Nevndin hevur í longri tíð arbeitt við at styrkja karmarnar rundan um felagið og sett sær fyri at fáa ein venjara, ið kann lyfta okkara manningar til eitt hægri stig.
Nevndin hevur leitað eftir einum venjara, ið kemur úti frá og kann geva felagnum nýggj eygu og nýggja orku.
Í Svein Rógva hava vit rakt plett! Hann kemur við drúgvum royndum við meira enn 36 árum í kappróðri og einum brennandi áhuga fyri ítrótti og kappróðri, og vit gleða okkum til at arbeiða saman um at menna felagið og skapa karmar fyri framgongd.
Hann kemur at broyta stagneraðar rutinur og seta nýggj krøv – nakað vit eru sera spent uppá.
Vit eru klár uppá avbjóðingina!
Vælkomin umborð, Svein Rógvi!
Svein Rógvi er klárur til avbjóðingina og segði ímillum annað :
“Ongantíð betri um tey ongantíð hava hildi eini ár..”
So hevur tú ein innara rógvara, so er tíðin nú!
Við róðrarkvøðu,
Nevndin
Kappróðrarfelagið NSÍ
Við róðrarkvøðu,
Nevndin
RSS Feed