
Mett verður, at eini 751 heiðursmerki fara at verða handaði tilsamans til svimjarar í teimum 7 aldursbólkunum, har tað sjálvsagt telur skjótt upp at hvørt lið telur 4 svimjarar.
Ægir hevur klára seg avbera væl hjá teimum yngru í fyrsta kappingardegi og hjá teimum eldru svimjarnum hevur eisini gingist væl, men kundi teir gott hava vunnið eitt sindur fleiri gull, men tað skal nokk koma.
Kappast hevur verið bæði fríggjamorgunin og seinnapartin í gjár.
Í dag byrjar kappingin kl. 09.30 og seinnapartin klokkan 17.00.
Skráin og tíðir fyri kappingina sæst niðanfyri. Trýst á hetta link fyri at fylgja við kappingini og úrslitinum beinleiðis. Klikk her: “Aldursmerkjameistarakapping 2019 Live”
Her síggjast úrslitini fyri hvønn kappingardag, klikk her: “Úrslit Alursmerkjameistarakapping 2019”
Koyr á Ægir.
SáH