Djúpumýru ídag. KÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum, har Jákup Pauli Ziskason stútaði bóltin í málið til 1-0. TB svaraði aftur við málið sum Rógvi Joensen hegnsliga smekkaði í kassan til 1-1 og 12 min. seinni økti TB um leiðsluna til 2-1, við málið frá Jonhard Ferjá og hetta gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki vendi gongdin, KÍ fekk alt meira spæl og var tað innskiftið Lindi Gardar sum javnaði til 2-2. Eftir hetta bleiv spæli javnt og
til tíðir sera hart spæl, men dómarin kom væl frá uppgávuni, hann kundi gott givið nógv meira kort, men hann hevði tamarhald á stríðandi pørtunum og tá ið gott korter var eftir at leika, fekk TB avgerandi málið. Hetta hendi eftir eitt hornaspark bleiv sent innfyri og veturanurin Óli Johannesen skallaði bóltin í málið ella var tað via eitt annað TB høvd, men málið bleiv góðkent og TB er enn ósigra við fullum stigatalið 21 stig eftir 7 dystum.
Her niðanfyri, hópin av myndum frá dystinum.
SáH