28 ára gamli havnarmaðurin fór sum heilt ungur til Danmarkar at umboða superligufelagið Brøndby IF, har hann var fram til 2014. Síðan tá hevur René umboðað Vendsyssel, Grindavík og HB í tveimum førum.
Í landsliðshøpi fekk René A-landsliðsdebut í vinardysti ímóti Íslandi í 2012. Tað stóra gjøgnumbrotið var tó í Nations League kappingini í 2018, har René gjørdist føroyskur toppskjútti við trimum málum í fimm dystum.
Shaki kann røkja fleiri pláss á vøllinum, tað hava vit sæð nógv til á hansara fótbóltsleið og seinast á landsliðnum, har René leikti á høgra bakki. Tó hevur hann leikt mest á miðvøllinum.
Vit ynskja René hjartaliga vælkomnan til Klaksvíkar og bestu eydnu í KÍ!
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag