NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nevndin heldur fram

31/1/2022

Comments

 
Picture
Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í kvøld.

Á fundinum varð roknskapurin 2021 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. Seinastu nógvu árini hevur roknskapurin hjá KÍ víst stór yvirskot, men so var ikki í 2021, ið vísir eitt hall upp á 5,4 mió krónur.

Orsøkirnar eru ymiskar, men tað er serliga korona, skipan av akademinum og at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Conference League seinasta summar.

Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum inntøkur, ið hava við sær, at hall ikki verður í roknskapinum komandi ár.

Nevndin heldur fram og sær soleiðis út.
Tummas Lervig, Formaður
Rúni Heinesen, Næstformaður
Hilmar Danielsen, Kassameistari
Rói Clementsen, Samskifti
Kaj Dam, Betri Menn
Jákup Eydnugarð, Sponsorar
Eyðstein Poulsen, Akademi

KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag

Comments

​Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

28/1/2022

Comments

 
Picture
Leygardagin 29. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

12 lið eru tilmeldaði hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum og kvinnuunglingum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.30. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

Mynd Haldur Suni Johansen

Føroya Fimleikasamband

Comments

​Hvør er innstillaður til heiðurin ítróttaFELAGSSKAPURIN 2021

26/1/2022

Comments

 
Picture
ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021 – Føroya Styrkisamband, EB/Streymur og Kappróðrafelagið NSÍ eru í uppskoti.

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Føroya Styrkisamband, EB/Streymur og kappróðrafelagið NSÍ eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM tann 5. februar.

Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desembur 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki. Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum.

Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið.

FSS hevur eisini luttikið í kappingum uttanlands, har teirra íðkarir hava fingið sera góð úrslit, og í 2021 vunnu føroyskir íðkarir bæði gull og silvur til Danmarks meistraraheiti í vektlyfting.

Eisini hevur FSS skipað fyri bæði venjara- og dómaraskeiðum, umframt at arbeitt hevur verið við eini úrslitaskipan, so føroysk met o.a kunnu gerast almenn.

Í desembur 2021 fekk Føroya Styrkisamband tilsøgn um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Styrkisambandinum NTF.

EB/Streymur EB/S er ein felagsskapur, ið fevnir um bæði breidd og elitu. Felagið er sera virkið innan barna – og ungdómsfótbólt, og hevur saman við Eiðis Kommunu og Sunda Kommunu megnað at skipa góðar karmar fyri virksemið hjá sær.

EB/Streymur hevur valt at brúka góðu karmarnar til at taka eina stóra samfelagsliga ábyrgd og hevur valt at bjóða ungdóminum inn í felagshúsið til annað enn bert fótbólt. Ítróttahúsið við Margáir virkar í dag sum eitt ungdómshús, har hópin av børnum og ungum savnast til ymisk ítriv -eisini børn og ung, sum ikki íðka fótbólt.

Kappróðrafelagið NSÍ hevur undanfarna ár skarað framúr við sínum hjálpsemi og arbeiði fyri føroyskum kappróðri. Felagið er kent fyri hjálpsemi og fyri at taka eyka tøk, tá ið á stendur.
At skipa fyri kappróðri er bæði tíðarkrevjandi og stundum møtumikið. Hóast hetta, megnaði felagið í summar at loysa nærum ómøguligu uppgávuna at skipa fyri FM kappróðri við sera stuttum skotbrái á einans 2 dagar.

Felagið átók sær hesa stóru uppgávu føroyskum kappróðri at frama, og loysti uppgávuna fyrimyndarliga væl. Nevnd og hjálparfólk taka ábyrgd og leggja lunnar undir eitt gott og mennandi

Umhvørvi fyri sínar limir og íðkarar, har jaligheitin er í hásæti. Kappróðrarfelagið NSÍ ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Felagið hevur dirvi at droyma stórt og øðrvísi, og er við til at fevna øllum teimum, ið hava áhuga fyri kappróðri. Við síni nýhugsan hevur felagið upp á stutta tíð megnað at fleirfalda talið á íðkarum.

Umframt bestu venjaraumstøðurnar veitir felagið sínum rógvarum trúfastan og treytleysan stuðul. Felagskapur og trivnaður eyðkenna felagið, og stórur dentur verður lagdur á at savna manningarnar og viðhaldsfólk bæði áðrenn og eftir hvørja kapping.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 05. februar kl. 20:00

ÍSF

Comments

Innstillingar til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021

17/1/2022

Comments

 
Picture
​
Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021 eru ungir íðkarar, sum eru at finna innan flogbóltin, hondbóltin, og fimleikin.

Ungi flogbóltsleikarin hjá ÍF, Filip Ilic, hondbóltsstjørnuskotið úr H71, Jana Mittún og føroyska svimjitalentið, Elisabeth Erlendsdottir, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður á Hotel Hilton, leygarkvøldið 05. februar 2022.

Filip Ilic hevur, sum bert 15 ára gamal, veruliga gjørt vart við seg á besta mannsliðnum hjá ÍF-flogbólti, har hann m.a var við til at tryggja ÍF sigurin í steypafinaluni móti Mjølni.
Eisini hevur hevur hann seinasta árið veruliga gjørt vart við seg á U18 landsliðnum. Til Eurovolley undankapping til EM herfyri kláraði Filip seg óvanliga væl og var ”best scorer” og ”best receiver” í bólkinum hjá Føroyum, umframt at vera ”best server” í allari undankappingini. 
Flogbóltsamband Føroya hevur eisini valt Filip til ársins stjørnuskot seinasta kappingarár.

Jana Mittún, ið er 18 ára gomul og spælir hondbólt á besta kvinnuliðnum hjá H71, hevur kappingarárið 2020-21 av álvara sligið sítt navn fast bæði í Føroyum og uttanlands. 
Í februar spældi Jana ein avgerðandi leiklut, tá hon og liðfelagarnir í H71 vunnu Faxe Kondi steypakappingina hjá kvinnunum í einari spennandi finalu móti Neistanum, umframt at hon hevur gingið undan í góðu úrslitunum hjá H71 í European Cup kappingini hjá EHF.
Á U19 landsliðnum var hon avgerðandi í W19 championship kappingini, har hon við 44 málum bleiv næstbesti málskjútti í kappingi.  
Í oktober fekk Jana eisini sín allarfyrsta landsdyst fyri Føroyar ímóti Rumenina í EM undankappingini.

Elisabeth Erlendsdóttur er 16 ár og svimur við Havnar Svimjifelag. Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.
Úrslitini í 2021 hava eisini verið framúr. Elisabeth gjørdist mest vinnandi svimjarin til FM á stuttgeil í novembur og setti eini føroyskt met í 50 metur rygg.
Hon vann bæði bronsu og silvur til NJM 2021 í Svøríki, og hon kvalifiseraði seg og luttók til HM í Abu Dabi í desember. 

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ eina peningaupphædd á 5.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 05. Februar kl. 20:00.

ÍSF

Comments

Kunngerð: Byggisamtyktarbroyting á Fossum

14/1/2022

Comments

 
Picture
Í samband við at broytingar eru gjørdar fyri bústaðaverkætlanina á Fossum (máls.nr. 21/01268.), er neyðugt við broyting av almennu byggisamtyktini fyri økið á Fossum. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 18. nov. 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu A2, A4, B27, C19 og D39.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at:
Økismørkini fyri A2, A4 og D39 verða broytt.
Tveir nýggir økispartar verða settir á stovn:
C19 til almenn endamál, stovn, barnaansing o.líkn.
B27 til ídnaðarøki ætlað til vatnbrunnarnar og kommunala akting
A2:
Grundøkjavídd fyri samanbygd sethús lækkað úr 200 m2 til 150 m2
Lagt verður aftrat orðingini fyri mest loyvdu ábygging fyri samanbygd hús:
50% fyri samanbygd hús (Avmarkaða økið tætt skraverað við svørtum á kortinum)
Orðingin fyri mest loyvdu bygningshædd verður broytt frá at taka støði í miðaljørðildi til at
taka støði í grovplanering. Fyri at fylgja hesum er mest loyvda hædd somuleiðis blivin
dagførd:
Frá grovplanering 9 m til mønu og 6,5 m til yvirgrind. Hús við einsíðugum takhalli
tó í mesta lagi 8 m upp til hægsta punkt.
Ísb. við felags fríøkir verður víst til ætla økir í útstykkingarætlanini á Fossum.
Áður lýst krøv til parkering verða strikað, og í staðin verður víst til bygningskunngerðina, ið
vísir til eitt breitt úrval av loysnum. 
Broytingin umfatar hesar økispartar: Á Fossum, Niðan Horn, Uppsalar og fram við Vágsá.

Tilfar, sum lýsir uppskoti um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14.01.2022 – 04.02.2022 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo/broytingar-i-byggisamtykt.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.02.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr. 21/01268.

Klaksvíkar Býráð 14.01.22

Picture
Picture
Picture
Comments

Todi Jónsson høvuðsvenjari hjá NSÍ

14/1/2022

Comments

 
Picture
Jeg har i dag underskrevet aftale og tiltræder som cheftræner for fodboldklubben NSI Runavik, som spiller i den bedste færøske Liga og som sidste sæson blev nr. 4 - klubben endte også flot i den færøske pokalfinale.

Dette er et nyt kapitel i mit liv, selvom jeg føler mig på hjemmebane er jeg også meget spændt på fremtiden.

Der har tidligere været andre muligheder for, at blive cheftræner. Disse tilbud har jeg været glad for at modtage, men venligt afvist, da jeg ikke kunne forene den travle trænergerning, med pasning af småbørn i familien.

Nu fik jeg igen muligheden for at tiltræde som cheftræner, og denne gang var jeg ikke i tvivl, da min yngste datter Nola bliver 10 år om en uge, og efterhånden er godt selvkørende - så tiden er nu moden til, at prøve denne karrierevej.

Jeg fortsætter som repræsentant hos Bacher Work Wear – en virksomhed hvor jeg er rigtig glad for at være i, og kunne bidrage til den fortsatte vækst

Todi Jónsson Facebook 14.01.2022

Picture
Picture
Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri
Comments

Fimleikafagnaðurin avlýstur

13/1/2022

Comments

 
Picture
Føroya Fimleikasamband má tíverri boða frá, at fimleikafagnaðurin, sum upprunaliga skuldi vera í oktober 2021, og síðani bleiv útsettur til februar 2022, er endaliga avlýstur. Orsøkin er koronastøðan í Føroyum, og tey tilmæli sum eru galdandi.
 
Sostatt metir Føroya Fimleikasamband, at skilabest er at avlýsa fimleikafagnaðin hesaferð, og næsti fimleikafagnaður verður tí á heysti 2023.

Kunning um endurrindan av atgongurmerkjum verður send umvegis Norðurlandahúsið.

Við fimleikakvøðu

Føroya Fimleikasamband

Myndir frá Haldur Suna Johansen 

Comments

Fløskuinnsamling - Ægir

8/1/2022

Comments

 
Picture
Eins og undanfarnu ár fara vit í Ægir at samla inn fløskur. Men vegna korona, so fara vit ikki hús úr húsi at banka uppá, men ístaðin hevði tað verið ordiliga deiligt um tey, ið ynskja at stuðla okkum við fløskum gera tær klárar í posum og gera avtalu við ein av okkum, so koma vit og avheinta.

Tit kunnu antin skriva ein kommentar á hesum uppslagi, eini privat boð ella sms til Danny (218914), Sølvu (251671) ella Annu (788010), so kemur onkur og avheintar fløskurnar heima hjá tykkum 🤩 

Eisini ber til hjá tykkum at koma við fløskum á Garðavegi 64 frá mánadegnum 10/1-2022 og fram til fríggjadagin 14/1-2022 kl. 18 😊
​
Ægir takkar fyri kærkomnan stuðul ❤️

Ægir

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.