Venjaratoymið hjá KÍ kvinnunum í 2025 er við at vera uppá pláss. Og vit fegnast um eitt kent andlit í toyminum 🤩
Rannvá hevur nógv ár á baki sum venjari, og eftir at hon sjálv setti gaggurnar á hillina, bleiv hon partur av venjaratoyminum hjá U16 gentum, ið vunnu greipuna í ár 🏆🥇
Í heyst tók Rannvá A-venjaraprógv og er fyrsta kvinnan í felagnum, sum hevur hetta prógvið. Nakað, sum vit í felagnum eisini eru errin av.
LES MEIRA HER 👇🏼
"Rannvá hjálparvenjari hjá KÍ kvinnunum í 2025"
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag