NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​1. OG 2. UMFAR AV EUROPA LEAGUE Í KLAKSVÍK

5/5/2021

Comments

 
Picture
Í gjár fekk Klaksvíkar kommuna váttan frá UEFA um, at KÍ kann spæla fyrsta og seinna umfar av UEFA Europa Conference League 2021/22 á heimavølli.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um at hendan váttanin er komin í hús. Klaksvíkar býráð hevur raðfest útbyggingina við Djúpumýru høgt, og tí er tað sjálvsagt ótrúliga deiligt, at trúføstu viðhaldsfólkini hjá KÍ, fáa møguleika at uppliva dystirnar á heimavølli í summar.

- Tað er onki at ivast í, at hetta hevur stóran týdning fyri leikarar og øll tey, sum varða av KÍ. Øll vita, at dystir á heimavølli eru nakað serligt, og ein slík váttan staðfestir eisini dygdina av miðvísa arbeiðinum við Djúpumýru.   

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, leggur afturat, at síðsta summar vóru vónirnar til ein heimadyst stórar, men orsaka støðuna við Koronu, so bar hetta ikki til. Tí verður tað sera stuttligt fyri okkum øll, tá ið vit í summar fara at savnast við vøllin til eina heimadyst í Europa League.  

- Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga krevst, at leikvøllir til UEFA dystir eru skrásettir í “bólki 2”, sum krevur ein leikvøll við 1.500 áskoðaraplássum. Síðan tá hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum, sum nú eisini eru góðkendar av UEFA. Eftir hjá okkum er at tryggja, at arbeiði nú kann ganga skjótt og væl, og tað eri eg sannførd um, at tað fer, sigur Jóhanna Christiansen.  

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.