá pláss, Ásbjørg bleiv nummar fýra.

Hjá monnunum gekk eisini gott. Rókur Trygvason svam væl og fleiri av teimum ungu svomu eisini væl og setti fleiri persnólig met.

Her kunnu tit síggja allar tíðirnar, klikk her: "Ægir Open 2018"

Samanumtikin ein góð kapping og gleða vit okkum longu til næstu kapping.

Næsta kappingin verður suðuri í Vági, nevnd SU-svim stevna og verður hon tann 24. og 25. februar.

Gott kempa Ægir og koyr á.

SáH 


Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly