Kappingarnar fyri juniorar - yngri, og eldri - eru avgreiddar, og hava vit í Ægi fingið nógv góð úrslit.
Eitt nú tók Fróði Hansen 0,52 sekund av síni bestu tíð í 50 bringu, og kom á mál við tíðini 29.94. Knapt sekund er niður til juniormetið hjá Róland á 29.00. So tað verður spennandi um hann megnar at taka metið.
Lea O hevur svomið avbera væl hesar dagarnar, og fer væntandi eisini eftir triðja bringu metinum hesa stevnuna, tá hon í kvøld svimur 200 bringu.
Enn eitt spennandi kvøld fyri framman.
Go Ægir
Ægir Klaksvík
RSS Feed