
Treysti skipar eisini fyri renning og gangin so tað er eisini ein møguleiki.
•Upphiting verður kl 11:45 við tunnilsmolan.
•Fólk frá Norðstrok koma at stýra súkklufylginum fremst og aftast, og tryggja at øll koma við.
•Børn undir 12 ár skulu vera saman við einum vaksnum.
•Um onkur meira royndur súkklari vil fara ein logri túr (Tildømis til Viðareiðis) er hetta sjálvandi upp til viðkomandi.
•Tá komi er norður um, so verður steðga á eina løtu og síðan fer fylgi yvir um aftur til Klaksvíkar, og er tað upp til ein sjálvan um mann kemur við ella ikki.
•ØLL sum vilja súkkla við skulu hava hjálm og lykt, og takið gjarna klæðir sum síggjast, her kann endurskynsvestur viðmælast.
Vit gleða okkum at síggja tykkum, og vóna at nógv møta upp til henda merkisdag.
Norðstrok