Eftir ósigurin í morgun skuldu føroysku dreingirnir royna at reisa seg. Mótstøðuliðið var Svøríki.
Fyrstu bæði settini vóru sera jøvn og spennandi. Føroysku dreingirnir høvdu funnið stevið eftir nakað av einum vónbroti í fyrsta dystinum. Og hóast nógv stóð á, eydnaðist tað okkara dreingjum at vinna fyrsta settið við minst møguligum muni.
Gongdin var tann sama í 2. setti, men tað sást, at svenska liðið var gott. Serliga vóru servurnar skarpari, og okkara dreingir høvdu trupult við at koma upp á javnt. Settið koppaði til sviar við minst møguligum muni, og so vóru liðini komin líka langt. Eftir hetta mugu vit bara siga, at sviar høvdu eitt hægri gear enn vit, í servu, álopi og kanska ikki minst blokki.
Hóast framgongd, standa dreingirnir við ongum stigi, nú fyrsti dagurin er leiktur. Næsti dystur á skránni hjá okkara dreingjum er ímóti Danmark í morgin kl. 9.00, og hann sæst her:
https://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c
Besti leikari hjá Føroyum: Hjørtur Joensen