
Christian Eriksen hevur leikt 162 dystir fyri Hollenska liðið Ajax. Hetta er sostatt tann størsti handilin fyri ein danskan fótbóltsspælara nakrantíð, næst honum var Jesper Grønkjær, sum bleiv seldur til Chelsea fyri 100 mill. og sum eisini leikti við Ajax tá.
Christian Eriksen hevur spælt við Ajax síðani oktober 2008, áðrenn leikti hann fyri danska felagnum OB. Hann hevur vunnið trý meistaraskap og eina steypafinalu fyri Ajax og hevur hann leikt 37 A-landsliðsdystir fyri Danmark, so hetta verður møguliga ein fongur fyri Tottenham.
SáH