Signhild vann sikkurt og svam seg í finaluna seinni ídag.
Hon legði seg á odda frá byrjan av og endaði í flottum stíli, har hon kom inn við tíðini 2:13.98, sum eisini er nýtt Oyggjaleikamet. Gamla metið var 2:15.30 og tað átti Olivia Rawlinson, men nú eigur Signhild Joensen frá Ægir Oyggjaleikametið.
Kanska gerð Signhild Joensen tað sama ídag, sum hon gjørdi ígjá, tá ið hon settið Oyggjaleikamet tvær ferðir sama dag. Hetta var í 100 metur rygg, tá ið hon um morgunin setti Oyggjaleikamet og seinni um dagin setti enn eitt Oyggjaleikamet í somu svimjugrein.
Spennandi at fylgja við íkvøld, finalurnar byrja klokkna 17.00 og tær vera stroymaðar beinleiðis á KVF.
SáH