
deildirnar. Mjølnir skipaði fyri, og lagt var út fríggjakvøldið við
kapping fyri gentur og dreingir 16 ár.
Leygardagin vóru kappingar í bólkunum gentur og dreingir 12, 14 og kvinnu-og mansunglingar.
SÍ gjørdust vinnarar í 5 kappingum, meðan Fleyr fekk 3 gull. Mjølnir fekk gull hjá kvinnuunglingum.
Úrslitini vóru hesi:
G12: SÍ, TBa, Mjølnir
Dr12: Fleyr, SÍ, ÍF
G14: Fleyr a, TBa, SÍ
Dr14:SÍ, Fleyr, ÍF
G16: SÍ, TB, Mjølnir
Dr16: Fleyra, SÍ, ÍF
KU: Mjølnir, Fleyr, Dråttur
MU: SÍ, Fleyr, Mjølnir
Sunnudagin spældu tey yngstu, 5 til 10 ár. Fleiri hundrað børn og foreldur hugnaðu sær í Badmintonhøllini. Í barnaflogbóltinum
snýr tað seg um at hava tað stuttlig, so eingin heiðursmerkir vórðu latin, men felags mynd var tikin av luttakarunum og síðani
fingu tey eitt sunkist í part.
Alt í alt vitjaðu uml. 700 børn og ung umframt eitt stórt tal av foreldrum og venjararum Ítróttardepilin í Klaksvík, fleiri gjørdu
sær eisini dalt av at vitja deiligu svimjihøllina.
Vikuskiftið eydnaðist sera væl, og øll lótu væl at góðu karmunum í Klaksvík, nú hallirnar eru samanbundnar.
Leygardagin verður flogbóltskapping fyri eldru deildir, har uml. 30 lið hava teknað seg.
Á Facebook síðuni hjá Mjølnir síggja tit liðmyndir av vinnandi liðnum, klikk her: "Mjølnirkappingin fyri yngru 2016"
Kelda: Mjølnir
SáH