
Tríggir eru um boðið. Kristian Suni Høgnesen, er liðugur at spæla og hann fekk 2754 eygur.
Jákup Lundsbjerg Baldvinson, skal hava meira enn 652 eygur í hansara seinasta dystinum, um hann skal avstað við steypinum, imeðan Páll Hera Nolsøe skal hava fleiri enn 908 eygur, um hann skal vinna á Kristian Suna. Hesir báðir skulu spæla seinasta dystin seinni.
Í løtuni spæla Hallur og Jógvan dyst. Hallur Joensen og Jógvan Jørgensen eru longur afturi á stigtalvuni, teir hava áðrenn teirra seinasta dyst, Hallur Joensen 1446 eygur og Jógvan Jørgensen 1258 og tað er ov langt til at náa Kristian Suni, men alt kann henda.
Væntandi verður kappingin liðug umleið kl. 20.00 íkvøld.
SáH