Hetta skrivar svimjing com um kappingina:
Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:19.80. Birita Debes átti juniormetið á 2:20.20 frá Føroyameistarastevnuni 2011. Og Signhild hevur samstundis svomið seg til silvurnál við stjørnu. Sí úrslitalistan her á livetiming.dk
Kelda: Svimjisamband Føroya
SáH