NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Í dag og sunnudagin verður árliga Klaksvíkskappingin í fótbólti.

23/2/2013

Comments

 
Picture
Í dag og sunnudagin verður árliga Klaksvíkskappingin í fótbólti. Hetta er ein kapping millum trý tey fremstu liðini frá landskappingini í fjør og vertinum, KÍ.

Lutakastið til Klaksvíkskappingina var á Rás2 í týsdagin. KÍ skal í hálvfinaluni møta EB/Streymi, meðan ÍF og HB spæla í hinari hálvfinaluni.

Dystirnir verða spældir soleiðis:

Dystur 1: Leygardagin kl. 13.00: EB/Streymur – KÍ
Dystur 2: Leygardagin kl. 15.15: ÍF - HB

Dystur 3. Sunnudagiin kl. 13.00: Taparin dysti 1 móti taparnum av dysti 2
Dystur 4. Sunnudagin kl. 15.15: Vinnarin dystur 1 móti vinnara dysti 2.

Eiler Rasmussen og Petur Reinert døma dystirnar.

Borgarstjórin Jógvan Skorheim handar steyp til vinnandi liðið.

Comments

Megnarúrslit: Klaksvíksingur Jógvan Sofus bleiv nr. 4

18/2/2013

Comments

 
Picture
So er hesin dagurin við at fara aftur um bak. Um tríggjar tímar gongur leiðin heim aftur til Føroyar, og rógvararnir hava góða tíð at hugsa aftur á dagin og kappingina sum heild. Úrslitini í dag góvu Føroyum placeringar frá nr. 4 til 10, sum má sigast at vera sera gott. Jógvan Sofus bleiv nr. 4, Øssur bleiv nr. 7, Rannvá nr. 8 og Hallur nr. 10.

Kappingin í ymisku bólkunum var sera hørð, so tað eru nakrir væl nøgdir rógvarar, sum um eina løtu venda nøsina heimaftur. Sigast kann, at í kappingini hjá t.d. Rannvu luttók ein dama úr Ukraina, sum vit mettu vera uml. 2 metrar høg. Hon var stór og sterk og róði eisini hareftir. Hon vann kappingina hjá bólkinum “Open Women” við tíðini 6.31. Sera flott av henni.

Beint nú verður tað síðsta pakkað og onkur breyðflís skal niðurum, áðrenn vit fara avstað. Jógvan Sofus kemur ikki við heim. Hann fer heldur ein túr til Mexico at vitja ein vinmann nakrar dagar. Ikki tað sama.


Kelda: Róðrarsamband Føroya

Comments

Væleydna Ægir stevna

17/2/2013

Comments

 
Picture
Havnar Svimjifelag gjørdist nummar eitt, men í hølunum á teimum kom Ægir.
Eitt merkismerk við hesari kappingini var, at Eysturdal systrarnar kundi mannað  eina heila stafett fyri Ægir og má hetta vera fyrsti ferð í søguni, at ein heil  stafett verður manna av systrum. Tær svomu 4 x 50 metur frísvimjing og tær sum svomu vóru: Sonja Eysturdal fødd 2005, Barbara W. Eysturdal fødd 2003, Victoria Wigant Eysturdal fødd 1998 og Cecilia Eysturdal fødd 1996.

Poula Ø. Mohr 4:57:64 og føroyskt met í 400 blandað
Poula Øssursdóttir Mohr úr HS megnaði at seta nýtt føroyskt met í 400 metra
blandaðari svimjing fyri kvinnur, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam
teinin uppá 4:57.64, har metið hjá Elspu Mørkøre frá DHM í 2007 var 4:57.66.
Elsta metið fyri einstaklingar á stuttgeil. Harvið slettað.

Klikk her fyri at síggja úrslitini: http://www.svimjing.com/files/aegir-stevna-feb-2013-urslit.html

SáH 18.02.13

Picture
Picture
Picture
Comments

Baltimore Ravens vann Super Bowl

3/2/2013

Comments

 
Picture
Teir vóru annars aðrenn dystin mettir til at tapa ímóti San Francisco 49'ers,
sum hava verið í finaluni 5 ferðir fyrr og ongantíð tapt finaluna. Hetta var
aðru ferð at Baltimore Ravens var í finaluni og teir hava vunnið báðar.
Baltimore var betra liðið og eitt skifti vóru teir frammanfyri við heili 28-6, men
San Francisco 49'ers sett eitt ordiligt come back inn og stríddi seg upp til
34-31, tá ið nøkur sekund vóru eftir, men nærri komi teir ikki.
Eitt teir  70.000 áskoðarnir og 115 milliónir amerikanir fara at minnast til í hesari Super Bowl finaluni verður, at ljósið fór í 35 min. og eitt fantastisk come back av bæði 49'ers og tónleikarakvinnuni Beyoncé, við einastandandi ljóð og ljós framførslu í hálvleikinum. Eitt dramatisk finala, har vinnarin gjørdist undirtippaða liðið Baltimore Ravens.

SáH 04.02.13


Comments

Endiliga bragdaði hjá KÍ

3/2/2013

Comments

 
Picture
Eftir eina heldur spaka byrjan uppá 2013, har KÍ  hevur tapt og spælt javnt í fleiri venjingardystum, vann KÍ heili 3-0 á NSÍ í Djúpumýru. Tað var Henry Heinesen, sum legði KÍ á odda 1-0 og varð tað eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleik fekk KÍ eitt brotsspark, har Álvur Christiansen bleiv feldur av málmanninum hjá NSÍ inni í brotsteiginum hjá NSÍ og dómarin Karl Marius ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Henry Heinesen bleiv settur at taka og hann setti bóltin trygt í netið. Nakað fyri dystarenda bleiv sigurin staðfestir, tá ið NSÍari gjørdi sjálvmál og sostatt vann KÍ dystin trygt heili 3-0.

SáH 03.02.13

Picture
Picture
Picture
Comments

Fótbóltsspælari við at drekka seg í hel.

3/2/2013

Comments

 
Picture
Fyrverandi landsliðleikarin og ein av størstu stjørnunum í Onglandi Paul Gascoingne, er við at drekka seg íhel. Hann hevur stríðst við rúsdrekkatrupuleikar í nógv ár og ofta hevur hann verið sera langt úti, men nú er heilt gali aftur og fær hann ikki hjálp nakað skjótt, so væntar hansara agentur, at hann drekkur seg í hel.
"Gazza" sum hann vanliga verður nevndur, hevur spælt 57 landsdystir fyri Ongland og hevur hann spælt við hesum stórliðum:  Newcastle United, Tottenham Hotspur, Lazio og Glasgow Ranger.
 
SáH 03.02.13


Comments

Real Madrid tapti 1-0

2/2/2013

Comments

 
Picture
Eftir eitt sjálvmál frá konginum sjálvum Christiano Ronaldo í 27 min. tapti  Real Madrid dystin ímóti botnliðnum Granada CF, sum liggur sera niðarliga á stigtalvuni. Venjarin José Mourinho var alt annað enn nøgdir við úrslitið og serliga í fyrra hálvleiki spældi vit sera illa. Granada CF hevði ikki ein avslutning uppá mál og má hetta vera eindømi, at vinna ein dyst, uttan at hava havt nakrar málmøguleika. Real Madrid er nú heili 15 stig aftanfyri Barcelona og  4 stig aftanfyri At. Madrid.

SáH 03.02.13



Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly